leygardagur 4. juni 2005síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 4. juni 2005
53
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo
Almannastovan søkir leiðara
til Vitanardeildina.
Starvið umfatar í høvuðsheitum
- at ráðgeva og vegleiða leiðsluni
í KT-viðurskiftum
- at KT verður gagnnýtt við atliti
til m.a. at effektivisera manna-
gongdir á stovninum
- ábyrgdina av at skipa leiðslu-
hagtøl og almenn hagtøl,
umframt greinignarverkætlanir
- ábyrgdina av KT-trygdini á
Almannastovuni
- ábyrgdina av og víðari menning
av kjarnuskipanini á stovninum
- at leiða verkætlanir, eisini
tvørfakligar
- at skipa mannagongdir á
KT-økinum og
- aðrar ad hoc uppgávur
Vitanarleiðarin verður partur av
einum stovni, ið alla tíðina má tillaga
seg broytingunum í samfelagnum og
taka við avbjóðingunum, sum liggja í
tíðini og í framtíðini.
Okkara ynski er at vitanarleiðarin er
virkisfúsur og eltir uppgávurnar frá
byrjan til enda, hevur góð samstarvs-
evni og er sinnaður at menna seg bæði
fakliga og persónliga.
Vit sóknast eftir einum fólki, sum
hevur viðkomandi prógv frá hægri
lærustovni, so sum polit, oecon, cand.
merc. ella aðra hóskandi útbúgving.
Einum fólki, sum hevur leiðslu-
royndir og royndir innan økið, hevur
góðan førleika innan KT og hevur
evni til at raðfesta og tilrættisleggja
arbeiðið.
Starvið verður sett og lønt
sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi fakfelag.
Nærri upplýsingar um
starvið fáast við at venda sær
til Petru Johnsdóttir Joensen,
stjóra, á telefon 35 35 10.
Skrivlig umsókn skal vera
Almannastovuni í hendi í
seinasta lagi 20. juni 2005
kl. 12.
Send umsóknina til:
Almannastovuna,
Smyrilsvegur 20,
Postboks 3096,
110 Tórshavn.
Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka
krøvini frá politiska myndugleikanum og viðskifta-
fólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastu-
støði, rættartrygdina og virðingina fyri ein-
staklinginum, eins og virkað verður fyri áhaldandi
at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á
stovninum.
Vit søkja eftir leiðara til nýstovnaðu Vitanardeild-
ina á Almannastovni til setan skjótast gjørligt. Á
deildini koma at starvast trý fólk og leiðarin hevur
beinleiðis tilvísing til stjóran. Starvsøkið hjá Vit-
anardeildini er at menna grundarlag fyri skipaðari
vitanardeiling, at menna prosessir innan KT,
integratión av KT og virkisgongdum, at umsita og
menna KT-økið og at effektivisera mannagongdir í
tøttum samstarvi við stáps- og rakstrardeildirnar á
Almannastovuni.
OUTSIDER MAGAZIN
ER ÚTKOMIÐ!
Við í blaðnum eru greinar, ummæli,
essays, nýggjar føroyskar søgur v.m.
Blaðið, sum er 176 síður, kann keypast
í bókhandlum og stórum kioskum í
Føroyum og kostar 165 kr.
OUTSIDER
MAGAZIN
kann
eisini bíleggjast á nýggju heimasíðuni
www.outsidermagazin.com
Tey, sum vilja halda blaðið, kunnu senda
mail til outsidermagazin@gmail.com ella
brúka lepan niðanfyri. Gjørligt er eisini
at seta 165 kr. (+ 35 kr. fyri postgjald) á
konto 9181 1447957 í Føroya Sparikassa
– minnist til at viðmerkja tygara bústað!
NAVN: _____________________________________________
BÚSTAÐUR: _______________________________________
POSTNR. & BÝUR/BYGD: ___________________________
LAND: _____________________________________________
Lepin skal sendast til:
OUTSIDER MAGAZIN - Haldarar
v/ Svend Højgaard • Rektorparken 22, 4. tv • DK - 2450 København SV
Høgni Egholm Magnussen - illugraphique.com