Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-10, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 108 - 10. juni 2005 Í annaðkvøld fara heims- kendir tónleikarar á pallin í Tromsø, og NRK stendur fyri framleiðsluni av send- ingini. Konserttiltakið í Tromsø, 46664 Arctic, er liður í herferðini ímóti herviligu virus-sjúkuni HIV/eyðkvæmi, sum Nel- son Mandela síðst í 2002 tók stig til. Endamálið við hesum átakinum er at peika á tann alstóra vandan í HIV- og eyðkvæmissjúkuni. 46664 var fanganummarið, sum var sett á Nelson Mandela, tá hann í 18 ár sat fangið á Robben Island. Árið eftir, í 2003, varð fyrsta 46664-konsertin hildin í Cape Town í Suður- afrika. Nú savnast heims- stjørnurnar aftur á pallin, hesaferð í Tromsø. Fyri- reikingarnar í Tromsø byrj- aðu í fjør, men leingi var spurningur settur við dygd- ina á hesi konsertini. Fleiri røddir úr norsku fjølmiðl- unum mettu, at nøvnini ikki vóru nóg kend og alt ov lít- ið lokkandi. Men fyri tveimum vikum síðan kunngjørdu fyrireikararnir, at Annie Lennox og Peter Gabriel komu at luttaka á konsertini. Somuleiðis vitj- ar Nelson Mandela Tromsø hetta vikuskiftið, og norska krúnprinsessan Mette Marit hevur eisini játtað at luttaka á konsertini. Sølan hevur gingið væl, roknað verður við, at konsertin verður út- seld - tá eru uml. 15.000 at- gongumerkir seld. Konsert- in verður sjónvarpað í fleiri enn 50 londum. Sam Lowry er ein lítil syrg- in embætismaður á kunn- ingarmálaráðnum í einum marrukendum diktaturstati har eyga verður hildið við øllum borgarunum alt døgnið. Tá gerandisdagurin gerst alt ov marrukendur droymir Sam seg burtur. Í dreymunum er hann ein romantisk hetja við veingj- um, sum í hvørjum dreymi bjargar eini dárandi vakrari dreymagentu. Men at liva undir einræðisstýri er fram- haldandi torført. Øll stýris- skipanin í statinum verður stýrd av einari høvuðsteldu. Ein dagin ger teldan eitt mistak, ið hevur við sær at óseki borgarin, Harry Buttle, verður avrættaður. Sam Lowry fær til uppgávu at hyggja nærri eftir málin- um. Í hesum máli hittir hann ta vøkru Jill Layton, hendan er júst hon, ið hann hittir í dreymum hansara. Tað kemur fram, at Jill hev- ur samband við uppreistrar- sinnaða blikksmiðinum, Harry Tuttle, ið av statinum er eftirlýstur fyri at gera svart arbeiði. Og tað var Tuttle, sum í veruleikanum skuldi avrættast, men teld- an gjørdi jú eitt mistak. Brádliga er Sam partur av eini størri uppreistrarrørslu, og dreymur hansara, um at verða ein vøkur hetja, fánar alsamt, sum veruleikin ger um seg. Í staðin er hann nú - uttan at hann sjálvur vil tað - ein fíggindi av statin- um, og eitt vakið eyga verð- ur hildið við honum. Mandela-konsert 46664 Arctic Á NRK leygarkvøldið kl. 19.55 Brazil Tey luttakandi á konsertini: • Peter Gabriel • Annie Lennox • Brian May • Johnny Clegg • Noora Noor,Tommy Tee og Stephen Simmonds • Earth Affair • Adjagas • Madrugada • Saybia • Razorlight • Robert Plant and the Strange Sensation • Jivan Gasparyan • Thomas Dybdahl • Samsaya • Madcon • Zucchero • Ane Brun • Sharon Corr • Angelique Kidjo • Bongo Maffin • Kaizers Orchestra • Anneli Drecker Annie Lennox, Peter Gabriel og Nelson Mandela vitja Tromsø hetta vikuskiftið Við: Sam Lowry: Jonathan Pryce. Jill Layton: Kim Griest. Harry Tuttle: Robert De Niro. Jack Lint: Michael Palin. Spoor: Bob Hoskins.Warren: Ian Richardson. Eugene Helpman: Peter Vaughan. David Warner og Ida Lowry: Katherine Helmond. Leikstjórn:Terry Gilliam. Tá gerandisdagurin gerst alt ov marrukendur droymir Sam Lowry (Jonathan Pryce) seg burtur. Í dreymunum er hann ein vøkur romantisk hetja við veingjum Terry Gilliam hevur leikstjórnað hesum sci-fi/skemti- filminum frá 1985 Á Kanal 5 sunnukvøldið kl. 23.00