Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-25, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juni 2005síða 56

‹ fyrra síða allar 56 síður

Tekstur á síðuni

56 Nr. 119 - 25. juni 2005 VEÐRIÐ 5 707265 100067 > Veðrið í dag Vindurin veksur av útsynningi, 5 til 10 m/s. Tað verður skýggjað fyri tað mesta, men turt. Hit- in millum 8 og 13 stig. 5-10 m/s 5-10 m/s 3-8 m/s 3-8 m/s Veðrið sunnudagin Frískur vindur av út- synningi, 10 m/s, yvir- skýggjað og regn vest- aneftir. Um náttina mest turt og vestan- vindur. Hitin millum 10 og 13 stig. Finala Drotningarvitjanin er av og Høgni fekk sína ríkiligu fjølmiðlakvotu, sum hann ikki kann vera fyriuttan almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo Almannastovan søkir sosialráðgevarar. Størvini umfata í høvuðsheitum ráðgeving og vegleiðing av borgar- um um rættindi og skyldur í sam- bandi við almannaspurningar, íverksetan av fyriskipanum, gerð av tilráðingum í sambandi við um- sóknir um fyritíðarpensjónir og annað. Vit sóknast eftir fólki við sosial- ráðgevaraútbúgving. Tað er ein fyri- munur um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting, góðan teldu- førleika á brúkarastøði, kunnleika til skrásetingararbeiði og góðan førleika í føroyskum. Størvini verða sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønar- bólki 6. Á deildum Almannastovunnar í Klaksvík og í Runavík eru tvey fulltíðarstørv sum sosialráðgevi leys at søkja. Starvið í Runavík er eitt avloysarastarv fyri sosial- ráðgeva í farloyvi til 1. mai 2006. Tey, ið verða sett í hesi størv, verða partar av einum stovni, ið alla tíðina má tillaga seg broytingunum í samfelagnum og taka við avbjóðingunum, sum liggja í tíðini og í framtíðini. Okkara ynski er, at tú ert virkin og nýhugsandi, hevur góð sam- starvsevni og arbeiðir sjálv- støðugt við at loysa uppgávurnar í tráð við endamálið hjá stovn- inum og teir málsetningar stovnurin hevur. Nærri upplýsingar um starvið á Norðoya deild fáast við at venda sær til Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, deildar- leiðara, á telefon 457240. Nærri upplýsingar um starvið á Eysturoyar deild fáast við at venda sær til Egil G. Olsen, deildarleiðara, á telefon 474710. Skrivlig umsókn skal verða Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 8. juli 2005. Send umsóknina til Almannastovuna, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn. Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini frá politiska myndugleikanum og viðskifta- fólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygdina og virðingina fyri einstaklinginum, eins og virkað verður fyri áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum. Fyri at betra um tænastustøðið hevur Almannastovan framt bygnaðarbroytingar, har fleiri tænastur eru lagdar út á økini, soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar. Høvuðsuppgávan hjá økisdeildunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggávuni eins og at taka avgerðir. Á Norðoya deild í Klaksvík eru 5 starvsfólk, og á Eysturoyar deild í Runavík 7 starvsfólk.