Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 • leygardagur • 25. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo HB kann framvegi s møta Liverpool Vinnur HB dystir- nar móti litavisku meistarunum, verður tað eftir øll- um at døma Liver- pool, sum bíðar í næsta umfarinum LUTAKAST Jákup Mørk Spenningurin í HB- leguni var øgiligur und- an lutakastinum hjá UEFA, tá tað fríggja- dagin varð drigið um, hvussu innleiðandi dystirnir í Champions League kappingini skuldu setast saman. Einamest snúi spenn- ingurin seg um, hvørt tað skuldi eydnast HB at fáa Liverpool sum mót- støðulið, nú verjandi meistararnir fingu ein møguleika at verja heitið, hóast laku støð- una í ensku kappingini í ár. Men tann dreymurin brast mest sum alt fyri eitt. Liverpool var fyrsta liðið, sum varð drigið úr pottinum, og teirra mót- støðulið gjørdist TNS úr Wales. HB fekk í sín lut litav- iska Kaunas, sum teir eisini hittu fyri tveimum árum síðani. Tað ferðina vunnu litavar samanlagt 5-1, men kanska hevur HB eina eyka gularót hesaferð. Vinnarin av dystinum millum HB og Kaunas skal nevnliga spæla móti vinnaranum av Liverpool-TNS! Eisini B36 og NSÍ vóru at finna í pottinum hjá UEFA í dag. Luta- kastið til UEFA-Cup kappingini var tó ikki á skránni fyrr enn beint eftir evstamark okkara, og eydnaðist tí ikki at fáa útfallið av hesum við í dag. Julian hevur slitið krossbandið Landsliðsspælarin verður lagdur undir skurð hósdagin í komandi viku, og hann verður ikki at síggja á vøllinum aftur í hesum árinum SKADDUR LANDSLIÐSSPÆLARI Jóannes Hansen Julian Johnsson verður ikki at síggja aftur á vøllinum í ár. Ikki sum B68 spælari og harvið heldur ikki sum landsliðsspælari. Tá ið B68 síðsta leygar- dag vann 4-1 í Leirvík, varð Julian noyddur at taka seg av vøllinum, tá ið bara fimm minuttir vóru farnir. Í samanbresti við mótstøðu- leikara hevði hann fingið ein løst í knæi. Í vikuni varð hann kannaður, og á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn varð hós- dagin staðfest, at kross- bandið í øðrum knænum er slitnað. Julian skal leggjast undir skurð hósdagin í komandi viku. Eftir skurðviuðgerð, sum hevur við krossbandið at gera, er stóra avbjóðingin uppvenjingin. Julian hevur fingið at vita, at tað er møguleiki fyri, at hann eftir ársskiftið kann fara undir aftur vanliga fótbóltsvenj- ing. Næsta hálva árið fer tað at snúgva seg um grundvenjingina, sum er neyðug eftir sovorna skurðviðgerð. Tá ið Føroyar og Írland spældu landsdyst herfyri, var Julian Johnsson, sum er 30 ára gamalur, fyri 61. ferðina á landsliðnum. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum í 1995. - Vit harmast um, at tað skuldi ganga soleiðis hjá Juliani, og vit vóna sjálv- andi, at alt fer at laga seg, sum tað skal, tá ið hann í næstu viku fer at verða lagdur undir skurð. Julian hevur altíð verið í góðari venjing, og eg ivist onga løtu í, at hann fer at gera alt, sum tað ber honum til, fyri at koma fyri seg aftur sum fótbóltsspælari. Men í fyrstu atløgu ræður tað um hjá honum at vinna førleik- an aftur, sigur Niclas Dav- idsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag. Julian hevur síðani árs- skiftið verið spælandi venjari á Toftum. Talan er um tvey ára sáttmála, og Julian er sinnaður at fara undir aftur venjarayrkið so skjótt, sum tað fer at bera honum til. B68 spælir á heimavølli í dag toppdyst ímóti FS Vágar2004. Tá fer Aksel Højgaard, sum hevur verið hjálparvenjari hjá Juliani, at standa fyri liðnum. John og Anderson hjálpa til Næstu vikurnar er nógv á skránni hjá B68. Sama dag sum Julian Johnsson skal leggjast undir skurð, skulu teir spæla finalu í kapping- ini um FSF steypið. Dyst- urin verður í Gundadali ímóti B71. 6. og 24. juli skal B68 spæla hálvfinalu í kappingini um Løgmans- steypið. Mótstøðuliðið verður ÍF. Ætlanin hevur verið, at John Petersen skuldi koma til Toftir at spæla um eina stóra viku. Nú er hetta framskundað. John vandi fyrstu ferð á Toftum hós- kvøldið, og hann verður á liðnum í dag. Harafturat er nú greitt, at brasiliumaðurin Anderson mánadagin skal koma aftur til B68. Í fjør var Anderson toppskjútti hjá B68. Í vár var hann nakrar vikur á Toftum, áðrenn hann hálv- an apríl fór avstað aftur. Nú er avrátt, at hann skal koma aftur henda vegin. Fyribils er avtala gjørd um samstarv í ein mánað. Julian Johnsson verður eftir øllum at døma ikki at síggja á vøllinum aftur í ár. Seinasta vikuskifti noyddist hann skaddur av vøllinum, og nú er dómurin, at krossbandið er slitið Eins og fyri tveimum árum síðani skal HB spæla móti litaviska Kaunas Dystir um vikuskiftið Formula-deildin 25.06 TB-EB/S Páll Augustinussen 25.06 VB-KÍ Birgir Sondum 26.06 NSÍ-GÍ Eiler Rasmussen 26.06 ÍF-B36 Dagfinn Olsen 2. deild 24.06 Royn-Sumba Georg Rasmussen 25.06 B36-B71 Jens P. Brattalíð 25.06 AB-HB Hans F. Hansen 25.06 LÍF-GÍ Ransin N. Djurhuus 25.06 B68-FSV04 Petur Reinert 3. deild 26.06 VB-ÍF Milan Cimburovic 26.06 NSÍ-EB/S Rúni Gaardbo 26.06 Skála-Fram Jón S. Gleðisheygg 26.06 HB-SÍ Jónleif Frederiksen 26.06 KÍ-B68 Edvard Højgaard Steypakappingin kvinnur hálvfinalur 26.06 B36-GÍ Laurits í Króki Inter-Toto 25.06 Tampere Utd.-Skála