Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 104 - 4. juni 2005 almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo Almannastovan søkir avloysarar. leika til almenna fyrisiting, góð evni at orða teg skrivliga á føroyskum, góð samstarvsevni, dámar væl avbjóðingar og ert ágrýtin. Avloysari til KT-deildina Vit sóknast eftir fólki, ið hevur viðkomandi útbúgving innan KT ella drúgvar royndir innan KT. Okkara ynski er at tú hevur vitan um og innlit í KT-trygd, hevur skil fyri kravfestingum og góð evni at orða teg skrivliga. Fyri avloysarastørvini er galdandi at lønar- og setanarviðirskifti eru sambært sáttmálan millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi fakfelag. Tey, ið vera sett, koma at avloysa starvsfólk á Almannastovuni, sum skulu luttaka í eini verkætlan. Eisini kann talan verða um at avloysarnir fáa uppgávur viðvíkjandi sjálvari verk- ætlanini. Avloysarastørvini verða sett skjótast gjørligt og enda 31. desember 2005. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og kunnu koma at fevna um sosial- ráðgevara-, málsviðgerara- og skrivarauppgávur, arbeiði innan KT og annað fyrifallandi arbeiði. Almannastovan kann bjóða tær eitt avbjóðandi avloysarastarv, ið gevur tær royndir, ið tú kanst brúka í framtíðini. Avloysari til ymsar deildir Vit sóknast eftir fólki, ið hevur sosialráðgevaraútbúgving, skrivstovu- útbúgving ella aðra útbúgving. Okkara ynski er at tú hevur kunn- Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra, á tel. 353510 Skrivlig umsókn skal vera Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 20. juni 2005 kl. 12. Send umsóknina til: Almannastovuna, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn. Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini frá politiska myndugleikanum og viðskifta- fólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastu- støði, rættartrygdina og virðingina fyri einstak- linginum, eins og virkað verður fyri áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum. Almannastovan er í støðugari menning og skal næsta hálva árið fremja eina stóra verkætlan. Henda verkætlan krevur nógva orku av starvs- fólkunum á stovninum, og tí søkir Almanna- stovan avloysarar í tíðaravmarkað størv fyri tey starvsfólk, ið verða við í arbeiðnum við verk- ætlanini.