Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. september 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 182 - 22. september 2000 Nr. 182 - 22. september 2000 Góða Birita Tað er so ógvuliga svárt at seta seg niður at skriva minningarorð um teg, tú, sum eigur at vera ímillum okkum. Hevði tú verið á lívi í dag, so hevði dagurin í dag 22. septembur verið tín føðingardagur, og tú hevði ivaleyst hildið føðingardagin fyri øllum tínum floksfeløgum. Men í ár mugu vit so halda tín føðingardag uttan teg, og hetta verður ógvuliga tungt. Tú vart bert trý ár, tá ið eg kom at kenna teg. Mamma tín var deyð, og tað var pápi mín eisini, so at pápi tín og mamma mín funnu saman. Ì byrjanini var alt ikki so gott, tí at ein so stór broyting í lívinum er ikki so nemm at takla, men tá ið ein tíð var farin, bleiv alt gott, og vit funnu væl útav tí. Tá ið vit fingu eina lítla systir, vóru vit ógvuliga glað, og so hildu vit, at nú fór alt at vera gott, men so var ikki. Altíð hevði tú okkurt at takast við Birita, og tú strálaði sum ein sól hvønn dag. Har sum tú vart, vóru allar vinkonurnar, hetta kom av, at tú altíð vart blíð, og visti altíð okkurt at gera. Skótalívið dámdi tær væl, og tú vart ein sera íðin skóti. Um summarið, tá ið sólin skein, fóru vit niðan við ánni og niðan í ein hyl, sum har lá, og tað vardi ikki leingi, fyrrenn tú vart útií og svam. Tú Birita, sum av øllum skuldi doyggja, er slett ikki til at fata, og tað klári eg heldur ikki at fata tann dag í dag. Tú fekk influensu, men hvat var tað at vera bangin fyri ? Tað er jú so vanligt at fáa influensu, so at vit gjørdust ikki bangin, tá ið tú bleivst sjúk. Tú bleivst løgd inn á sjúkrahúsið, tá ið tú bleivst sjúkari, og har doyði tú so ein dag aftaná. Tú hevði fingið virus í hjartað. Hetta var rættuliga óvanligt, og læknarnir kundu einki gera við tað. Tá ið boðini komu um, at tú ikki longur vart ímillum okkum, fekk eg sjokk, og fekk næstan ikki staðið á mínum egnu beinum fyri sorg. Hetta var ringasti dagur í lívi mínum. Hvør hevði væntað tað, at tú kundi doyggja, tú sum altíð vart full av lívi og sum næstan aldrin var sjúk. Pínan, eftir at tú ikki ert ímillum okkum meira, Birita Mohr f. 22. september 1989 – d. 6. mai 2000 Tað var ein keðiligur dagur tá vit frættu at Birita, okkara góða vinkona, var deyð, tað hugsaðu vit ikki um, tá hon fór úr skúlanum sjúk. Tað er so ringt at skriva um okkara góðu vinkonu Biritu, vit minnast nógvar góðar túrar vit hava verið saman við tær og tær nógvu løturnar tá vit hava sovið saman og svomi í deyvahyli, ikki at gloyma teir dagarnar, vit hava sovið í telti saman við tær og tá vit vóru í Vík og Skúgvi og suðri, Selatræ og Hvalvík. Í dag hevði tað verið ein serligur dagur, tí tú hevði haft tín 11 ára føðingardag í dag. Saknurin er stórur, minnini goyma vit í hjørtunum, og tú verður ongantíð gloymd. Góðu Leivur, Anna Rúna, Durita, Rani, Hildigarð, Sigrið, ommir og abbar, tit hava mist tykkara elskaðu Biritu. Jesus pápi hjálpi okkum í hesi sváru tíð. Við hesum fáu orðum, vilja vit lýsa frið yvir minnið um vinkonu okkara Biritu. Turið og Sóley Minningarorð um Biritu Mohr fødd 22/9-89 deyð 6/5-2000 er størri enn nøkur pína kann vera. Eg spyrji næstan hvønn dag, hvussu tað ber til, at akkurát tú skuldi fara frá okkum, men sjálvandi fáa vit ikki svar uppá henda spurning. Tú hevur altíð verið ein góð systir, sum eg elskaði sera høgt, og mær leingist