Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 11. juni 2005 19 Góðskuleiðari Søkt verður eftir góðskuleiðara til United Seafood á Toftum, at byrja so skjótt sum gjørligt. United Sea- food á Toftum framleiðir saltfisk til miðjarðarhavs- londini serliga Spania. Góðskuleiðarin hevur ábyrgd av hesum økjum: - Innaneftirlitsskipanin á virkinum - HACCP - Samskifti við almennar heilsumyndugleikar - Reingerð og reinføri - Heilsufrøðiligar starvsskipanir - Reglugerðir (vørulýsingar og merkingar) - Etikettskipan - Góðskuskrásetingar og góðskuskjøl - Tekniskt kundasamstarv - Klagur og klaguviðgerð - Skrásetingar og eftirlit í rakstrinum í samráð við virkisleiðaran. Fyrimun hevur umsøkjari ið hevur: - Fiskivinnuútbúgving - Teoretiska vitan um HACCP - Kunnleika til nýtsluskipanir t.d. Access, Word, Excel og Axapta - Góðan førleika í enskum máli Vit kunna bjóða: - Eitt framkomið fakligt umhvørvi - Eitt virkið og framkomið framleiðsluumhvørvi - Løn sambært avtalu Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Ivan Hansen, tlf. 447326 ella Guðrið Andorsdóttir, tlf. 355555. Umsóknin skal sendast áðrenn 1. juli 2005 til Faroe Seafood att. Guðrið Andorsdóttir Postboks 218 FO-110 Tórshavn Lýsing um matrikulering av vøtnum og áum í markatalsbygdini Sandur, sum eisini fevnir um Skopun. Til tess at staðfesta ognar- og nýtslurættindi til vøtn og áir í Sands bygd er neyðugt við eigin- dómsdómi. Í hesum sambandi hevur Matrikulstovan vent sær til Vinnumálaráðið, sum í skrivi dagf. 14. febr- uar í ár hevur givið Matrikulstovuni loyvi at matrikulera vøtnini á Sandi sambært grein 38 í løgtingslóg frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v. m. Boðað verður tí til fundar í Ungmannafelagshús- unum á Sandi týsdagin 28.juni í ár kl.11.00 at við- gera málið um ognarrættin til vøtn og áir í Sands bygd. Tá eigindómsskráin er fullfíggjað, verður matrik- ulin sendur Landsstýrinum, ið við almennari stevning leggur sak við Føroya rætt móti øllum og einum, ið hava mótmæli móti tí gjørda matrikli, og at teir í honum lýstu eigarar verða skrivaðir í tingbókina sum eigarar av óheftum eigindómi. Rættarmálið verður havt í rætti allar vanligar tingdagar,frá tí degi stevningin fyrstu ferð er lýst, og til stevnufreistin er farin. Bygdaráðini á Sandi og í Skopun skulu hvør sær velja tveir mans at hjálpa Matrikulstovuni við at greiða eigindómsviðurskiftini. Matrikulstovan, tann 10.juni 2005 Øssur Á. Midjord matrikulstjóri Universitetsútbúgvingar á Náttúruvísindadeildini Í summar verða lesandi tikin upp til tvær verkfrøðingaútbúgvingar á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Tað eru bachelorútbúgvingarnar í kolvetnisverkfrøði (eisini nevnt "Oljuverkfrøði") og ravmagnsverkfrøði (eisini nevnt "Elektro- og KT-verkfrøði"). Útbúgvingarnar eru skipaðar í modulum, og tí ber eisini til at melda seg til og taka prógv í einstøkum lærugreinum. Meir fæst at vita um útbúgvingarnar á heimasíðuni www.nvd.fo Upptøkutreytir Fyri at sleppa inn krevst stødd-,alis- og evnafrøði á ávikavist stigi A, B og C. Aðrar fortreytir kunnu koma upp á tal eftir nærri meting í hvørjum einstøkum føri. Umsóknarbløð Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni www.nvd.fo ella við at venda sær til Náttúruvísindadeildina. Umsóknir Umsóknir skulu sendast til Náttúruvísindadeild- ina, Postboks 2109, FO 165 Argir. Umsóknar- freistin er 1. juli 2005. Boð um upptøku verða givin í seinasta lagi 15. juli 2005. Meir fæst at vita um lestrarmøguleikarnar við at vitja á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni 3 í Tórs- havn ella við at ringja á telefon 352550. Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf