Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MUSIKSKÚLIN Í VÁGUM Í døgunum 27. juni til 15. juli 2005 er Ungdómsor- kestrið hjá Musikskúlanum í Vágum á konsertferð í Perth í Avstraliu. Ferðin er fingin í lag av Martin Pol- lard, leiðara fyri Musik- skúlan, gjøgnum hansara tónleikaliga samstarv í Perth. Martin Pollard er nevniliga ein avhildin kon- sertpianistur í Avstraliu. Orkestrið er eitt harmoni- orkestur mannað við ung- um í aldrinum frá 12 til 21 ár. Leiðari hjá orkestrinum er Steven R. Foggin, tón- leikalærari. Harumframt hava Eirikur Skála og Joan Joensen, tónleikalærarar hjálpt til við venjingini. Á ferðini verða hildnar 8 konsertir ymsastaðni í Perth og Fremantle. Orkestrið hevur vant miðvíst í eitt ár til ferðina, og leygardagin 25. juni var fráfaringarkonsert hildin í aulini í Skúlanum á Gilja- nesi. At stórt tónleikaligt arbeiðið er lagt í fyrireik- ingarnar til hesa ferð, fingu áhoyrarnir staðfest á kon- sertini leygardagin. Ein sera góð konsert við fjøl- broyttari skrá. At fara eina slíka ferð krevur rættuliga fitt av fyrireikingum, og er ferðin eisini rættuliga kostnaðar- mikil. Fleiri tiltøk hava verið hildin fyri at savna pening inn til ferðina. Ungdómsorkestrið og fyrireikararnir ynskja at takka øllum, sum hava stuðlað orkestrinum bæði peningaliga og á annan hátt. 2 Nr. 120 - 28. juni 2005 Høgni Hoydal, fólkatings- maður, hevur sett skrivlig- an fyrispurning til danska ferðslumálaráðharran, um hvørt ætlanin er at hækka ferðaavgjøldini um flog- vøllin í Vágum við 30 % í summar. Verður hetta framt, so er nærum talan um eina tví- falding av ferðaavgjaldin- um seinastu árini, har av- gjøldini støðugt eru hækkað. Í grundgevingini ávarar Høgni Hoydal staðiliga ímóti hesum ætlanum, tí tær fara at elva til stórar trupulleikar fyri ferðafólk, flutnings- og ferðavinnu- feløg. Fólk, sum hava keypt ferðaseðlar kunnu tá rokna við eini eftirrokning og hetta fer at elva til umsiting og ónøgd. Eisini vísir Høgni Hoy- dal á, at tað er avlagandi, at danski staturin hækkar av- gjøldini fyri flogvølliun í Vágum, samstundis sum tosað verður um javnsettar partar og samstundis sum ætlanir eru um at yvirtaka flogvøllin í Vágum. Norðuratlantsbólkurin Hoydal: Verður ferðaavgjaldið hækkað við 30 prosentum? Á konsertferð til Perth í Avstraliu Lesið -so eru tit við!