ógvuliga illa eftir tær. Tað gongur ikki ein dagur her í húsinum hjá okkum, har ið vit ikki hugsa um teg, Birita. Tú ert í huga og hjørtum okkara bæði dag og kvøld, og tað fert tú eisini altíð at vera. Sjálvt um tað virkar sum stutt tíð, síðan tú fórt frá okkum, eru tað heilir 4 mánaðir síðan, og tað er slett ikki til at fata. Fólk halda kanska, at vit næstan eru komin yvir teg Birita, men har fara tey skeiv. Fyri hvønn dag sum gongur, leingist mær meira og meira eftir tær, og sorgin veksur alsamt. Men ein dag so fara vit at hyggja aftureftir við sorgblídni. Eisini skal eg heilsa frá systir tíni Duritu, sum eisini saknar teg ræðuliga nógv, og sum ongantíð fer at gloyma teg. Heilsan systir tín Hildigarð JAN MÜLLER Bretska ráðgevandi fyritøk- an í oljuvinnuni, Wood Mackenzie hevur júst gjørt eina frágreiðing um 1. før- oysku útbjóðingina. Tað var annars henda fyritøkan, sum Oljufyrisitingin brúkti sum ein av ráðgevunum, tá fyri- reikingarnar vórðu gjørdar til 1. útbjóðing. Í frágreið- ingini er sett upp, hvat tey ymsu feløgini hava fingið tilluttað og gjørd er talva, sum vísir, hvørji feløg hava fingið mest osfr. Víst verður á, at sera stórur áhugi hevur verið fyri tí sokallaða „Gull- horninum“, og hetta hevur gjørt, at eingin hevur fingið júst tað hann hevur biðið um. Tí eru eisini nógv loyvi givin í hesum lutvíst lítla økinum, ið eru jarðfrøðilig løg, sum eru lík teimum við Foinaven og Schiehallion keldurnar. Umleið 70% av tí økinum, sum er boðið út, eru ikki við í tillutaðu loyv- unum. Men verða fund gjørd í tí mest áhugaverda økinum, so kann lættliga henda, at áhugin fyri økj- unum bæði norðan og eyst- anfyri „Gullhornið“ fara at vekja áhuga, sjálvt um basalt er at finna her. Frá- greiðingin nevnir eisini møguleikan fyri at gera gassfund í økjunum við tjúkkum basalti og vísir í hesum sambandi á tey gass- fund, sum eru gjørd á bretskum øki. Frágreiðingin vísir eisini á møguleikan fyri, at Coni- val-fundið, sum varð gjørt á bretskum øki (men sum enn einki ítøkiligt er frætt um, blaðm.) kann ganga inn á føroyska lisensøkið niðri í „Gullhorninum“. Í niðurstøðuni síni sigur fyritøkan, at nógv bendir á, at 1. føroyska útbjóðingin er sera væleydnað. Fleiri feløg søktu um lisens enn talið av feløgum, sum fingu tillutað loyvi, og eingin um- søkjari fekk júst alt tað, hann søkti um. Kappingin um teir „heitu“ teigarnar endaði við, at nøkur av fel- øgunum fingu als einki av tí, sum tey søktu um. Har- aftrat kemur, at loyvi eru eisini givið uttan fyri „heitu“ teigarnar, hóast man veit lítið um møguleikan at finna kolvetni her og hóast har eru tjúkkar basaltfláir, sum seta stór tøkniliga krøv. Eisini verður víst á, at fel- øgini hava bundið seg til at bora 8 brunnar, sum er meira enn ein brunnur uppá loyvið. Wood Mackenzie sigur at enda í niðurstøðu síni, at verða oljufund gjørd í før- oyskum øki er møguleiki fyri, at hesi kunnu verða bundin í framleiðsluútbún- aðin (flótandi framleiðslu- skip) á Foinaven og Schie- hallion keldunum á bretsk- um øki. Og verða fundini rættiliga stór er sannlíkt, at framleiðsluloysnir kunnu verða settar upp á staðnum. Víst verður eisini á møgu- leikan, nú BP hevur gjørt av at leggja gasrørleiðing frá Foinaven og Schiehalli- on til lands, at møgulig gassfelt á føroyskum øki tætt uppat markinum, kunnu knýtast í komandi BP rørleiðingina. Í frágreiðingini verður annars upplýst, at bretar hava gjørt av at útseta teirra 