leygardagur 25. juni 2005síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 25. juni 2005
51
Olsen, Dreingjakórið syngur.
Innsavnan. Drekka verður
aftaná. Sunnudagsskúlin er
farin í summarfrí.
Getsemane, Klaksvík
Fríggjakvøldið kl. 20.30 er
ungdómsmøti.
Ongin sunnudagsskúli er
sunnudagin.
Sunnudagin kl.18.00 er
familjumøti.
Tú ert hjartaliga vælkomin!
Soli Deo Gloria
Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti.
Aglow, Klaksvík
Møti verður á Soli Deo Gloria
leygarkvøldið kl. 20.00. Allar
kvinnur eru hjartaliga væl-
komnar.
KFUM og KFUK í Klaksvík
Fríggjakvøldið kl. 22.00: opið
hus.
Sunnudagin kl.14.00: sunnu-
dagsskúli kl.17.30 bønarløta
kl.18.00: møti við Hanus
Simonsen.
Ungdómsmøtið kl. 21.00.
Øll hjartaliga vælkomin.
www.kuff.fo
Gamli skúlin í
Hvannasundi
Møti verður í gamla skúla
sunnudagin kl.18.00 við Pól
og Petur Kristian
Jóhannessen. Øll eru
hjartaliga vælkomin
Missiónshúsið á Tvøroyri
Í sambandi við Jóansøkuna
verður skipað fyri sangløtu
sunnukvøldið kl. 22.00.
Jóansøkan !!!
Útimøtir við Glasstovuna
leygarkvøldið og sunnu-
kvøldið kl. 19.00.
Øll eru vælkomin.
Felagið Tórshavn
GONGUTÚRUR
Leygardagin 25. juni verður
náttartúrur: Árnafjall og
Heinanøvuna í Gásadali. Farið
verður av Kunningarstovuni
kl. 20.00. Havið heit og góð
gonguklæðir og ein matpakka
við. Túrurin er langur, tungur
og brættur í støðum. Tilmeld-
ing.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagin 27. juni:
kl. 10-10.30: Fimleikur, Sonja
Danielsen
Týsdagin 28. juni:
kl. 10-11.30: Vit syngja
saman við gestum úr
Mosfellsbær í Íslandi.
Óli Vang.
Hugnaløta verður í kjallaran-
um aftaná.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
kl. 10-17: Opið hús.
Mikudagin 29. juni:
Tilhaldið STONGT.
Túrur til Runavíkar. Úr
Steinatúni kl. 10.00. Vitja
fornminnissavnið á Glyvrum.
Døgurði á Sjócaféini. Vitja
Runavíkar kommunu kl.
14.00. Aftur í Havn umleið.
kl. 17.00.
Kostnaður 250 kr. gjaldast
áðrenn farið verður.
Hósdagin 30. juni:
kl. 10-17: Opið hús.
Fríggjadagin 1. juli:
kl. 10-17: Opið hús.
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna seg
vælkomin.
Tilhaldið Hugnin
í Sandoy
er opið mánadag og mikudag
frá kl.- 14 til 17. Báðar dagar-
nar er drekkamuður at fáa.
Bløðini eru eisini til taks. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Mánadagin 27. juni: Um
viðrar, fara vit at henta og
pressa blómur. Klæðið
tykkum í at fara út.
Mikudagin 29. juni: Vit
arbeiða víðari við blómunum.
Hetta er eisini seinasti dagur
áðrenn summarsteðgin. Lýst
verður í bløðunum nær vit
byrja aftur.
Dagtilhaldið Fløvi
Í Kvinnufelagshúsinum á
Glyvrum. Tlf. 448279. Allir
pensionistar eru hjartaliga
vælkomnir. Opið er mánadag
til fríggjadag kl. 15 – 18.
Hvønn dag er ein góður
drekkamuður at fáa. Bløðini
eru altíð til taks. Somuleiðis
kort og spøl. Tú ert vælkomin
at hava títt egna hondarbeiði
við. Andakt verður lisin hvønn
dag.
