Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-11, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. juni 2005síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 11. juni 2005 51 HEILSANIR Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum tykkum, sum mintust til mín á konfirmatiónsdegi mínum 24. apríl 2005. Heilsan Oddvør Vang, Kvívík Góði, fitti Húni Hjartaliga tillukku við 6 ára føðingardegnum í dag. Vónandi fær tú ein góðan dag ynskja vit, mamma, pabba, Jónas og Alisa Góða, fitta Marta Elisabet Hjartaliga tillukku við 2 ára degnum 12. juni. Jesus pápi signi teg. Heilsan omma og abbi í Miðvági og gubbarnir Hr. Andersen Her er tú ungur og grønur, nú bara grønur. Lukku og gleði á tínum 70 ára degi 15. juni. Alt gott verður ynskt tær. Heilsan gita nú Hans Olaf Andersen, Lopra Góði abbi og svigarabbi. Hjartaliga tillukku við 70 ára føðingardegnum 15. juni. Alt gott verður ynskt tær í framtíðini. Kærar heilsanir frá okum í BMW-bilinum. P.S. Góðan túr við Norrønu Tú situr so eina, hevur hug at sveima! Bát og neyst, er tað ikki best! Onkuntíð á sofuni liggur, og bara hyggur. Ein túr við bili má fara, tí gekkahjólið vil sleppa at snara. Nei, einki er at vinna, so gullið, tú sjálvur má spinna. Bát og neyst tú ei kann fáa, men royna at internetið náa. Í telduni eina løtu siti, og er um at missa vitið. Vit bert tillukku, tillukku vildu senda, tí má hetta fáa ein enda. Heilsan vit í Tippinum Ja, handan var góð! Góði abbi, hjartaliga tillukku við 70 ára degnum. Alt gott verður ynskt tær. Eisini ein heilsan til ommuna. Góðan túr við Norrønu. Heilsan Vinny Góða, allarbesta Thurid omma Betur seint enn ongantíð, ha? Hjartaliga tillukku við føðingardegnum, sum var 27. mai. Eg elski teg. Muss. Ronja Hjartaliga takka fyri gávur og heilsanir á konfirmatiónsdegi mínum 13. mars 2005. Blíðar heilsanir Sandra Góði Hákun og góða Jastrid Tillukku við føðingardøgunum 8. og 9. juni Ynskir langomma / mamma Góði hr. Andersen 70 ár tú nú er. Onga rukku man ser. Onki grátt hár er at finna. Um- borð á Norr- ønu tit nú for- svinna. Heilt vekk kunnu tit ikki fara. Tí tlf. hevur svarað. Tá heimaftur tit venda, bollar í suppuni enda. Henda rundferð nú er at enda og vilja vit føðingar- dagsheilsan senda. Alt gott verður ynskt tær. Kærar heilsanir frá honum og mær