Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juni 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 118 - 24. juni 2005 Jóansøkufestivalur- in fer av bakka- stokki leygardagin og alt tykist ganga væl við fyrireiking- unum til fyrsta jóansøkufestivalin, ið hevur góðan tón- leik, góðan mat og góðan dans aftaná festivalin at bjóða FESTIVALUR dagfinn@sosialurin.fo Jóansøkufestivalurin fer nú inn í fyrireikingar- vikuna av álvara og festi- valdagurin nærkast. Men alt gongur væl við fyri- reikingunum til festival- in, sum verður í skúla- garðinum á Tvøroyri, sum verður skrýddur og gjørdur nýtiligur til enda- málið. Umframt góðan tónleik frá AS Sweet, Nylon, Makrel, Deja Vu, The Dreams, Paradox, Guðr- un og eini rúgvu av øðr- um føroyskum tónleik- arum, verður góður matur og drekka at fáa á festi- valøkinum, siga fyrireik- ararnir. Festivalurin verður skipaður við tveimum pallum, einum stórum og einum minni palli. Eftir stóra festivaltiltakið, verður dansur í høllini í Trongisvági, at tiltikni bólkurin Revival fer á pallin, og teir borga fyri lívligum dansi. Bussar koyra eftir festivalin til dansin. Forsølan av atgongu- merkjum er byrjað og fáast tey á kunningar- stovunum í Suðuroynni, í Tangabúðini, á Flogvøll- inum, á Fjørukrønni í Vestmanna og á Statoil- støðunum í Klaksvík, Saltangará, í Gundadali, á Tvøroyri og í Vági. Heimasíðan hjá Jóan- søkufestivalinum er nú virkin og eitur hon www.joansokufestivalurin.com Matur, dansur og festivaltónar Írski yrkjarin, Seamus Heaney, ið vann Nobels viðursløn innan bókmentir í 1995, og Liam O’Flynn, tann altjóða viðurkendi "uilleann piper" spælarin, verða at hoyra á Listastevn- uni í ár. Hetta verður einasta framførslan hjá teimum í 2005, hetta bert av tí at teir báðir hava djúpan persón- ligan áhuga í Føroyum. Síðsta ár í mai vóru teir báðir og framførdu ymsa staðni í Íslandi, og henda ferðin eydnaðist sera væl. Tó iðraðu teir seg um, at tað ikki lá fyri at koma til Føroyar. Men nú verður tað so! Verkætlanin, ið Seamus Heaney og Liam O’Flynn fara at framføra í Føroyum, kallast "The Poet and The Piper", og her fer Seamus Heaney at lesa yrkingar aftur við pípuspælinum hjá Liam O’Flynn. Yrkingarnar hjá Seamus Heaney bera dám av per- sónligum minnum, og eru merktar av hansara írska arvi og landslagnum í Norður Írlandi. Tann "uilleann" pípan, sum Liam O’Flynn spælir uppá, er ein keltisk sekkjapípa, lík tí skotsku. Ein munur á teim- um báðum er tó, at uilleann pípan er betri hóska til inn- dura spæl. Teir báðir hava arbeitt hart fyri at fáa yrkingarnar hjá Heaney og spælið hjá O’Flynn at passa saman á rætta hátt. "Tað er ein ynd- islig, dugnalig framførsla, ið er verd at lurta eftir ferð aftan á ferð," verður sagt um fløguna, ið teir hava spælt inn saman www.claddaghrecords.com Seamus Heaney og Liam O’Flynn spæla í Norður- landahúsinum 8. august kl. 19.30. Fleiri upplýsingar um Listastevnuna eru at fáa á www.listastevnan.com Eitt av tiltøkunum, sum Vestmanna Ítróttarfelag skipar fyri, og sum eftir- hondini er vorðið ein fastur táttur, er jóansøkubálið á sandinum inni á Fitjum. Soleiðis verður aftur í ár! Viðrar leygardagin 25. juni skipar Vestmanna Ítróttarfelag fyri jóansøku- báli við hesi skrá: · Ponyríðing verður frá kl 1700 · Annars verður byrjað kl 1800 · Pylsur verða grillaðar _ eisini fæst okkurt lesk- andi · Sungið verður úr grønu sangbók · Lutaseðlar verða seldir Nógvir góðir vinningar, m. a. uttanlandsferð, gávukort og útferðir · Kl 19:30 heldur Karl A. Olsen, borgarstjóri, røðu. Bálið verður tendrað kl. 20 ella seinni, sigur Vest- manna Ítróttarfelag. Jóansøka í Vestmanna Nobel virðisløntur yrkjari á Listastevnuni