leygardagur 25. juni 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 25. juni 2005
21
Tey vilja ikki leggja árarnar inn
Á Tvøroyri hevur tað
ikki eydnast at fáa
dreingir og menn at
rógva kapp í ár. Tey
hava gott mót um
Firvald við kvinnum á
Jóansøku, og tey halda
áhugan fyri alva-
róðrinum vera ábend-
ing um, at tað ikki fer
at síggja so heilt galið
út í framtíðini
FROÐBIAR SÓKNAR
RÓÐRARFELAG
Jóannes Hansen
Tað plagar at roynast væl
við kappróðrinum á Trong-
isvágsfirði. Í hvussu so er
tá ið tað ræður um karmar-
nar og róðrartíðina. Tað
vóna og rokna tey við, at
tað eisini fer at gera hesa
ferð. Eini 70-80 fólk hava
seinastu dagarnar verið við
í fyrireikingunum, og í
góðveðrinum fyrrapartin í
gjár vóru tey komin undir
land. Men tey høvdu ikki
ætlanir um at brúka báðar
teir føstu startirnar, sum
RSF formaðurin fyrr í
vikuni segði, at ætlanin var
at brúka. Róðrarsambandið
hevur annars sent báðar
startirnar suður.
- Tað plagar at ganga væl
at leggja bátarnar her. Vit
hava sagt við teir í Róðrar-
sambandinum, at vit ikki
síggja nakra orsøk til at
brúka báðar startirnar, og
okkum líkar ikki at fara
undir roynd, sum vit ikki
hava gjørt áður. Tað hava
tey í Róðrarsambandinum
tikið til eftirtektar. Tað ræð-
ur um at hava roynt fólk og
bátar við stórari maskin-
orku at halda startinum upp
á pláss, og tað halda vit
okkum hava.
Tað er Súnhild Holm,
formaður í Froðbiar Sóknar
Róðrarfelag, sum greiðir
soleiðis frá. Hon hevur ver-
ið formaður seinastu fýra
árini. Í 1989 var hon partur
av Firvalda manningini,
sum vann FM heitið. Eftir
at hava búð nøkur ár í
Danmark, fluttu hon og
familjan aftur til Føroya og
Suðuroyar.
- Tá ið eg hoyrdi lýsing í
útvarpinum, sum segði, at
boðað varð til fundar í
róðrarfelagnum her suðuri
við tí dagsskrá at avtaka
felagið, helt eg, at tað kundi
ikki vera rætt. Eg hevði
einki ímóti at vera við til at
geva ungum møguleika fyri
sama upplivilsi, sum eg
hevði havt í kappróðrinum,
tá ið eg var ung. Eg møtti
upp á fundinum og varð
vald til formann. Síðani
hava vit arbeitt við at menna
kappróðurin her suðuri. Í
fyrstu atløgu ræður tað um
at halda tørn um tað, sum er,
og so vóna vit, at tað skal
ganga rætta vegin.
Hvussu gongur so?
- Um vit meta út frá hug-
inum og viljanum at hjálpa
til í sambandi við jóansøku-
róðurin, so kunnu vit ikki
gremja okkum. Tað stendur
ikki á at fáa fólk, og tey
flestu hava nógvar royndir
og vita, hvat tað snýr seg
um. Men í gerandisdegnum
høvdu vit fegin viljað havt
fleiri at tikið eitt tak við
okkum. Vit eru fá, og tað
hevði avgjørt komið væl
við, um vit høvdu verið
fleiri.
Eingi mannfólk
Tað var tann tíð, tá ið 10-
mannafarið á Tvøroyri var
við til at seta dám á kapp-
ingina millum 10-manna-
førini. Suðuroyingur vann
nógv í 50unum og 60unum.
Men síðani farið varð at
kappast um FM eftir tí
leistinum, sum hevur verið
galdandi síðani 1973, hevur
tað ikki eydnast Suðuroy-
inginum at vunnið, og tað
er púra vist, at Suðuroying-
urin fer ikki at vinna í ár.
Tað sær heldur einki út fyri
næstu framtíðini.
- Tað gongst illa at fáa
mannfólkini her suðuri at
rógva. Ein partur av veru-
leikanum er, at nógv av
unga fólkinum flytir skjótt
burtur, og so verður tað
sagt, at kappingin frá fót-
bóltinum er ov stór. Vit
royndu í vár at fáa dreingja-
manning umborð á Firvald,
men tað eydnaðist ikki.
Heldur ikki tá ið vit royndu
at manna 5-mannafar sam-
an við vágbingum og øðr-
um í oynni. Um kappróðr-
inum skal verða liv lagað
her suðuri, so er neyðugt
við samstarvi, og tað eru
dømi um, at tað eydnast.
Millum Firvalda manning-
ina við kvinnum eru fýra úr
Hvalba. Vit vóna og vænta,
at tað fer at hilnast væl hjá
teimum á Jóansøkuni. Í
Hósvík vóru tær óhepnar
og stýrdu skeivt. Kortini
endaðu tær á fimta plássin-
um. So nú eru vit spent
uppá, at tær skulu verja ær-
una hjá okkum, sigur Sún-
hild Holm.
Í alvaróðrinum luttekur
Firvaldur við gentum, og
tað eru tvær uppaftur yngri
manningar við gentum,
sum venja og kanska skjótt
fara at kappast. Men hjá
mannfólkunum
er
tað
knívskorðið.
- Tað er sama skilið í
Vági. Har eru tað eisini
genturnar, sum rógva kapp.