19. útbjóðing vestan fyri Hetland tvs. m.a. hinumegin føroyska markið, til í ár 2002. Hetta kemur helst sera óvart á bretskan olju- ídnað, sum hevði vónir um, at útbjóðing fór at vera seinni í ár. Útbjóðing er longu vorðin útsett í eina tíð. Orsøkin er tann, at bretskir myndugleikar mugu til at tillaga umhvørv- isreglurnar til eitt ES-direk- tiv. Føroyska oljuútbjóðingin væleydnað -Verða gassfund gjørd á føroyskum øki nær markið, so er ikki óhugsandi, at hesi kunnu verða knýtt í komandi gassrørleiðingina, sum BP hevur avgjørt at leggja frá feltunum Foinaven og Schiehallion og til lands stendur m.a. í frágreiðing frá eini bretskari ráðgevandi fyritøku í oljuvinnuni, har tað eisini verður sagt, at føroyska útbjóðingin hevur verið sera væleydnað. Hinvegin hava stóru olju- feløgini BP og Shell nýliga avdúka stórar íløguætlanir fyri bæði Atlantsmótið og Norðsjógvin, nakað, sum kemur sera væl við hjá bretska oljuídnaðinum. M.a. verður nú av álvara farið undir at byrja fram- leiðslu frá risastóra oljufelt- inum Clair vestan fyri Het- land. Tað fer so óbeinleiðis eisini at fáa týdning fyri leit- ing við Føroyar. Meiri virk- semi í økinum nærhendis kann vera við til at menna samlaða infrastrukturin og íløguhugin í øllum økinum, sum so aftur kann gagna leiting og framleiðslu hjá okkum. At koma í sosiala neyð man vera eitt tað ringasta, einum menniskja kann vera fyri. Kortini er sosial neyð ein veruleiki í dag, sum ikki slepst undan. Síðstu tíðina hava vit hoyrt um heimleys, ið ongastaðni hava at fara. Umstøðurnar at røkja tey, ið sálarliga eru illa fyri, eru heldur ikki nóg góðar. Og hvør tekur um endan, tá okkara gomlu hava røkt og hjálp fyri neyðini? Øll bera seg undan, og eingin vil taka ábyrgd av, at onnur hava tað ringt. Jú, víst siga øll seg hava viljan at hjálpa, men verri er vorðið, tá okkurt skal henda. Størsti trupulleikin er, at øll tey mongu, ið vilja hjálpa, ikki sleppa at hjálpa. Hóast viljin er til staðar, er einki at gera. Sum støðan er, liggur øll sosial ábyrgd og allur sosialur avgerðarrættur hjá landsstýrinum, tað vil siga hjá landsstýrismann- inum við almanna- og heilsumálum. Hetta má broytast og tað ongantíð ov skjótt, tí fólk við tørvi á hjálp, fáa hana ikki. So leingi kommunurnar verða settar á síðulinjuna, verð- ur hetta støðan. Serliga í høvuðsstaðn- um kennist sosiala neyðin sum eitt øki, har stórur Fjølmiðlarnir eru ógviliga fegnir um, at hvønn týs- morgun er áhugaverdur tíð- indafundur úti í Tinganesi um ymiskar spurningar, sum arbeiðsbólkar í grund- lógarnevndini fáast við. Tað má eisini vera vælsignað at vita, at tað er bara hvønn týsmorgun møta upp í Tinganesi og so fáa eitthvørt áhugavert at undirhalda lurtarar og lesarar við í fleiri dagar (teir neyðars hyggj- arar ber tíverri ikki til at taka við). Og tað er ikki eiti á biti at seta tenninar í úti í Tinganesi, tí tað eru sanni- liga bæði djúptgangandi og háflúgvandi evni, sum verða havd á lofti. Frá fólkinum – fyri fólkið? Hesir tíðindafundir skulu vera eitt lið í arbeiðinum hjá grundlógarnevndini at kunna um og elva til orða- skifti um tey grundleggj- andi virði, sum skulu festast á blað sum aðalmál hjá Før- oya tjóð. Tað er sera týdningarmik- ið, at hetta eydnast væl. Tí ein grundlóg eigur at verða viðgjørd út í æsir, og hon eigur at vera fólksins lóg og fólksins ogn. Skal ein grundlóg hava týdning, skal hon lúka hesa treyt: Frá fólkinum – fyri fólkið. Sjálvt