Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. juni 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 4. juni 2005 23 Sosialurin 341800 Listasavn Føroya T E L 3 1 3 5 7 9 · W W W . A R T . F O Opið er: Týsdag til fríggjadag kl. 14.00 til 17.00 Leygardag og sunnudag kl. 14.00 til 18.00 Summarframsýningin 2005 letur upp mentanarnáttina 3. juni kl. 21.00 til kl.23.00 í Listaskálanum. Í ár luttaka listafólkini: Amariel Norðoy, Asgerð (Aggi) Ásgeirsdóttir, Guðrið Poulsen, Hans Pauli Olsen, Jóna Rasmussen, Kári Svensson, Marius Olsen, Rannvá Mortensen, Súsanna í Jákupstovu, Vígdis Petersen og Zacharias Heinesen. Í sambandi við upplatingina av framsýningini framføra tveir av dugnaligastu næmingunum á Tórshavnar Musikskúla Mattias Kapnas, klaver og hann spælir Præludium og fuga i d-mol af J.S.Bach, Mattias vann 2. virðisløn í Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurrence og Jón Festirstein, violin spælir Gavotte af J.S.Bach, Jón byrjar á Det Kgl. Danske Musikkonservatorium. Summarframsýningin 2005 í Listaskálanum Tvingsilssøla Fríggjadagin 1. juli 2005, kl. 13.30 verður á dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tving- silssøla yvir ognina matr. nr. 31a, Skúvoy. (AS nr. 2-21/2005) Sambært tingbóksatt- estini er talan um part av matr. nr. 31 a, Skúvoy - uttangarðs - ið er ávikavist: 1 mørk 2 gyllin 16 2/3 skinn og 3 gyllin og 13 1/3 skinn Tvingsilssølan er um- biðin av Jógvani P. Lassen, adv., Yviri við Strond 4, Boks 359, 110 Tórshavn, tlf. 311260, (sak. nr. 1930302), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina og sum nærri avtala kann ger- ast við, um ynski er at síggja ognina. Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á Dómaraskrivstovuni. Føroya fútarættur, tann 27.mai 2005 Starvið Av tí at eitt av starvsfólkum okkara fer í farloyvið, er eitt áhugavert starv sum skrivstovufólk/-málsviðgeri leyst at søkja á Stuðulsstovninum frá 1.august 2005 til 30. juni 2006. Høvuðsuppgávurnar verða m.a.: • Málsviðgerð í ÚSUN-skipanini* • Umsiting av lestarlánum • Vanligar skrivstovuuppgávur Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarar hava • Skrivstovuútbúgving, HH/student ella líknandi • Góðan kunnleika til enskt í skrift og talu* • Góðan kunnleika í nýtslu av edv. • Góðan kunnleika til føroyskt • Fyrikomandi og góð samstarvsevni • Førleika til at arbeiða sjálvstøðugt Vit bjóða • Eitt ábyrgdarfult, áhugavert og fjøl- broytt starv í einum stovni í menning • Sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvs- mannafelagið. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um alt aðalráðið og deildir/stovnar tess. Umsókn Umsókn við prógvum o.ø skulu sendast til: Stílað:Terja á Lakjuni Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 FO - 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagi 20. juni 2005. Um tú ynskir fleiri upplýsingar,kanst tú ringja til Terja á Lakjuni, leiðara á Stuðulstovninum, á telefon 35 68 00 ella 44 47 39. * Í ÚSUN-skipanini verður útbúgvingarstuðul veittur til tey, ið lesa uttanfyri Norðurlond.Tað er í hesum sambandi at kunnleiki til enskt er ein fyrimunur. Skrivstovufólk/málsviðgeri (fyri skrivstovufólk í farloyvi) Stuðulsstovnurin er ein stovnur undir Mentamálaráðnum, ið hevur til uppgávu at veita fíggjarligan stuðul til lesandi føroyingar. Á Stuðulsstovninum starvast 5 fólk. Stovnurin rindar mánaðarligan lestrarstuðul til umleið 2.000 lesandi í Føroyum og árligan ferðastuðul til umleið 1.100 lesandi uttanlands, umframt at veita lestrarstuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond (ÚSUN). Harumframt krevur stovnurin inn lestrarlán frá umleið 2.700 persónum. Stuðulsstovurin hevði í 2004 eina útreiðslujáttan uppá 2,4 mió.kr.,og veitt uml.76 mió.kr.í lestrarstuðli. Ein pedagogur og tveir avloysarar til dagstovnin í Fuglafirði Dagstovnurin er ætlaður 60 børnum, og er stovnurin skipaður í tvey hús við eini barnagarð- stovu og eini vøggustovu í hvørjum húsi. Til stovuna í Króki verður søkt eftir einum pedagogi 40 t. viku, at byrja 15. september 2005. Starvið er á stovu við 12 børnum í aldrinum 0-3 ár. Til stovuna í Króki verður søkt eftir einum avloysara fyri hjálparfólk 40 tímar um vikuna. Starvið er tíðar- avmarkað frá 01. august 2005 til 30. juni 2006. Til stovuna undir Hamri verður søkt eftir 1 pedagogi 40 tímar um vikuna. Starvið er tíðaravmarkað frá 01.august 2005 til 30. juni 2006. Møguligar setanarsamrøður verða í viku 25. Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Juliannu Næs, leiðara tlf. 225222 / 444940. Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum skulu verða býráðskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 20. juni 2005 kl. 10.00. Býráðið skilir sær rætt til at velja millum innkomnu umsóknirnar ella onga at taka. Fuglafjørður, tann 02. juni 2005 Fuglafjarðar býráð JULIANNU BOYS um vikuskiftið spæla: Sosialurin 341800 ÓKEYPIS ATGONGD fríggjakvøldið og sunnukvøldið SJAVSKAPPING verður týsdagin 7. juni kl. 19.00 veitst tú ikki tað?