Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 119 - 25. juni 2005 Øllum tykkum, sum gleddu okkum á hjúnabands- degi okkara tann 1. januar 2005 takka vit hjartaliga. Emma og Uni Hjartaliga takka vit øllum, sum vóru við at gera okkara hjúnabandsgag, 2. okt. 2004, so hugna- ligan. Takk fyri gávur, blómur og fjarrit. Ein stór tøkk til tykkum, sum hjálptu til og gjørdu dagin so minnisríkan Kærar heilsanir Rudi, Søren og Jens Erik Brúðarmyndir Ber veruliga til at kunna fara upp í ein flúgvara ekkaleysur, tá ið tú hevur verið bangin fyri tí í longri tíð? Ella ber kanska til at fara til tannlæknan uttan at stúra fyri tí í langa tíð frammanundan? Ella er tað ikki tað reina tvætl, tá ið onk- ur vil vera við, at hon ella hann kann fáa óttan fyri smáum rúmum (klaustrofobi) at hvørva sum døgg fyri sól? Ella at tveita óttan fyri eitur- koppum á bláman? Og so- leiðis kundi verið hildið fram at spurt. Men nú ber til at fáa viðgerð fyri hetta og mangt annað í Føroyum, eins og føroyingar kunnu fáa hesa útbúgving her heima, um undirtøka verður fyri tí. TFT-viðgerðarhátturin, sum kom fram í USA í 1980, hevur víst seg at kunna hjálpa fólki, sum hava ótta, angist ella annan trupulleika at dragast við. Við fáum viðgerðum eru fleiri føroyingar, ið longu hava fingið hjálp, bæði fyri hæddarræðslu, flúgviræðslu, ræðslu fyri smáum rúmum, ræðslu fyri vatni, og teir hava fingið hjálp fyri mong onnur fyribrigdi, t. d. lesitrupulleika, pínu osfr. Lat tað kortini vera sagt, at sjálvandi eru sjúkur ella brek, har hesin viðgerðar- háttur má lúta, men hann hevur kortini víst seg at hjálpa skjótt og uttan heili- vág í fleiri førum, har aðrir viðgerðarhættir hava givið skarvin yvir, ella viðgerðin krevur longri tíð. Nú verður aftur høvi at fara undir útbúgvingina til TFT- viðgera í Føroyum. Sjálv útbúgvingin gongur yvir 3 vikuskifti, sum eru í august, oktobur og novembur í ár. Afturat sjálvari útbúgvingini kemur starvsvenjing, har høv- ið verður at royna tað, sum ein hevur lært. Í lýsing aðrastaðni í blaðn- um ber til at fáa gjøllari at vita, hvagar ein skal venda sær fyri at fáa viðgerð, ella hvussu ein skal bera seg at, um ein ætlar sær at fara undir sjálva útbúgvingina. Fund- urin, ið er ókeypis, verður sunnukvøldið 26. juni í Slættanesgøtu 5. Tilmelding á tlf. 318821 ella 218777. Á fundinum fæst at vita, hvussu borið verður at, um einum tørvar TFT-viðgerð fyri eitt hvørt, ella um TFT-útbúgvingin hevur áhuga. Meiri fæst at vita um TFT á heimasíðuni: www.tftdan- mark.dk Fundur fyri TFT-áhugað