um tað kann tykist sum tíðindafundirnir eru eitt stig á hesari leið, havi eg nakrar kritiskar viðmerk- ingar til hesar tíðindafundir. Og okkurt uppskot til ar- beiðið hjá grundlógar- nevndini, so ein komandi grundlóg ikki verður virkað til og latið fólkinum sum eitt frøðingaavrik úr Tinganesi. Hvør eigur tíðindafundirnar? Táið fjølmiðlarnir siga frá, at ”grundlógarnevndin” skipar fyri tíðindafundi, er hetta ikki heilt rætt. Tað eru teir serfrøðingarnir, sum vera kallaðir ”formenn” í arbeiðsbólkunum undir grundlógarnevndini, sum halda tíðindafund. Avgerðin er ikki tikin á fundi í grund- lógarnevndini. Hvørki um at tíðindafundirnir skulu haldast, hvussu teir skulu skipast, ella hvat skal leggj- ast fram. Hetta er heldur ikki avgjørt í arbeiðsbólk- unum. Í hvussu so er ikki í teim 7 arbeiðsbólkunum, har eg sjálvur eri limur. Í ongum teirra hava vit gjørt nakrar niðurstøður at leggja fram alment, og vit hava ikki valt nakran framsøgu- mann at leggja fram alment okkara vegna. Fyri tað kann tað vera áhugavert at hoyra og lesa, hvussu ”formenninir” út- leggja tað, sum hevur verið til umrøðu í arbeiðsbólkun- um. Men mær dámar ikki mannagongdina, og kenni tað sum hava serfrøðingarn- ir tikið yvir. Tað eigur at rættast upp, tí annars er tað ein vælvirkandi arbeiðshátt- ur í nevnd og arbeiðsbólk- um, har samstarvið millum serfrøðingarnir og tey fólkavaldu umboðini hevur riggað sera væl — fyri ikki at tala um tað smidligu og kveikjandi leiðsluna hjá skrivara og nevndarfor- manni. Smíða grundlóg uppá forhond Eg var ein teirra, sum ikki tók undir við uppskotinum hjá landsstýrinum at seta nevnd at gera nýggja grund- lóg. Grundgevingarnar vóru fleiri. M.a. at tað var onki høpi í at seta seg at smíða eina grundlóg fyri eitt full- veldisríki uppá nakkan á Føroya fólki - áðrenn fólkið var eftirspurt um sína støðu – og áðrenn nakar yvirhøv- ur visti hvørjar broytingar skuldu gerast í stjórnarstøðu Føroya. Hetta hava vit nú eisini fleiri ferðir verið noydd at sanna í hesi góðu nevnd, tá vit hava verið í teirri tápuligu støðu, at skula viðgera viðurskifti, sum ongin hevur ánilsi av hvussu tey fara at vera skip- að í framtíðini. T.d. um før- oyskan ”landshøvding” ella forseta, ella føroyskt uttan- ríkisvald, ella føroyskt her- vald o.s.v. Fáur tekur fullveldis- ætlanina fyri fult Vit hava eisini mangan havt tað løgnu støðu í arbeiðin- um í grundlógarnevndini, at tað eru umboðini fyri and- støðuna, tvs. Javnaðarflokk- in og Sambandsflokkin, sum higartil hava møtt best upp og eru tey mest virknu í nevndararbeiðinum. Tað hevur mangan undrað meg. Vit eru eisini komin í tað løgnu støðu, at hóast vit í grundlógarnevndini eru sett at smíða grundlóg fyri eitt fullveldisríkið, so tykist fáur longur at taka hesa full- veldisætlanina fyri fult – man spyr bara eftir, hvat alternativið man fara at vera. Og tjakið lagar seg nú eisini meira eftir tí, hvussu vit kunnu hava gagn av ar- beiðinum í grundlógar- nevndini, hóast onki full- veldi verður á hesum sinni. Ein føroysk grundlóg í ríkisfelagsskapinum Landsstýrið vildi billa okk- um inn frá byrjanini, at grundlógin er einans nakað sum hevði við fullveldið at gera. Frá sjálvum arbeið- inum í grundlógarnevndini vita vit nú, at hetta er lygn. Tað ber væl til og kann vera til stórt gagn við serstakari føroyskari grundlóg í eini sjálvstýrisskipan, har Før- oyar verða ein javnbjóðis partur við hinar í einum fel- ags