Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 119 - 25. juni 2005 Húsavørður Til at røkja bygningarnar hjá kommununi og taka sær av viðlíkahaldi, verður søkt eftir húsavørði. Starvsøkið fevnir um viðlíkahald av øllum byg- ningum og ognum hjá kommununi. Harafturat kann roknast við nakað av fyrifallandi arbeiði á ymsu stovnunum hjá kommununi. Tað er ein treyt, at umsøkjarin hevur viðkomandi handverksliga útbúgving. Umsøkjarar við royndum frá líknandi størvum hava fyrimun. Vit vænta, at húsavørðurin er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni. Tað er ein treyt, at umsøkjari hevur koyri-kort til bil. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 44 10 12. Umsóknir saman við viðkomandi skjølum og møg- uligum viðmælum, skulu verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 7. juli 2005. Umsóknirnar skulu sendast til: Gøtu Kommunu við Gjónna 2 Postboks 40 511 Gøtugjógv RÆTTING: Skrivstovunæmingur Til kommunuskrivstovuna, verður søkt eftir skrivstovunæmingi. Umsøkjari við FHS ella HH prógvi hevur fyrimun.Vit vænta okkum ein næming, sum er fyrikomandi, er vanur at arbeiða við teldu,hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Talan er um eitt fjøltátta arbeiði, har møguleiki er fyri at nema sær kunnleika innan almenna fyrisiting, bókhald, v.m. Fleiri upplýsingar um fáast við at venda sær til skriv- stovu kommununnar. Seinasta freist at senda inn umsókn saman við prógvum og møguligum ummælum er fríggjadagin 15. juli 2005. Gøtu Kommuna við Gjónna 2 Postboks 40 511 Gøtugjógv RÆTTING: Les til verkfrøðing Í summar verður tikið upp til tvær verkfrøðinga- útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini á Fróð- skaparsetrinum.Tað eru bachelorútbúgvingarnar í kolvetnis- og ravmagnsverkfrøði ("Oljuverkfrøði" og "Elektro- og KT-verkfrøði"). Útbúgvingarnar eru frá í summar styttar, so tær nú taka 3 ár ístaðin fyri sum higartil 31/2 ár. Hetta samsvarar rákinum uttanlands, har bachelorút- búgvingar verða skipaðar sum 3 ára universitets- útbúgvingar. Útbúgvingarnar eru skipaðar í modulum, og tí ber eisini til at melda seg til og taka prógv í einstøkum lærugreinum.Meir fæst at vita um útbúgvingarnar á heimasíðuni www.nvd.fo. Upptøkutreytir Fyri at sleppa inn til verkfrøðilestur krevst stødd-, alis- og evnafrøði á ávikavist stigi A, B og C. Aðrar fortreytir (t.d. maskinmeistaraútbúgving) kunnu koma upp á tal eftir nærri meting í hvørjum einstøkum føri. Umsóknarbløð Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni www.nvd.fo ella við at venda sær til Náttúruvísindadeildina. Stakgreinalestur innan lívfrøði Í heyst verður eisini undirvíst í hesum lærugrein- um innan bachelorútbúgving í lívfrøði: Lívevna- frøði, Arva- og mýlislívfrøði, Almenn smálívfrøði, Kyknulæru og Vistfrøði á landi. Til ber at melda til seg hesar lærugreinir. Umsóknir Umsóknir skulu sendast til Náttúruvísindadeild- ina, Postboks 2109, FO 165 Argir. Umsóknarfreistin er 1. juli 2005. Boð um upptøku verða givin í sein- asta lagi 15. juli 2005. Meir fæst at vita um lestrarmøguleikarnar við at vitja á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni 3 í Tórs- havn ella við at ringja á telefon 352550. Søkt verður eftir pedagogi til Frítíðarskúlan í Runavíkar kommunu Frítíðarskúlin heldur til í Gomlu læknahúsinum á Heiðavegi 22 Saltangará. Frítíðarskúlin er nor- meraður til 37 børn. Starvið,sum er 20/25 t.v.,verður flokkað á lønarstigi 10-16 og er tíðaravmarkað frá 10.august 2005 fram til 31. juni 2006. Vit ynskja at umsøkjarin: • er áhugaður at arbeiða við størri børnum • er íðin, nærlagdur og álítandi • hevur góð samstarvsevnir • hevur umsorgan og virðing fyri børnum Starvið verður sett 10. august ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at tosa við Jastrid Weihe, leiðara á tlf. 448594 lok 12 ella 216630. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndum, skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 6. juli 2005. Runavíkar Kommuna Sosiala deild Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará Útbjóðing Vegna Kirkjuráðið í Gøtu verður við hesum boðið út í almenna lisitatión, arbeiðið í samband við umvæl- ing av gomlu kirkju í Norðragøtu. Arbeiðið fevnir í stuttum um skiftan av flagtekju og klædning á torninum. Lisitatiónin verður á Sp/F Teknistovuni í Gøtu týs- dagin 19. juli 2005 kl. 14.00. Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast til í seinasta lagi týsdagin 28. juni kl. 12.00. við at gjalda kr. 5.000,- í veðhaldi á konto nr. 6460-165 7404 í Føroya Banka. Veðhaldi verður afturgoldið, um útbjóðingartilfarið verður aftursent í seinasta lagi eina viku eftir lisitatiónina. Sp/F Teknistovan v/Jens Kl. Jacobsen og Henning Olsen Ráðg. byggifrøðingar FO-510 Gøta Tlf. 442105 - Fax. 442107 e-mail: klement@post.olivant.fo Lærlingur Vit sóknast eftir einum røskum lærlingi at byrja sum skjótast. Ein við SIT ella líknandi kann hava fyrimun. Nærri fæst at vita við at ringja til okkara ella støkka inn á gólvið. Hógv Handilsvirki Oman á Sand 15 660 Søldafjørður Tlf. 441963 ella 741963 hogv@hogv.fo