Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 25. juni 2005 23 Hús snorri@sosialurin.fo Heim & Garðsbúðin... altíð ein vitjan verd... Ráð og avrek á sama staði Kanna húsini áðrenn innflyting Norsk tøl vísa, at heili 40 % av nýggjum húsum hava feilir ella manglar, sum ein keypari fyrst sær, tá húsini eru yvirtikin. Tí er neyðugt at brúka góða tíð at fara um húsini frammanundan innflyting- ini. Tað er sera týdningar- mikið, at tann sum keypir eini nýggj hús gongur gjøgnum tey saman við byggiharranum og entre- prenørinum. Alt skal vera eftirhugt. Við lógini í hondini kanst tú – í Noregi, í øllum førum – krevja, at allir feilirnir verða rætt- aðir, ella at tú fært av- sláttur í prísinum. Ráðini eru fyrst og fremst galdandi fyri íbúðir og raðhús í størri byggi- ætlanum. Ert tú sjálvur byggiharri, eigur tú at ansa munandi betri eftir hesum. Sjónligir feilir á yvir- flatum, hurðum og vind- eygum kann ein vanliga ikki gera galdandi, eftir at ein er fluttur inn. Brúka tí góða tíð at fara um húsini áðrenn yvirtøkuna, og set krav fram um, at sjálvt teir minstu feilirnir verða bøttir. Tá tú yvirtekur húsini er týdningarmikið at tú kannar, um feilirnir eru rættaðir nøktandi. Um ikki, so er bara at klaga av nýggjum. Her er ein listi yvir nøk- ur av teimum tingunum, sum tú eigur at kanna áðrenn yvirtøkuna av ein- um bústaði: Yvirflatur Listar Skáp Fugur Stikk-kontaktir Hurðar og vindeygu Ljós Vatn og wc Ventilasjónin Ringiklokka Um gólv og veggir eru í plan Køkin Góða eydnu við nýggju húsunum! sb. Garðsbúðin kann bjóða fólki hent ráð, tá arbeiðast skal í urtagarðinum, ella tá flísar skulu leggjast á GARÐSRØKT Snorri Brend Hoyvík: - Tú, hvat skal eg sáa í grasplenuna? Riggar hetta slagið? Vit eru í Garðsbúðini við Vegin Langa í Hoyvík, har eitt av starvsfólkunum, Rúna Egholm er í ferð við at hampa nakrar av blóm- unum, ið skulu setast fram til kundarnar at keypa. Meðan vit práta kemur tann fyrsti kundin inn. Hann hevur í hyggju at gera nakað við grasplenu sína, sum ikki sær ov gott út í summar, og vil tí fegin hava ráð frá Rúnu. Og tey fær hann. – Eg havi tíverri ikki fingið ta brosjyruna, sum hoyrir til hetta. Men um tú bíðar eitt sindur, so skal eg skaffa tær hesar upplýs- ingar. – Teir eru her í eini bók. Eg skal bara kopiera burtur úr henni, - tað tekur mær tvey sekund, sigur Rúna Egholm. Hetta er triðja árið, hon starvast í Garðsbúðini hjá Balslev, og tað er eitt ar- beiði, sum henni dámar sera væl. Serliga hesa tíð- ina, nú alt byrjar at spretta og spíra Ráðgeving eftir árstíðini Júst hetta við at hava onkran at ráðgeva seg, er nakað sum nógv gera brúk av í Garðsbúðini. Í slíkum førum er gott at hava ein serkønan á stað- num, tí Rúna er uppruna- liga útlærd sum anlegs- gartnari og hevur flísar sum serøki. Og spurningarnir hon fær eru flestallir bundnir at árstíðini. Um várið spyrja nógv fólk um, hvussu tey skulu sleppa av við mosan í gras- plenuni. Nú, vit eftir røttum áttu at havt sól og summar, spyr fólk um, hvussu tey gera sær ein urtagarð við blómuteigi og við flísum. Tá komið er longur út á summarið, og tá fólk byrja at fáa summarfrí, er eitt av høvuðsevnunum, hvussu ein kann gera sær ein hugnakrók í garðinum. Onnur vilja vita, hvussu ein ger leðhegn, har møguleiki kann verða fyri at grilla ein góðveðursdag. Spurt verður eisini, hvussu ein kann arbeiða við moldini á besta hátt, tá fólk nú hava tíð at arbeiða í urta- garðinum, og hvussu ein ger sær eina grasplenu. Krukkur og blómur Tey seinnu árini eru krukk- urnar so líðandi vorðnar alt betri og betri umtókar mill- um manna. Krukkurnar fáast í mongum støddum, og tí kunnu fólk velja sær júst ta støddina, sum tey ynskja sær. Nógv seta tær á terassuna heima við hús, og seta síð- ani eina planting í við 5-6 ymiskum blómum. Og tí er tað sera hugaligt og vakurt hjá fólki at hyggja eftir. Hinvegin so verða eisini seldar hópurin av blómum, trøum og staudum millum ár og dag. Nógv keypa sær summarblómur, tí tey, her og nú ynskja at prýða okk- urt í garðinum heima við hús – til ein føðingardag, í samband við prógvhandan ella til stevnu. Hesar summarblómurnar halda bara tað eina árið. Tað stuttliga við hesum blómum er, at tær eru før- oyskar. Garðsbúðin fær tær nevniliga frá vakstrarhús- unum í Sandavági og á Tvøroyri. Hesar blómurnar eru kortini heldur viðbrek- nar, tí tær tola ikki at standa í gjóstri, men tær tola hin- vegin betri at standa í vindi. Øðrvísi er við staudun- um, sum blóma aftur og aftur, og tí kunnu verða fólki til gleði meiri enn ta einu ferðina. Krukkurnar eru so líðandi vorðnar sera væl umtóktar millum manna. Tær fáast í fleiri støddum, og væl liggur fyri at planta summarblómur í krukkurnar Mynd :Bárður Rúna Egholm er útlærdur anlegsgartnari, og royndirnar frá hesum fáa kundarnir í Garðsbúðini góða nyttu av Mynd: Bárður