Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

øðrum flogfari. Tey fóru beina leið umborð á Dannebrog, sum bíðaði á Sørvági, og mánamorgunin byrjaði almenni parturin av ferðini, tá ið tey komu í land í høvuðsstaðnum. Løgmaður helt talu fyri teimum kongligu, og hann siteraði millum annað eina av skaldsøgunum hjá William Heinesen. Kongsfamiljan vitjaði millum annað í Tinganesi, í løg- tinginum, í Dómkirkjuni, á Margarinfabrikkini, hjá Færøernes Kommando og á Landssjúkrahúsinum. Margretha drotning legði eisini grundarsteinin til nýggju kirkjuna, sum skal byggjast í Hoyvík. Mánakvøldið vóru tey í Norðurlandahúsinum, har tey vóru á konsert og sóu nýggjan føroyskan móta, áðrenn galladøgurði var í húsinum. Har hildu løgmaður og drotningin røður, og røðan hjá drotningin gjørdist næstu dagarnar eitt evni í fjølmiðlunum, tí onkur helt, at drotningin hevði verið ov politisk í sínari røðu. øka í køldum veðri marligum klæðum veitrar til fólk, sum vóru komin at taka ímóti, g lendu í Challenger-flogfarinum. Eina løtu seinni lendi flogfari. Av trygdaráðum flúgva tey ikki í sama flogfari Hóast veðrið kundi verið betur, vóru nógv fólk til móttøkuna í Havn mánamorgunin Borgarstjórin í Havn heldur røðu fyri kongshúskinum. Sosial- urin hevði eisini gjørt serligt skelti at bjóða Mary vælkomnari Nakað av vindi var í Havn, og hatturin hjá drotningini fór á flog, men hon var ikki ráðaleys og fekk skjótt hattin á høvdið aftur við einum smíli Heindrikur prinsur var í rætta essinum, tá ið tey dansaðu føroyskan dans, og hann helt eisini fyri á tíðindafundinum, at tað var sera stuttligt at dansa Mary og Fríðrikur heilsa upp á ein ferføttan uttan fyri løgtingshúsin Krúnprinsaparið spákar fram við Miðlahúsinum í Vágsbotni