Vága Pensionistafelag
Vit skipa fyri tiltøkum nakrar
ferðir um árið. Kundi tú hugs-
að tær at vita meira um felag-
ið ella at gerast limur, kanst tú
venda tær til, formannin: Frits
Jacobsen, tlf. 332053 ella ein
av nevndarlimunum.
Eldrahugni á Tvøroyri
Er á kafeteria í høllini í
Trongisvági hvønn onsdag í
líkaviku frá kl 15.00 til 18.00.
Bilur fæst til staðið við at
ringja 371069 eftir kl. 13.
Dagtilhaldið í Vági
er hvønn týsdag og tórsdag
frá kl. 15 til 18. Øll eru
vælkomin.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 319630.
Kennir tú føroying í Keyp-
mannahavn, ið hevur tørv á
vitjan ert tú vælkomin at seta
teg í samband við Reyða
Kross Føroya, Bryggjubakki
10, 100 Tórsh.
tlf. 319630/61 655400.
Spælistovan
í meinigheitshúsinum
er í summarfrí frá 1. juli til
5. september 2005. Tá verður
spælistovan í Margarinfabr-
ikkini.
AA-fundir í Havn
Tinghúsvegur 37
Mánadag: kl. 20.00–21.00
Týsdag: kl. 20.00–21.00 Stóri
bókafundur
Mikudag: kl. 20.00–21.00
Stiga- og siðafundur
Hósdag: kl. 20.00–21.00
Fríggjadag: kl. 20.00–21.00
og kl. 22.30–23.30
Leygardag: Opin fundur
kl. 09-10, kl. 17.00–18.00 og
kl. 22.30-23.30
Kvinnufundur kl. 20–21.00.
Sunnudag: kl. 11.00–12.00.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
NA (Anomymir
narkomanar)
Tinghúsvegur 37
NA-Fundur hvørt sunnukvøld
kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús-
vegnum 37.
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi at
alkoholikarum er hvørt hós-
kvøld kl. 20 og sunnudag kl.
17. Síðsta sunnudag í mán-
aðinum er opin speakarafun-
dur í Al-Anon, Tinghúsvegur
37.
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
Al-Anon
Fundir fyri avvarðandi at
alkoholikarum er mánakvøld
kl. 21.00 á Glyvrum. Í gomlu
lærara íbúðini í Glyvra skúla.
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld kl. 19.00 og
sunnudag kl. 16.00 (á loftin-
um, inngongd niðanfyri).
Al-Anon í Vágum
Fundur fyri avvarðandi hjá
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla
í Sandavági.
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna-
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 19 og sunnu-
dag kl. 15.
Hvønn sunnudag síðst í mán-
aðinum – opin fundur kl. 15.
AA í Vági
AA fundir verða í Undirhús-
inum onsdag og leygardag kl.
19.00.
Blái Krossur – Glyvrar
bjóðar til eftirviðgerðarfund
hvørt mánakvøld kl. 19 í
hølunum hjá Bláa Krossi á
Glyvrum.
Blái Krossur – Eiði
bjóðar til eftirviðgerð í Losj-
uni á Eiði annaðhvørt týs-
kvøld kl. 20. Meira fæst at
vita á tlf. 315575.
Fyribyrgingarráðið
Argjaboðagøta 7 · 160 Argir
postrúm 135 · 110 Tórshavn
tlf. 315155 · fax 320272
Teldupostadr.:
fyribyrg@fyribyrg.fo
heimasíða: fyribyrg.fo
Hjartafelagið
Postboks 3120, 110 Tórshavn
e-mail:
hjartafelag@hotmail.com
Náttarravnarnir í
Tórshavn
Tín stuðul ger mun! Blív lim-
ur ella gang ein royndartúr.
