hósdagur 9. juni 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 9. juni 2005
29
HEILSANIR
Góði Allan
Hjartaliga tillukku
við 20 ára
degnum. Alt tað
besta í framtíðini.
Ynskir hon sjálv
í Írlandi
Góða Gyðja
Hjartaliga
tillukku við 5
ára degnum
7. juni.
Ynskja
omma og
abbi í Nólsoy
Góða
Jónleyg
og
Helena
Hjartaliga tillukku við
føðingardøgunum 6.
og 9. juni. Guds ríku signing í framtíðini.
Ynskja mamma, babba, omma og abbi
EIN LÍTIÐ BRÚKT
Umarex sportwaffen luftpistól 4,5
mm, til sølu fyri 1.500 kr. Brúkar
CO2 trýstfløskur. Slíri fylgir við.
Tlf. 509969
FERÐASEÐIL
til Keypmannahavn retur til Føroyar
til sølu fyri kr. 1.800,- frá 23. juni til
8. juli 2005.
Tlf. 226067
KLÆÐIR
Sagt verður frá, at frá 1. juni til 1.
september verður ikki tikið ímóti
klæðum, skóm o.t.
Reyði Krossur Føroya
RADIATORUR
Ein 3,20 m. langur og 0,50 m.
høgur, dupultur radiatorur til sølu.
Tlf. 443187
256 MB CF KORT
Eitt Kingston CF kort, Pláss er fyri
nógvum myndum í høgari góðsku.
Passar til IXUS 500 o.l. kamera.
Verður selt sum auktión við byrjun-
arboðið 200,- á www.keypsla.com
tlf. 255909 / ahh@kallnet.fo
EFTIRLÝSING
Eigur nakar bindobókina 215 sjal-
mynstur (Olivia Joensen) Forlagið
Úti á Bø útgivið at selja mær?
Tlf. 229816
VINDEYGU 80 x 60 CM –
HASTAR
Er tað nakar, sum kann selja okkum
hesi – ca. mát.
Tlf. 317686
GOGGUR TIL SØLU
Goggur fáast bíliga til keyps.
Tlf. 210607
HEY
Er tað nakar, ið ætlar sær niður til
Århus at lesa í heyst? vinarliga sms
til mín.
Tlf. 224370 Lena
GONGUBAND TIL SØLU
Lítið brúkt til sølu fyri 800 kr.
Tlf. 723777
HONDVEKTIR TIL SØLU
Eitt lekkurt sett av hondvektum, av
merkinum Energizer til sølu. Tvær
stengur við gummi haldi og 18 kg.
ískivum. Nýprísur 600 kr, til sølu fyri
350 kr.
Tlf. 0045 28398549
GULL UR
Merki: Oskar Emil (Caesium) mann-
fólka ur. Sera flott u r við hvítari
skivu. Er eitt ára gamalt. Vanligur
prísur 8.000 kr. selist fyri 3.000 kr.
(má síggjast).
Tlf. 214163
FJARSTÝRDUR BÁTUR
Eg havi ein GRAUPNER WIESEL
torpedobát sum eg ynski at selja.
Báturin er 107 cm langur, hevur 2
motorar og er sera flottur! Báturin
selist við akumolatori og
fjarstýring. Prísur 5.600 kr.
Tlf. 214163
FRANKARÍKI - FØROYAR 3.
SEPT.
um tú hugsar um at koma við 12.
manni til París, so er at melda teg
til nú. Vit hava ikki nógv pláss eftir.
Les meir um túrin á: www.mb.fo.
ring til MB-Tours og melda teg á tlf.
322121.
12. maður
www.footballsupporters.fo
LOPPUMARKNAÐUR
Og køkutombola verður í KFUM í
Havn leygardagin 11. juni 2005 kl.
10.00. Vit taka fegin móti loppu-
tingum. Hjartaliga vælkomin oman
í
KFUM Varðagøta 9
TIL SØLU
Cal. 12 Browning silver 1/2 auto-
mat, svart plast skefti, væl viðfarin.
Prísur 5.000,-
Tlf. 314111
MATR. NR. 4A NES-VÁGUR
5100 m2 innangarðs 1 Gl. 10 sk.
