Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 120 - 28. juni 2005 FØROYSK VERK- ÆTLANARLEIÐSLA Felagið Føroysk Verkætl- anarleiðsla (FVL) hevur nú skipað nevnd og er far- ið undir at gera virkis- ætlan fyri tiltøk, ið felagið ætlar at fyriskipa í summ- ar og í heyst. Ætlanin er m.a. at skipa fyri vitjanarferðum til nakrar av teimum verk- ætlanunum sum eru í gongd í Føroyum í løtuni og fáa frágreiðing um hesar, her dentur verður lagdur á leiðsluliga partin av verkætlanini. Endamál við hesum vitjanum er at víðka kunnleikan um hugtakið verkætlanar- leiðslu. Vónin er eisini at tílík tiltøk kunnu menna eitt kontaktnet millum limirnar, soleiðis at teir kunnu heysta av royndum hjá hvørjum øðrum og harvið mennast. Ætlanin er at hava fyrsta tiltakið áðrenn summarfrítíðina. Felagið er økisfelag undir danska felagnum Dansk Projektledelse (DPL), og er ætlanin hjá føroyska felagnum eisini at kunna um tiltøk, sum limir kunnu luttaka í uttanlands, umframt at kunna um møguleikan at gerast IPMA-sertifiser- aður, sum alttjóða viður- kendur verkætlanarleið- ari; eitt samstarv, ið DPL hevur við altjóða felags- skapin IPMA (Internati- onal Project Management Association). Hósdagin 30. juni kl. 15- 17 verður ein virkisvitjan hjá Heilsumálaráðnum, har kunna verður um nýggju THS skipanina, sum millun annað inni- heldur teldutøkar sjúk- linga journalur v.m. Ætl- anin er næstu árini at inn- føra hesa skipan í øllum heilsuverkinum. Tey, ið hava áhuga í at vera við á virkisvitjanin skulu boða frá á fvl@post.olivant.fo Tey, ið hava áhuga í at gerast limir í felagnum kunnu seta seg í samband við felagið á fvl@post.olivant.fo Kostnaðurin fyri limaskap er: Fyritøkur, íroknað 5 pers.: 5.000 kr./ár, síðani: 600 kr./pers/ár. Persónar: 1.100 kr./ár Lesandi: 300 kr./ár. Felagið Føroysk Verk- ætlanarleiðsla leggur lunnar Nósabarnaprix 2005 tíðindi NÓSABARNAPRIX 2005 Triðja og seinasta undan- umfarið av Nósabarnaprix 2005 var fríggjakvøldið 24/6 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og teir síðstu luttakararnir sum skulu á pallin í tí stóru finaluna á varmakeldu tann 2.juli eru fundnir. Nummar eitt av triðja undanumfarið gjørdist Birgit K. Eliasen við sang- inum "When you believe" og nummar tvey bleiv Hjørdis Nesá við sanginum "Du er den som jeg vil ha´". Nú eru som nevnt øll undanumførini av, og lut- takararnir sum eru komnir víðari fara stundisliga og dúgliga at venja tey nýggju føroysku løgini sum eru gjørd til finaluna og eina nýggja barnafløgu sum eft- ir ætlan kemur út áðrenn Ólavsøku. Tað sum vit kunnu avdúka um fløguna er, at her er talan um eina sera øðrvísi barnafløgu-útgávu, har góðar kreftir innan tónasmið hava lagt orku í at fáa so dygdargóða sum til ber. Finalukvøldið verður eisini okkurt annað gott á skránni. Tá koma tey bæði Angela og Hannibal á vitjan. Tey fara at hava framførðslu í steðgunum. Finalu-luttkararnir eru: Birgit K. Eliasen, Hjørdis Nesá, Marita Thomsen, Oddvør E. Dam, Jónvør Niklasen og Jón á Steig. Fyrireikararnir vilja takka høvuðsstuðlinum Føroya Banki, og øllum teimum børnunum sum hava luttikið í Nósa- barnaprix 2005. Vónandi fáa vit eina góða og spenn- andi finalu í Mentanar- húsinum í Fuglafirði á varmakeldu tann 2. juli.