leygardagur 11. juni 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Söslalurin
Nr. 109 - 11. juni 2005
NU BYRJAR FÓROYSKI
VIRÐISBRÆVAMARKNAÐURIN
Mikudagin 15. juni, verður fyrsta føroyska fyritökan skrásett á Virðisbrævamarknaði Føroya. Tad er Atlantic Petroleum, ið letur seg
skráseta og harvið er sjótul settur á söluna av föroyskum partabróvum á Virðisbrævamarknaði Føroya.
Síðan stovnan í ár 2000, hevur
Virðisbrævamarknaður Føroya
(VME) skråsett fimm føroyskar låns-
brævarødir vid Føroya Landsstyri
sum útgevara. Nu er tíðin komin til
at kunna bjóða partabrov og harvið
er ein veruligur partabræva-
marknaður veruleiki í Føroyum.
Nevnd og samstarv
Partafelagið Virðisbrævamarknaður
Føroya (VMF) varð stovnað 7.
november 2000. Útgevarar,
íleggjarar, meklarar og myndug-
leikar stovnaðu felagið. Í nevndini í
VMF eru fimm fólk. Hon verður
vald soleiðis, at teir fýra
stovnararnir, velja hvar sítt umboð.
Landsbanki Føroya stendur fyri
fyrisiting felagsins.
VMF virkar í samstarvi við íslendska
virðisbrævamarknaðin, ICEX.
Tókniliga verða fóroysku virðis-
brøvini skrásett í donskum krónum
á íslendska marknaðinum (ICEX) og
útgivin á danska virðisbræva-
sentralinum (VP).
Úrtgka fyri allar Føroyar
Endamálið við VMF er at reka ein
virðisbrævamarknað fyri fóroysk
virðisbröov. Málið er at skapa
meirvirði fyri allar áhugabólkarnar í
felagnum og fóroyska samfelagið
sum heild.
Útgevarar fáa lættari hendur á
kapitali og betri möguleikar fyri at
vaksa. Eisini verður móöguligt hjá
nýggjum vinnum at fáa kapital.
Hetta hevur stóran týdning, tá
föroyskar fyritökur skulu mennast
bæði heima og uttanlands.
Íleggjarar fáa við marknaðinum hovi
til at gera ílögur í föroyskt vinnulív
á ein tryggan hátt. Eftirlönar-
uppsparingin fer at ókjast munandi
komandi árini, og uttan, at
fðroyskar fyritökur skráseta seg á
virðisbrævamarknaði verður als ikki
móguligt, at hesin peningur kemur
fðroyska vinnulívinum til góðar.
Higartil er nógv av öðrum ílögu-
kapitali eisini farin av landinum, tí
ov lítið hevur verið, at sett pening í
her heima.
Bæði stór og smá
Fóroyskar fyritökur, ið skráseta seg
á VMF, kunnu skráseta seg bæði á
einum virðisbrævabórsi, ið setir
fyritökum strong krav, og á einum
lóggildum marknaði, ið setir fyri-
tökum linari krav.
Ávísir störri íleggjarar, eitt nú
eftirlönargrunnar, seta sum krav fyri
at keypa partabrov, at fyritökan er
skrásett á virðisbrævaborsi, og eru
stórri fyritökur tí sinnaðar at ganga
undir strong krøv fyri at verða
skrásettar á einum virðisbrævaborsi.
Smærri fyritökur kunnu hava tað
trupult við at ganga strongu
krövunum á móti, og kunnu í staðin
skráseta seg á tí loggilda
marknaðinum, ið gevur atgongd til
somu fyrimunir sum virðisbræva-
børsurin, men har fyritókurnar tó
frásiga sær ein part av störru
íleggjarunum.
Keyp og sola
Partabrov og lánsbrov verða seld og
keypt gjógnum meklarar, ið veita
holla ráðgeving í sambandi við
ílögur. Hevur tú áhuga í at keypa
foroysk virðisbrov, ert tú vælkomin
at venda tær til ein av niðan-
fyristandandi meklarum.
- Føroya Banki
- Føroya Sparikassi
- Kaupthing Virdisbrævameklarafelag
- Nordoya Sparikassi
- Suduroyar Sparikassi
Í løtuni eru fylgjandi virdisbrøv
skrásett á VMF við fylgjandi
navnavirði:
Lánsbrov
350 mió. kr. ganga út í 2005
375 mið. kr. ganga út í 2006
775 mið. kr. ganga út í 2008
430 mið. kr. ganga út í 2010
15. juni 2005 verða partabrøv hjá
Atlantic Petroleum skrásett við
marknaðarvirði á 196 mió. kr. (við
kurs 265, sum var prísurin pr. 31.12.04)
Atlantic Petroleum varð stovnað í
februar 1998, og hevur um 3.000
foroyskar íleggjarar. Meira kunning
um felagið fæst á www.petroleum.fo.
Føroysku virðisbrovini eru oll
savnaði á foroysku heimasíðuni -
www.vmf.fo - har möguleiki m.a. er
at fylgja við í prísinum á virðis-
brøvunum, fáa dagfördar upp-
lýsingar og fáa kunning um Virðis-
Þbrævamarknað Føroya.
Ø VIRDISBRÆVAMARKNADUR FØROYA
VMF + GONGIN
THE FAROESE SECURITIES MARKET
POSTBOKS 229 + FO110TORSHAVN + TEL+298 318305 - WWW.VMF.FO'
TEAM85