leygardagur 11. juni 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 11. juni 2005
25
Hús
snorri@sosialurin.fo
Heim
&
Eftir at vera útlærdur
sum handilsmaður,
og eftir at hava ar-
beitt í forrætningum í
Grønlandi og Føroy-
um og í laksinum,
hevur Símin Forna-
garð nú latið upp
nýggjan málinga-
handil í Fuglafirði
MÁLING
Snorri Brend
Myndir: Bárður
Fuglafjørður: - Eg ætlaði
at lata handilin upp ein
góðan dag. Tað skuldi vera
tann 5. mai í ár – ikki
sannheit 05.05.05!!
- Men so fann eg útav, at
hetta var Kristi himmals-
ferðardagur. So tað bleiv av
ongum tann dagin, sigur
Símin Fornagarð í Fugla-
firði.
Men mikudagin 04.05.05
lat hann so upp tann fjórða
Profa-handilin í Føroyum.
Og hann kann bara fegnast
um, at fólk hava tikið væl
undir við hesum nýggja til-
boðnum um máling í
Fuglafirði.
Hóast tað hevur verið
kalt í veðrinum, so er hetta
hásesong fyri uttandura
málaraarbeiði. Nú hava so
fuglfirðingar og fólk har í
nánd ein góðan møguleika
fyri at ogna sær júst ta røttu
málingina hjá Profa í
Fuglafirði.
Nú er ikki neyðugt hjá
fólki at koyra so langt, tá
málingin skal keypast. Fyrr
skuldu tey til Runavíkar,
men nú er máling at fáa
nærri enn tað.
Ísinkram og laksur
Tað stóð annars ikki máling
á nøkrum visitt-korti hjá
Símini Fornagarð, fram til
tann 4. mai í ár.
- Eg havi selt nógv ymisk
sløg av tingum í mínum
lívi. Men máling, tað havi
eg so ongatíð selt fyrrenn
nú, sigur hann.
Símin byrjaði handils-
karrieru sína hjá Thomasi
Dam í Havn, har hann í síni
tíð varð útlærdur innan
ísinkram.
Seinni hevur hann so
arbeitt í forrætningini hjá
Nordafar í Føringahavnini í
Grønlandi, eins og hann
hevur verið 12 ár í Keyps-
samtøkuni og eisini hjá
Bónus.
Tey seinastu fimm árini
hevur hann tó roynt nakað
heilt annað: Hann hevur
arbeitt við laksi hjá Vest-
laks.
So løgið tað enn kann
ljóða, so var tað júst laks-
urin sum á ein hátt gav
Símini startskotið til at
byrja við søluni av máling.
Neyðugt við handli
Sum flestum kunnugt hevur
alivinnan ikki gingið so væl
tey seinnu árini. Hetta sóu
teir eisini hjá Vestlaks. Og
hetta sá eisini Símin Forna-
garð.
- Tað sá ikki so gott út, og
tað var altíð ein vandi fyri,
at eg kundi gerast arbeiðs-
leysur, sigur ein altíð bros-
andi Símin.
Tá tað so vísti seg, at
eingin málingahandil varð í
Fuglafirði eftir nýggjar í ár,
sá hann hetta sum ein
møguleika
fyri
einum
framtíðar starvi hjá sær.
- Ja, eg metti tað ikki vera
rætt, at eingin handil av
slíkum slagi var í býnum,
sigur hann.
Símin setti seg í samband
við Profa í Danmark. Og
hagani varð leyst og liðugt
beinanvegin. Hann gjørdist
limur í Profa, og ein miku-
dag fyri góðum mánaði
síðani lat hann dyrnar upp á
fyrsta sinni í heimbýnum.
Nøgdur
Hóast stutt er fráliðið so er
kortini líkt til, at fólkið í
býnum og har í nánd eru
fegin um henda nýggja
handilin.
- Jú, undirtøkan hevur
verið góð. Eg visti ikki,
hvat eg kundi væntað at
kundum. Men eg eri í øll-
um førum nøgdur, sigur
Símin.
Profa-handilin í Fugla-
firði er einasti málinga-
handil
har
nærhendis.
Timburhandilin á Kambs-
dali selir eisini máling, men
skuldu fuglfirðingar annars
keypa sær máling í einum
málingahandli,
so
var
nærmasti handilin tann í
Runavík. Her í Fuglafirði
fæst bæði innandura og
uttandura
máling,
bátamáling og tapet, eins
og gólvbelegningur.
Hinir Profa-handlarnir í
Føroyum eru í Runavík,
Havnini og á Tvøroyri.
– Ein málingahandil
mátti koma her
Selja sethús
í hópatali
Hækkandi prísurin á set-
húsum hava nú fingið dan-
ir at keypa nýggj týpuhús
sum ongatíð áður. Og
húsasølurnar, tær hava
góðar dagar.
Við yvirskriftum, sum
t.d. "Vit byggja uppá títt
hugflog" og "Úr bústaðar-
dreymi
til
veruleika",
royna hesar sølur at fáa
kundarnar til júst at keypa
hús, sum tær bjóða fram.
Líkt er til, at danir veru-
liga hava givið hesum lýs-
ingum ans, ikki minst or-
sakað av lágu rentuni til
nýggj sethús.
Størsta húsasølan í Dan-
mark, Lind&Risør, hevði í
fjør eitt yvirskot uppá 93
mió. kr. út frá einum um-
setningi uppá 718 mió.
Yvirskotið er nærum trí-
faldað seinastu trý árini.
Felagið keypti í heyst
120 grundøki í Taastrup. Í
løtuni byggir felagið 80
sethús og 40 randarhús.
Fyrsta byggistig er longu
selt.
Dreparasnigl-
arnir rigga til
Gongur sum ætlað - ella
ikki ætlað! - sleppa vit
neyvan undan at hitta
dreparasnigilin aftur í ár.
Hesin snigil er helst
komin hendavegin við inn-
fluttum plantum. Í okkara
fuktiga veðurlagi hevur
snigilin fáar natúrligar
fíggindar, og sær tí út til at
trívast sera væl.
Í Noregi gera tey eisini
klárt til henda snigilin. Har
hava tey latið upp eina
heimasíðu, sum gevur góð
ráð um, hvussu ein skal
sleppa undan hesum ódjór-
inum.
Heimasíðan eitur
www.brunsnegler.com.
Her verður víst á, at besti
háttur at sleppa av við
snigilin er framvegis at
heinta teir við hond, og
síðani beina teir burtur.
- Eg hevði ikki droymt um at eg nakrantíð skuldi selja máling, sigur Símin Fornagarð í Fuglafirði