Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 122 - 30. juni 2005 Tey, ið ynskja at ogna sær ein gott listaverk, og samstundis ynskja at stuðla tí ítróttar- liga arbeiðinum í Fuglafirði, fáa eitt gylt høvi til hetta sunnukvøldið. Tá skipa ítróttarfeløgini fyri uppboðssølu av níggju listarverkum UPPBOÐ Snorri Brend Fuglafjørður: Tað er ikki á hvørjum degi, at ein hevur møguleika at bjóða uppá ein málning eftir kendum listamálara. Men sunnukvøldið er tað júst hetta sum fer at ser- merkja eitt av mongu til- tøkunum á varmakeldu- stevnuni um vikuskiftið. Hetta kvøldið verður nevniliga høvið hjá fólki at bjóða uppá málningar, sum ikki færri enn átta listafólk úr býnum og ein úr Havn hava latið úr hondum. Tað hevur nevniliga eydnast umboðum úr ítrótt- arfeløgunum í Fuglafirði at fáa níggju navnfram lista- fólk at lata málningar til hesa uppboðssøluna. – Vit spurdu tey um hetta, og vit fingu játtandi svar frá teimum beinanvegin, sigur Kristbjørg Petersen, sum saman við Poulu Reinert Petersen m.a. hevði hesa uppgávuna. Innkomnir peningurin fer allur til at stuðla ítróttinum í býnum. Til øll feløgini Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at fólk soleiðis hava møguleika at bjóða uppá málningar í Fuglafirði. Eitt líknandi tiltak sum hetta varð fyriskipað á varmakeldu í fjør. Tað eydnaðist so mikið væl, at fyrireikararnir hava hug at royna tað enn einaferð. Í fjør vóru ongir trupul- leikar at fáa fatur á lista- verkum, og heldur ikki teir stóru trupulleikarnir at fáa teir seldar. Tá stóð ting- maðurin Tobbi fyri søluni. Í so máta fær fuglfirðing- urin Kristian Martin Peter- sen heiðurin at standa fyri uppboðssøluni í ár. Og væntað verður, at hann eis- ini fer at megna hetta til fulnar. Allur tann innkomni pen- ingurin fer til at stuðla svimjifelagnum, fimleika- felagnum og tí víttfevnda arbeiðinum, sum verður gjørt innan ÍF. Eitt gott boð upp á ein vakran málning Níggju nýggir málningar Til uppboðssøluna sunnukvøldið hava fyrireikararnir fingið listarverk frá íalt níggju listafólkum.Tey eru: • Heðin Kambsdal • Øssur Mohr • Ian Øre • Jógvan Kristiansen • Bernhard Samuelsen • Randi Gunnarsdóttir • Amariel Norðoy • Bjørg Mohr Andersen • Hans Mohr Mong vøkur motiv eru í Fuglafirði. Helst verður okkurt listaverk higani á uppboðssøluni sunnukvøldið, sum m.a. Kristbjørg Petersen hevur fyrireikað. - Tað var eingin trupulleiki at fáa fatur á listaverkum, sigur hon Mynd:: Jens Kristian Vang Fuglafjarðar Kommuna P.O. Boks 30, Tel 444006, Fax 444657 fko@fuglakomm.fo, www.fuglakomm.fo Kunningarstovan í Fuglafirði á Bug, FO-530 Fuglafjørður Tel 444860 - Fax 445180 t-postur: infoey-f@post.olivant.fo Fuglafjarðar Bókasavn á Bug, FO-530 Fuglafjørður Tel 444745 - Fax 445180 t-postur: bokasavn@online.fo