Ringið: Ella 316261, Tone
261165, Hans Jákup 778170,
Guðrið 314607. Arni 222552
Ørkin, Reykjavík
Møti hvørt sunnukvøld kl.
20.30.
Føroyskir fiskimenn
uttanlands
tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar fiski-
menn í Canada, Svøríki, Dan-
mark, Íslandi og Noregi.
Limagjald 200 kr. um árið.
Postgiro 57894.
Fø. Sparikassi 442027-8.
Føroyskir Mærsk Siglarar
Postboks 11, 490 Strendur
Frítíðarfelag, hvørs endamál
er at røkja áhugamál hjá
teimum føroyingum, ið starv-
ast hjá A. P. Møller – Mærsk
A/S. Meira fæst at vita, við at
venda sær til felagið á tlf.
590100 ella um teldupost:
aldebaran@kallnet.fo
Føroya Felag Móti
Krabbameini
Grønlandsvegur 58, Tórshavn
Telefontíð mánadag til
fríggjadag frá kl. 13-15.
Tlf. 317959.
Teldupost: ffk@post.olivant.fo
www.ffk.fo
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið á tlf.
317200. Skrivstovan er opin
frá kl. 10 til 17, og hósdagar
til kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
Felagið fyri lesi- og
skriviveik
Postadr.: MBF-Húsið
Íslandsvegur 10c
Endamál felagsins er at hjálpa
teimum ið hava lesi- og
skrivitrupulleikar. Felagið
hevur ikki fasta skrivstovutíð
men samband fæst við felagið
á tlf. 441541, Anne Karin
Kjeld og 318867, Laila
Egholm.
Amnesty International
Føroya Deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Tlf. 315816
Skrivstovan er opin mánadag
frá kl. 9.00 til 17.00 og
mikudag frá kl. 9.00
til 16.00
Heimasíða: www.amnesty.fo
Teldupostur:
amnesty@amnesty.fo
LFÚ-skrivstovan
hevur opið týsdag og hósdag
frá kl. 15 til 18. LFÚ ráðgev-
ingin hevur opið týsdag og
hósdag frá kl. 16 til 18.
Tinghúsvegur 18, 3. hædd,
Tórshavn.
Tel. 310220 (skrivstovan)
tel. 315015 (ráðgevingin).
Teldupostur:
lfu@post.olivant.fo
Heimasíða: www.lfu.fo
MÁF
(Meginfelag Áhugaleikara
Føroya) heldur til í húsum
Hans Andrias Djurhuusar
undir Pisuvarða 2, Tórshavn
Tlf. 315624 og 315688, Faks
315924,
e-mail: maf@maf.fo og
maf@post.olivant.fo
Heimasíða: www.maf.fo
Opið er: má. og tý. kl. 10-15,
mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl.
10-15.
Endamál felagsins er at stuðla
áhugaleiklist og menna hesa
mentunargrein í Føroyum.
Formaður: Hilmar Joensen,
Nólsoy. Listarligur ráðgevi:
Birita Mohr. Dagl. leiðari:
Malan Matras Joensen.
BRÚKARASAMTAKIÐ
Brúkarasamtakið er felag fyri
brúkarar í Føroyum. Lima-
gjaldið er 100 kr. árliga. Øll,
einstaklingar frá 16 ár og
feløg, kunnu gerast limir við
at skriva til postadressuna
niðanfyri, ella venda sær til
ein í nevndini: Ingun Simon-
sen, forkvinna, 317782/
211696, ingun@post.olivant.fo
Hans Pauli Strøm, skrivari,
424044/221919,
hps@kallnet.fo
Gunnleivur Dalsgarð,
kassam., 314868/311210,
gunnleiv@starvsmf.fo
Høgni Debes Joensen,
311832,
trongrim@post.olivant.fo
Kristina Samuelsen,
311883/211883,
kris@logting.fo
Brúkarasamtakið, Postboks
165, 110 Tórshavn.
