Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 107 - 9. juni 2005 Løgfrøðingur til Komm- unusamskipan Føroya Kommunufelagið hjá stóru kommununum í Føroyum, KSF økir virksemið og sóknast tí eftir einum dugnaligum løgfrøðingi. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at: • Fyrireika og ráðgeva limakommununum í málum av felags áhuga, t.d.viðgera hoyrings- og ætlann- arskriv frá stjórnarráðunum, og mál av aðalreglu- ligum týdningi fyri kommunurnar annars. • Gera løgfrøðiligar útgreiningar og frágreiðingar til limakommunurnar. • Arbeiða við at styrkja og samskipa kommunuum- sitingarnar í KSF, m.a. við at gera felags vegleið- ingar og mannagongdir. • Ráðgeva limakommununum í serstøkum málum • Virka við í skeiðum og øðrum mennandi virksemi, sum KSF hevur fyri limakommununum. • Umboða KSF í arbeiðsbólkum. • Samskifta við landsumsitingina, áhugabólkar og aðrar samstarvsfelagar hjá limakommununum. • Savna og umsita vitan um kommunurættarlig viðurskifti Førleikakrøv og avbjóðingar • Løgfrøðiligt embætisprógv. • Umsitingarligar ella aðrar samsvarandi royndir • Kunnleika til kommunurætt og fyrisitingarerætt, eins og ein breið tilgongd til onnur lógarøki er ein fyrimunur. • KSF er ein politiskur felagsskapur, politiskt tev er tí ein treyt fyri at kunna røkja starvið nøktandi, eins og hugurin at fáast við og meta um komm- unupolitiskar spurningar - tó við størstu virðing fyri fakligheitini. • Viðkomandi má hava evnini at fordjúpa seg í ser- støk evni, men eisini kunna "hava fleiri bóltar í luftini í senn". • Viðkomandi má evna at lyfta serstakar spurning- ar upp og viðgera teir á generellum støði, so viðgerðin gagnar heildini. • Viðkomandi má hava evnini at bera felags stevnumið og leiðreglur inn í kommunufyrisiting- arnar. Seturnarviðurskifti Starvið verður sett 1. september ella soleiðis sum hóskar til uppsagnarfreist í einum verandi starvi. Lønin verður avtalað eftir fakligum førleika og royndum, við støði í sáttmálanum hjá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Starvsstaður Skrivstovan liggur í Tórshavn. Roknast má við, at nakað av ferðing verður til limakommunurnar. Meira fæst at vita Um starvið við at venda sær til Ingibjørg Berg, aðal- skrivara tlf. 322180 ella 213080. Starvsprofil og upplýsingar um KSF finnur tú á heimasíðuni www.ksf.fo Umsókn Umsókn skal saman við CV vera KSF í hendi í sein- asta lagi mánadagin 20. juni kl. 16.00 og sendast: Kommunusamskipan Føroya Lucas Debesargøta 6-8 Postboks 53 FO-110 Tórshavn Landssjúkrahúsið Lønar- og starvsfólkadeildin Sjúkrarøktar- frøðingur til E3/E2 Eitt fulltíðarstarv sum sjúkrarøktarfrøðingur í skiftandi vaktum á E3/E2 á Landssjúkrahúsinum er leyst at søkja til setan frá 1. august 2005 ella eftir avtalu. Møguleiki eru fyri lægri brøkið. E3 er ein medisinsk deild við 9 seingjaplássum. Sergreinin á deildini er uppvenjing av sjúklingum við apopleksia cerebri og við dis.sclerosu.Arbeitt verður í tøttum samstarvi við røktarstarvsfólk, fysioterapeutar,ergoterapeutar og talupædagog. Dentur verður lagdur á gott samstarv við av- varðandi og við primertænastuna. E2 er ein røktardeild við plássi fyri 10 eldri bú- fólkum.Vit ynskja starvsfelagar við huga og hegni til at taka sær av eldri fólki. Dentur verður lagdur á góðan moral, etisk virði, positiva