Neshagi 1. partur verður selt um
hóskandi boð fæst.
Tlf. 573659
EFTIRLÝSING
Í samband við at hondbóltsfelagið
Kyndil fyllir 50 ár 10. mars 2006, er
ætlanin at geva út 50 ára minnisrit,
sum lýsir søgu felagsins. Tí vilja vit
hervið heita á fólk, sum liggja inni
við forvitnisligum myndum, búnum
o.l. um at venda sær til Kyndil á
Tlf. 210298 ella 274344
Postverkið hevur í
vikuni givið út fýra
nýggj frímerki, har
myndevnið er
drunnhvíti
Í frágreiðing til útgávuna
verður greitt eitt sindur frá
hesum fuglinum, sum í
størstan mun heldur til í
Nólsoy.
Drunnhvítin (hydrobates
pelagicus) er sera tevsamur,
og hjálpir tað honum at
finna föðsluna og um nátt-
ina reiðrið, tá ið hann kem-
ur inn aftur av havi. Á landi
sæst hann bert á reiður-
staðnum, ið vanliga er í
onkrari urð.
Drunnhvíti er svartur um
allan kroppin uttan á drunn-
inum. Hann er hvítur, so
fuglurin ber navnið við sær.
Drunnhvíti er sum grátít-
lingur til stöddar og er mill-
um minstu fuglar, ið liva úti
á havi. Hann er 16 cm til
longdar, flogið er 37 cm og
hann vigar um 27 g.
Drunnhvíti eigur ymsa-
staðni í Föroyum, tó mest í
Urðini í Nólsoy. Summir
meta, at ongastaðni í heimi
er so nógvur drunnhvíti til
sum har. Útbreiðsla hansara
er millum Lofot, Ísland og
Skotland.
Her í Föroyum eru um
30.000 drunnhvítar ring-
merktir, og vita vit tí, at teir
halda til á havinum uttan-
fyri Suðurafriku.
Mat á náttartíð
Hjá drunnhvítum er árliga
gongdin tann, at fyrstu
fuglarnir koma higar sein-
ast í mai. Í juli - avgust
verpa teir reiðiliga stórt,
hvítt (og brúnblettut) egg
(um 7 g), sum teir böla í
góðar 5 vikur.
Pisan fær föði hvörja nátt
í uml. sjey vikur og gerst so
spikafeit. So rýma tey
gomlu, og millum átta og
tólv dagar seinri er hon
lætnað so mikið, at hon
sleppur á flog og kann halda
leið sína suður um Afriku.
Tvey ár seinri kemur hon
aftur og fer at reiðrast trý til
fýra ára gomul.
Sýldi drunnhvítin
Sýldi drunnhvítin er góðan
mun störri enn hin og er
eyðkendur av tí, at hann
hevur sýlt vel. Longdin er
21 cm, flogið 46 cm og
hann vigar um 45 g.
Sýldi drunnhvítin eigur,
tað menn vita, bert í Myki-
nesi og á Mykineshólmi (og
á Tröllhövda?), einir tvey til
trý túsund í tali. Á okkara
leiðum livur hann í ökinum
millum Noreg, Ísland og
Skotland. Tó er mest til av
honum
í
Nýfundlandi.
Menn halda, at hann um
veturin heldur til vestan fyri
Afriku (havöki vestanfyri
Dakar og suðureftir).
Hjá sýldum drunnhvítum er
árliga gongdin tann, at
fyrstu fuglarnir koma higar
seinast í apríl í holuna, teir
hava grivið sær.
Í mai verpa teir stórt, hvítt
egg (11 g), sum teir böla í
seks vikur. Pisan fær mat
hvörja nátt í útvið níggju
vikur og gerst so spikafeit,
at hon fær ikki flogið.
Tey gomlu rýma frá
henni, og átta til tíggju dag-
ar seinri er hon lætnað so
frægt, at hon sleppur á flog,
og ferðin suðureftir kann
byrja. Tvey til trý ár seinri
kemur hon aftur og fer at
reiðrast eini fýra til fimm
ára gomul.
Drunnhvíti kring allan heimin
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
www.sosialurin.fo