Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-03, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2005síða 46

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 103 - 3. juni 2005 21 Grams Tríggjar mannalagnur bresta saman undir sera spentum og syrgiligum um- støðum. Vit hitta Christinu (Noami Watts), ein fyrr- verandi rúsevnismisnýtari og móðir at tveimum smá- gentum. Lítla familja henn- ara verður rakt av eini ræðuligari vanlukku. Mað- ur hennara og báðar smá- genturnar doyggja í eini ferðsluvanlukku, tá tey verða yvirkoyrd. Eisini hitta vit tann deyðasjúka Paul Rivers (Sean Penn). Honum hevur neyðini at fáa eitt frískt hjarta trans- planterað innanfyri stutta tíð. Vónin er lítil fyri at hetta kann henda, og unn- usta hansara ynskir so inniliga at føða eitt barn saman við honum, áðrenn hann doyr. Men brádliga so vil lagnan Rivers tað ann- arleiðis. Jack Jordan (Beni- cio Del Toro) er nýliga umvendur og hevur funnið svarið í kristnu trúnni, hann hevur sitið fongsulsdóm sín og er ein angrandi guds- maður. Ein dagin er hann óansin aftanfyri bilróðrið og koyrir við nógvari ferð á tvær smágentur og pápa teirra. Nú verður trúgv hansara sett á eina roynd. Tríggjar lagnur, ið óloysi- liga eru bundnar saman í einari søgu um vón og menniskjaskap, treystleika og um at yvirliva. Coldplay Live Tað hevur gingið sera væl og skjótt hjá tónleikabólk- inum Coldplay - Kanal 5 sendir mánakvøldið ein konsertfilm frá 2003. Við fýra grammy-virðislønum, fýra Brit-awards og næstan 17 milliónum seldum fløg- um er tað trupult at ímynda sær, at Coldplay einaferð ikki hevði tað stóra uppá seg. Árið 2003 gjørdist gott fyri limirnar í bólkinum við Chris Martin á odda. Við út- gávuni A Rush To The Head prógvaði bólkurin, at teir uttan iva vóru millum tær virðismiklastu bretsku útflutningsvørurnar tað árið - fløgan vann ikki minni enn tvær Grammy-virðis- lønir og tríggjar MTV Video Music Awards. Í konsertfilminum, Coldplay Live, kemur hyggjarin á ferð við Coldplay til Hor- dem Pavilion í Sydney, Av- stralia. Á konsertini í Syd- ney hetta kvøldið framførdi bólkurin løg sum Yellow, Trouble, Clocks, My Place og so The Scientist. Í løtuni gleða fleiri Coldplay-fjepp- arar seg til ta nýggju kom- andi útgávuna X&Y hjá bólkinum, ið kemur út í juni. Tað sigst, at júst í tí løtuni, at deyðin ger um seg, lætnar kroppurin 21 gramm. Drama við m.a. Benicio Del Toro og Naomi Watts Paul Rivers (Sean Penn), raktur av eini deyðiligari sjúku, stríðist við bæði lív og deyða Coldplay á palli í Sydney Fleiri bíða í spenningi eftir komandi útgávuni hjá Coldplay, ið hevur fingið heitið X&Y