ríki. Hetta er í hvussu so er drívmegin hjá Javn- aðarflokkinum í grundlóg- arnevndini. Grundlógarnevndin eigur at loysa frá landsstýrinum Grundlógarnevndin er ein nevnd, sum løgtingið hevur sett. Hon er ikki ein nevnd hjá hasum landsstýrinum, hóast alt er skipað, sum var tað so: Grundlógarnevndin heldur til úti í Tinganesi. Har eru fundarhøli og skriv- stova hjá formanni og skriv- ara, á loftinum omanfyri løgmann og varaløgmann. Hvørja ferð man kemur har á fund, vassar man millum fólkið á løgmansskrivstovu og uttanlandsdeild. Bræv- høvdið hjá grundlógar- nevndini er landsstýris- brævhøvdið. Heimasíðan hjá grundlógarnevndini er ein samskipaður partur av fullveldisheimasíðini hjá landsstýrinum. Og teldu- posturin hjá grundlógar- nevndin hevur somu adr- essu sum hjá landsstýrinum. Grundlógarnevndin eigur at flyta úr Tinganesi Hetta býðir mær nógv ímóti, tí eg haldi ikki at grundlógarnevndin eigur at dálkast av tí ørskapi í full- veldismálinum, sum hevur tikið yvirhond á løgmans- skrivstovu og uttanlands- deild. Grundlógarnevndin er ein óheft nevnd, sett við løgtingslóg, og eigur onki at hava við landsstýrið at gera. Til tess at undirstrika og tryggja hetta – og ikki minst fyri at fáa virðing millum fólkið fyri sínum virksemi – eigur grundlóg- arnevndin at loysa seg úr øllum landsstýrissaman- hangi og gerast veruliga sjálvstøðug. Tí eigur grundlógar- nevndin at flyta úr Tinga- nesi. Skrivstovuhøli eiga at finnast til til formannin og skrivaran aðrastaðni í Havnini. Fundarhøli hevur Løgtingið frammanundan, har sum hini nevndarfund- arhølini eru. Skipa eitt breiðari forum fyri orðaskiftinum Onnur stig eiga eisini at vera tikin til tess at fáa eitt alment orðaskifti um tey mál, sum grundlógarnevnd- in viðger. Tíðindafundirnir nytta ikki nógv til tess. Hóast teir eru væl og virði- liga umtalaðir í fjølmiðlun- um, so kemur onki tjak burt- urúr. Hetta kundi verið rokkið á annan hátt, nevni- liga við at skipa eitt serligt tjakforum, har tvey panel vóru sett yvir av hvørjum øðrum - annað umboðandi grundlógarsmiðirnar sjálv- ar, tvs. politikarnir og ser- frøðingarnir í nevndini, og hitt umboðandi eitt breitt forum fyri øll tey ymisku áhugamálini í fólkinum. Tað kundi verið umboð fyri løntakarar og arbeiðsgevar- ar, útróðrarmenn, fiskimenn og reiðarar, kommunufelag og býarfelag, meginfelag teirra brekaðu, eldraráðið, ungdómsráðið, umboð barnanna, umboð fyri list- og mentunarheimin, skúla- verkið, rættarskipanina, kirkju- og trúarlívið, vís- indaheimin, ítróttarlívið o.s.fr. o.s.fr. Hesi kunnu fáa eitt orðaskifti ígongd, sum kann røkka út í hvønn krók. So vit kundu vit komi nærri tí málinum, at ein komandi føroysk grundlóg verður frá fólkinum - fyri fólkið. Hans Pauli Strøm, umboð fyri Javnaðarflokkin í grundlógarnevndini Grundlógarnevnd í leysum lofti Orðaskifti: Eingin sosial ábyrgd tørvur er at gera nakað. Men tað ber ikki til, so leingi sosiala ábyrgdin ikki eisini liggur hjá Tórs- havnar kommunu. Nú er nóg mikið tosað og tosað uttanum: Ræðið á sosialu ábyrgdini skal leggjast út til kommun- urnar, tí annars er eingin loysn á alsamt vaksandi sosialu neyðini í eygsjón! Kommunalur vilji er góð- ur, men so leingi hann er bundin av landsstýrinum, er eingin bati. Og bata skulu vit eisini síggja á hesum øki, við ella uttan hjálp frá landsmyndug- leikunum. Hesum vil eg arbeiða fyri! Heðin Mortensen valevni fyri Sambandsflokkin til Tórshavnar Býráð