Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 11. juni 2005 21 Programmteknikari Søkt verður eftir útvarpsteknikara at seta skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Tann, sum settur verður, skal arbeiða á teknisku deild í útvarpinum. Arbeiðið fevnir m.a. um sendivaktir og framleiðsluvaktir. Góð 60% av senditíðini hjá útvarpinum er uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Krøv til umsøkjaran: · Gott innlit í ljóðtøkni · Hollar royndir innan útvarpstøkni · Duga at arbeiða við ljóði á teldu · Hollan teldukunnleika. Vit leggja serligan dent á, at tú dugir Windows stýriskipanir Vit kunnu bjóða: · Eitt spennandi og áhugavert arbeiði, har tú støðugt hevur møguleika fyri persónligari menning, og sleppur at brúka tíni skapandi evni · Eitt arbeiði við sera skjótari tøkniligari menning · Eitt sjálvstøðugt arbeiði, har tú í stóran mun hevur ávirkan á úrslitið Vit ynskja: · At tær dámar at arbeiða í skiftandi vaktum, eisini uttanfyri vanliga arbeiðstíð · At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og samstarva í bólki · At tú dugir at loysa trupulleikar, tá ið á stendur · At tú hevur góð samstarvsevni og kann koma við mennandi og góðum íkasti til deildina · At tær dámar at skapa nakað sjálv/ur · At tú hevur hegni at brúka tónleik í tínum arbeiði · At tú hevur kunnleika til tónleikaframleiðslu · At tú dugir at síggja fyrimunir/loysnir fram um forðingar/trupulleikar · At tú hevur stóra koyrikortið Setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið. Umsóknir skulu vera Kringvarp Føroya í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. juni kl. 12.00. Stílið umsóknina til: Kringvarp Føroya, Norðara Ringvegi, Postboks 328, 110 Tórshavn ella sum teldupost til haj@uf.fo KRINGVARP FØROYA Meiri fæst at vita við at venda sær til Hans Andor Johannesen, deildarleiðara, telefon 342000. Eitt skrivstovustarv í Fótbóltssambandinum verður við hesum lýst leyst til setan 1. juli 2005 ella eftir nærri avtalu. Møgulig málsøki: • skrivstovan • journalisering og skjalagoymsla • Skráseting av úrslitum v.m. • Dagføring og møgulig ábyrgd av heimasíðu FSF’s Vit hugsa okkum, at tú hevur: • kunnleika til føroyskan fótbólt • kunnleika til fyrisiting • góðan kunnleika til føroyskt og enskt • kunnleika til brúk av teldu • dugir at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða: Eitt fjølbroytt og avbjóðandi sjálvstøðugt starv. Lønin verður eftir nærri avtalu. Umsóknir: Umsókn við møguligum upplýsingum um útbúgving og royndir skal send- ast til: Umsóknirnar skulu vera Fótbóltssambandinum í hendi seinast 20. juni 2005. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ísak Mikladal, aðalskrivara, tlf. 211988. Fótbóltssamband Føroya Postrúm 3028, 110 Tórshavn Skrivstovustarv í Fótbóltssambandi Føroya Onnur bókin, í ævisøguni um Kaj Johannesen úr Hvannasundi, verð- ur nú skrivað, og kemur, um alt gongur eftir vild, út í heyst. Hon fer serliga at snúgva seg um krígsárini við Skálabergi og Nærabergi. Tíðina umborð á Dragabergi, Sjúrðarbergi og týska Skálabergi. Í hesum sambandi sóknast høv- undurin eftir myndum frá æviskeiði hansara. Í fyrstu atløgu hava allar myndir, sum hava nakað við virki og lív hansara áhuga. Tað verið seg myndir umborð á skipi, ikki bara myndir av Kaj, men eisini av lív- inum umborð. Myndir av monnum, sum sigldu við Kaj hava áhuga og eisini myndir umborð á trolarum, sum brøður hansara førdu. Eg havi eisini áhuga fyri myndum tiknum umborð á øðrum trolarum, av før- oyskum trolarum undir fiskiskapi. Gerandismyndir av arbeiðsgevar- anum hjá Kaj, J. F. Kjølbro, hava stóran áhuga. Liggja tit inni við slíkum myndum, so hevði eg verið ógvuliga fegin, um tit settu tykkum í samband við meg. Forlagið Hellurnar v/Jústinus Leivsson Eidesgaard Ovaragøta 1 · 188 Hoyvík Myndir til ævisøguna um Kaj vinarliga Jústinus Leivsson Eidesgaard, rithøvundur Lagaligar løtur vóru ikki nógvar hjá einum manni sum var mynstraður yvir 300 dagar um árið í eitt 15 ára skeið frá 1958 til 1964. Her er ein mynd á trolaradekki og ein á ferð uttanlands saman við konuni.