Vágbingurin venur norðan-
fjørðs. Eg havi skilt, at
tríggir vágbingar, sum ar-
beiða í Havnini, eru partur
av manningini, men annars
eru tað bara kvinnur og
gentur, sum rógva kapp her
suðuri, sigur Súnhild Holm.
Góðar umstøður
Froðbiar Sóknar Róðrarfel-
ag hevur góðar umstøður.
Neystið er ikki so stórt, men
tað er í góðum standi. 10-
mannaførini bæði standa
aðra staðni, tí tað er ikki
pláss fyri teimum. Í neyst-
inum standa tvey nýggj 5-
mannafør har - Firvaldur og
Hulda - men bara annar bát-
urin er mannaður. Tó lut-
tekur Hulda í kappingini
millum old girls.
- Vit hava góðar umstøð-
ur at venja undir. Í neystin-
um hava vit rógvimaskinur
og kondisúkklur. Vit royna
at leggja okkum eftir at fáa
børnini og tey ungu at
venja og harvið fáa hug at
luttaka í kappróðrinum, og
okkara størsta ynski er, at
dreingirnir aftur skulu vera
við til at manna bátarnar.
Men hetta er ikki nakað,
sum broytist eftir einum
degi, og tá ið arbeiðið
hongur á ikki so nógvum
herðum, so kann tað so
skjótt broytast. Men vit
royna og vóna tað besta.
Umframt í 1989 so hava
genturnar umborð á Fir-
valdi vunnið FM í 1977,
1978 og í 1979. Dreingirnir
vunnu í 1977.
Snopprikkur, sum hoyrir
heima í Hvalba, vann vann
FM í kappingini millum 6-
mannafør við monnum í
1998. Smyril úr Vági vann
somu kappingina í 2002 og
í 2003. Síðani tá er einki
FM steyp komið til Suður-
oyar.
Tey eru fleiri, sum hava
góð minni frá kappróðrin-
um har suðuri. Millum
teirra er Maibritt úr Hørg,
sum býr í Sumba, men sum
er ættað úr Hvalba. Hon var
við til at vinna gull við
Firvaldi, og nú hava tey í
Froðbiar Sóknar Róðrar-
felag heitt á hana um at
handa steypini seinnapartin
í dag.
- Ofta hevur tað víst seg,
at róðrarfólkini hava hugs-
að meiri um Smyril og at
sleppa norður aftur, enn tey
hava hugsað um steyp og
heiðursmerkini. Í dag vera
stundir
at
taka
ímóti
steypunum. Smyril fer ikki
av Drelnesi og yvirum
fyrrenn klokkan er farin av
sjey. Tað hevur skiparin
lovað okkum, sigur Súnhild
Holm, sum ikki ivast í, at
kappróðurin fer at verða
liðugur í góðari tíð.
- Klokkan plagar ikki at
vera farin nógv av fimm, tá
ið róðurin plagar at vera
liðugur. Hesa ferð er ætlan-
in at alvaróðurin millum
dreingir skal vera klokkan
14.15, og at old girls eisini
skulu rógva áðrenn klokkan
trý, tá ið vit vóna, at start-
skotið til dreingjaróðurin
skal vera. Tað skal ganga
skjótt eftir at 5-mannaførini
við gentum eru liðug, tí
kvinnurnar skulu umborð. Í
tí sambandinum hava vit
riggað eina flótibrúgv til,
sum bara er til júst hesa
skiftingina. Drátturin er
innanfyri Delta. Har er ein
dráttur fyri bátarnar, sum
skulu á sjógv, og ein fyri
bátarnar, sum skulu upp á
land, so vit halda, at um-
støðurnar eru so frægar,
sum tær kunnu vera. So vit
ynskja øllum góðar jóan-
søkuróður, sigur Súnhild
Holm, formaður í Froðbiar
Sóknar Róðrarfelag.
Saman við øðrum eldsál-
um stríðist hon fyri at halda
lív í og bera kappróðurin á
Tvøroyri, har jóansøkuróð-
urin er á skránni í dag.
Higartil hava tær ikki lagt
árarnar inn, og tað hevði
verið framúr, um kvinnur-
nar umborð á Firvaldi, sum
í fjør fleiri ferðir vóru
nummar tvey og try, og
stórliga vórðu fagnaðar, tá
ið tær komu til hús aftur
eftir at hava vunnið á Vest-
anstevnuni.
Sambært hagtølunum fyri
dystirnar hetta vikuskiftið,
so skal B36 rokna við í
minsta lagi einum javn-
leiki, tá teir fara til Fugla-
fjarðar. VB hevur í nógvar
mátar havt gott tak á KÍ,
har teir enntá hava vunnið
tey trý seinastu árini, og í
Runavík hevur NSÍ takið,
hóast talan hevur verið um
javnar uppgerðir. Eisini
siga somu hagtøl, at TB
hevur havt tað gott á heima-
vølli móti EB/Sreymi.
So er spurningurin bara,
um hagtølini kunnu brúkast
til so nógv. Hvussu er og
ikki, so sýnir talvan, hvussu
tað hevur gingist, tá mót-
støðuliðini um vikuskiftið
hava
spælt
tilsvarandi
dystirnar seinastu 10 árini.
-jm
Tølini tala
- Ein partur av veruleikanum er, at nógv av unga fólkinum
flytir skjótt burtur, og so verður tað sagt, at kappingin frá
fótbóltinum er ov stór, sigur Súnhild Holm
Mynd: www.drekin.fo