menniskja- áskoðan og góð samstarvsevni. Krøv til umsøkjaran • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøð- ingur • góð samstarvsevni og góðar royndir við tvør- fakligum samstarvi • hollar royndir og fakligan áhuga innan sjúkra- røktina Vit kunnu bjóða • eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðs- umhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samarbeiði • ávirkan á fakliga menning • góða innleiðslu Upplýsingar um størvini eru at fáa við at ringja telefon 304500 til Mariann Nielsen, virkandi deildarleiðara,lokal 6012 ella til Ásu Poulsen,leið- andi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102, e-post asap@lsh.fo Løn- og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 23. juni 2005 kl. 12.00. Tað er umsøkjarans ábygd, at umsóknin er á starvsfólkadeildini,áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn merkt »umsókn til starv«, við avriti av prógvum, CV, autorisatión, viðmælum e.l. skal sendast til: Landssjúkrahúsið Lønar- og starvsfólkadeildin att. Una Fagraberg FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk« Bygdasøvnini í Føroyum í summar Tvøroyrar bygda-og sjóvinnusavn. Gamla Doktarahúsið Frá 22. mai til 28. august er savnið opið hvønn sunnudag kl. 15 - 18. Annars eftir avtalu á Kunningarstovuni á Tvøroyri, tlf. 372480 ella 254941. Atgongugjald: 20,- kr. Sands Bygdarsavn. Norðara Koyta Frá 5. juni til 28. august er savnið opið hvønn sunnudag kl. 16 - 18. Annars eftir avtalu við Sandoyar Kunningarstovu, tlf. 361836 ella 222078. Atgongugjald: 20,- kr. Nólsoyar Bygdarsavn. Húsini við Brunn Savnið er opið eftir avtalu á tlf. 327020 ella 327003. Atgongugjald: 20,- kr. Sørvágs Bygdarsavn. Savnið er opið eftir avtalu á tlf. 332893, 333284 ella 333191. Atgongugjald: 30,- kr. Miðvágs Bygdasavn. Kálvalíðhúsini Savnið er opið eftir avtalu á tlf. 332425 ella við at venda sær til Vága Kunningarstovu, tlf. 333455 ella 213455. Atgongugjald:1 - 10 fólk 30,- kr.,11 - 20 fólk 20,- kr., 21 ella fleiri fólk 15, - kr. fyri hvønn. Eiðis bygdasavn. Látrarlonin Frá 1. juni til 31. juli er savnið opið mikudag og sunnudag kl. 14 - 16. Annars eftir avtalu á tlf.423496,423597,423269 ella 423031. Atgongugjald: 30,- kr., børn ókeypis. Bygdasavnið í Nes kommunu. Gamli Prestagarðurin og húsini í Køkinum Frá 5. juni til 30. august er savnið opið týsdag kl. 16 - 19 og sunnudag kl. 15 - 18. Annars eftir avtalu á tlf. 447696, 449214/219214, 447438 ella 447251. Atgongugjald: 30,- kr. Bólkar, min. 10, 20,- kr. Børn undir 16 ár ókeypis. Bygdasavnið Forni. Glyvrar Frá 11. juni til 15. september er savnið opið mána- dag og mikudag kl. 16 - 19 og sunnudag kl. 16 - 18. Annars eftir avtalu á tlf.226088,447391 ella 449214. Atgongugjald: 30,- kr. Bólkar, min. 10, 20,- kr. fyri hvønn. Gøtu Fornminnissavn. Blásastova við hoyggjhúsinum og Glyvra Hanusarhús Frá 16.mai til 1.september er savnið opið mánadag, týsdag,fríggjadag,leygardag og sunnudag kl.14 - 16. Annars eftir avtalu á tlf. 222717 ella 228768. Atgongugjald:Vaksin 30,- kr., børn 10,- kr. Norðoya Fornminnasavn. Handilshúsini, Gamla Apotekið, Klaksvík Frá 16. mai til 15. september er savnið opið hvønn dag kl. 13 - 16. Annars eftir avtalu á tlf. 456287 ella 456939. Atgongugjald: 20,- kr. Bólkar, min. 10, 15,- kr. fyri hvønn. Lesið - so eru tit við