Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-29, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 121 - 29. juni 2005 33 Frá Nes kommunu Komunuskrivstovan er stongd vegna summarfrí í: viku 29, 30 og 31 í 2005. Um átrokandi ørindi eru í hesum tíðarskeiði ber til at ringja á tlf. nr. 217586 millum kl. 10:00-12:00. Nes kommuna Frá Nes kommunu Tey, sum ætla at leiga svimjuhøllina í Tofta skúla komandi vetur, verða hervið biðin um at senda skrivliga umsókn til kommunuskrivstovuna í seinasta lagi 15. august 2005 Nes kommuna Hvalvíkar skúli Søkt verður eftir stuðli skúlaárið 2005-2006. Starvið er 20 tímar um vikuna. Fólk við námsfrøðiligari út- búgving hava fyrimun. Í Hvalvíkar skúla ganga 56 børn og 5 lærarar skúlaárið 2005-2006. Umsóknirnar skulu verða skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 4. juli 2005. Umsóknirnar skulu sendast til: Skúlastýrið fyri Hvalvíkar skúla v/Sólgerð Foldbo 435 Streymnes Sethús ynskjast til keyps Vegna starvsfólk á Náttúruvísindadeildini verður søkt eftir sethúsum til keyps í Suðurstreymi. Áhugað verða biðin um at seta seg í samband við Hans Paula Joensen á Náttúruvísindadeildini, tlf. 352558 søkjast til fríðtíðarskúlan í Gøtu kommunu Talan er um 2 pedagogstørv á 25 tímar, tíðaravmarkað frá 11. august til 1. juli 2006. Frítíðarskúlin er í Norðragøtu, við góðum og mennandi umhvørvi uttanum, s.s. fjørða, áin og fótbóltsvøllur. Frítíðarskúlin er opin frá kl. 10 til kl. 17, og er stongdur tá ið skúlin hevur frí. Tað eru pláss til 30 børn frá 1. og 2. flokki. Í dagliga arbeiðinum leggja vit m.a. stóran dent á: • at børn og starvsfólk trívast og eru í menning • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn • at virða tað einstaka barni í bólkinum Vit ynskja: • at tú hevur góð samstarvsevnir • at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag • at verða við til at mynda og menna tað pedagogiska umhvørvi Lønarviðurskifti Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Kommunala arbeiðsgevarafelag og fylgir lønarstiganum frá 10 til 16 Um eingin pedagogur søkir, verða hjálparfólk sett, sama tíðarskeið sum nevnt omanfyri. Meir fæst at vita um størvini við at ringja til Hannu E. Olsen deildar- leiðari fartelefon nr. 210825 ella heima 441693. Umsóknir saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi seinasta lagi týsdagin 12. juli 2005. Sendast til: Frítíðarskúlin í Gøtu postboks 32 512 Norðragøta Pedagogar