Malta, Hirtshals
Sunnudag: Kl. 11: Breyðbrót-
ing. Kl. 18: Evangeliskur
fundur. Mikukvøld kl. 20:
Bønar- og uppbyggingarmøti.
Øll eru hjartaliga vælkomin
til hesi møti. Eftir fundirnar
bjóða vit ein drekkamunn.
Evangeliska Røddin,
Odense
Føroyska sendingin frá
Odense Radio hoyrist hvønn
mikudag kl. 16.40, danska tíð,
á FM 107,1 MHz.
Eliaskirkjan.
Møti er hvørt leygarkvøld kl.
19 í kjallaranum í Elias-
kirkjuni á Vesterbro Torv,
Vesterbrogade 49. Inngongd
undir stóru trappuni. 8 min. at
ganga frá Hovedbanegården,
4 min. frá Føroyahúsinum.
Bussarnir 1A, 6A, 14, 15 og
28 steðga nærhendis.
Nærri fæst at vita frá Atla
Rasmussen, tlf. 32 969995
ella Albin Johannessen, tlf. 32
88 68 79.
E-mail: pr@eliaskirkjan.dk
www.eliaskirkjan.dk
Føroyskt felag í Ballerup
Ryttergården, Pederstrup
2750 Ballerup.
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Ver saman við Jesusi
"Men meðan sat Pætur fyri uttan í borgargarðinum. Og
ein arbeiðiskona kom yvir til hansara og segði: "Tú
vart eisini við Jesusi Galileinginum."..." (Matt 26,69).
Heimurin gav lærusveinum Jesu tað ummælið, at teir
høvdu hildið seg til Jesus. Hetta var ein sonn ákæra
ímóti Jesu lærusveinum tá, og Jesu læruveinum nú, at
teir hava hetta eyðkenni: Teir vilja vera saman við
sínum meistara.
Fyrsta kall Jesu var: Fylgið mær! Tað merkir: Verið
saman við mær í orði og bøn. Takið við læru og lívi
mínum. Tað er tí áhugavert, at tað er júst hetta, sum
verður sagt um Pætur í høvuðsprestagarðinum á sinni,
- og tað av teimum, sum vildu Jesusi ann!
Heimurin ákærdi og dømdi Jesus fyri tað, sum hann
var - Guds sonur. Og heimurin ákærdi lærusveinarnir
fyri at vera har, Jesus vildi hava teir at vera, saman við
sær!
Seinra kall Jesu var: Tænið mær! At vilja tæna
honum og næsta okkara. Jesus segði: "Hetta er boð
mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og eg havi
elskað tykkum" (Jóh 15,12). Og Jesus tók uppaftur:
"Og hann sigur við teir: »Fylgið mær eftir, so vil eg
gera tykkum til mannafiskarar!« (Matt 4,19).
Í garðinum hjá høvuðsprestinum varð tann vitnis-
burður tríggjar ferðir sagdur um Pætur, at hann hevði
verið við Jesusi.
Fyrstu ferð: "Tú vart eisini við Jesusi Galileingin-
um."
Aðru ferð: "Hasin var eisini við Jesusi úr Nasaret."
Og triðju ferð: Men eina løtu seinni komu teir at, ið
har stóðu, og søgdu við Pætur: "Jú víst ert tú eisini ein
av teimum; tí at tú kenst jú eisini á málinum."
Latum okkum rannsaka okkum sjálv og seta okkum
spurningin: Fylgi eg Jesusi? Nýti eg tíð saman við
honum, sum eg eigi í bíbliulestri og bøn? "Er tað so, at
menniskju kunnu siga sum við teimum í høvuðsp-
restagarðinum: "Hann / hon nýta tíð saman við Jesusi."
Latum okkum biðja við sálminum í Gamla Testa-
menti: "Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka
meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á
glatanarvegi og leið meg hin æviga vegin!" (Sl 139,23
- 24). Amen!
TILTØK