leygardagur 9. juli 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 126 - 6. juli 2005
Sosialurin verður sum vant
við á Oyggjaleikunum, og
manningin hjá blaðnum fer
at dekka allar kappingarnar
hjá teimum føroysku lut-
takarunum.
Tveir blaðmenn og ein
myndamaður fara at um-
boða Sosialin í Hetlandi, og
teir verða Jákup Mørk,
Eyðun Klakstein og Jens
Kristian Vang.
Teir fara at senda tilfar
heim til allar blaðútgávur-
nar hjá Sosialinum, og
harafturat verður tað nýggj-
asta eisini at frætta á Por-
talinum, og greinar kunnu
eisini lesast á Internet-
Sosialinum.
– Tað er sera spennandi,
men eisini krevjandi at
skriva um Oyggjaleikirnar.
Tað hendir sera nógv dag-
ararnar, meðan leikirnir
eru, og vit skulu hava alt
við. Tað er full ferð á alla
tíðina, og meðan tey ymsu
ítróttarfólkini eru við í ein-
ari ítróttargrein hvør, eru
vit við í 10 ítróttargrein-
unum, sigur Jákup Mørk,
sum hevur dekkað fleiri
Oyggjaleikir fyri Sosialin.
Sosialurin fer at síggjast
aftur í Hetlandi, tí blaðið
hevur tveir bilar við til leik-
irnar, og teir verða brúktir
til at koyra runt til tær ymsu
kappingarnar.
Oyggjaleikirnir hava verið ein
drívmegi í føroyskum ítrótti í 20
ár. Í hølunum á heiðursmerkjum,
metum og sigrum eru komin
føroysk ítróttarfólk, sum hava
kýtt seg til tað ítarsta fyri at náa
sínum málum. Við hvørt hevur
tað eydnast, við hvørt hevur tað
ikki eydnast, men Oyggjaleikir-
nir hava verið við til at flyta før-
oyskan ítrótt frameftir við stór-
um fetum.
Fyrstu Oyggjaleikirnir vóru hild-
nir á Isle of Man í 1985, og síð-
ani hava teir verið hildnir í ym-
iskum oyggjasamfelagnum annað
hvørt ár. Í 1989 vóru leikirnir í
Føroyum, og tað var ein stór-
hending í føroyskari ítróttarsøgu.
Síðani fyrstu leikirnar er undir-
tøkan fyri teimum bara vaksin.
Til fyrstu leikirnar vóru 15
oyggjar við. Eini 700 ítróttarfólk
kappaðust í sjey ymiskum ítrótt-
argreinum. Síðani er nógv hent. Í
ár verður kappast í 15 ítróttar-
greinum, og 24 oyggjar eru um-
boðaðar. Talið á ítróttarfólkum er
væl omanfyri 2000.
Tosað hevur verið um, at føroy-
ingar skulu royna at fáa leikirnar
aftur til Føroya, men tað er
ongantíð komið eitt veruligt boð
frá føroyingum um hetta. Ein
orsøk er, at leikirnir eru nógv
meira krevjandi at halda nú, enn
teir vóru í 1989, tá ið føroyingar
vóru vertir. Í 1989 vóru 800
ítróttarfólk úr 15 oyggjum við,
og kappast varð í 11 ítróttar-
greinum. Tá ið hugsað verður
um støddina á leikunum nú, og
hvat teir kunnu verða um fýra
ella seks ár, so er tað ein sera
krevjandi uppgáva at hýsa hesum
leikum. Talið á ítróttarfólkum
nærkast tí trífalda av tí, sum var
við í Føroyum í 1989, og krøvini
til kappingarumstøður eru eisini
nógv størri. Tí er tað ikki bara
sum at siga tað at hýsa Oyggja-
leikunum, og skulu føroyingar
bjóða seg fram av álvara, er
neyðugt við einum felags átaki
hjá tí føroyska samfelagnum –
ikki bara nøkrum ítróttarfeløgum
ella sersambondum.
Eitt stendur tó rimmarfast – líka-
mikið hvussu tað verður við
Føroyum sum vertum fyri leik-
unum – føroyingar fáa nógv
burtur úr Oyggjaleikinum. Kapp-
ingarnar til hesar leikir eru fyri
tað mesta á slíkum stigi, at
føroyingar kunnu bjóða seg fram
og vera við. Í summum ítróttar-
greinum eru vit eisini við heilt
har frammi, vinna gull og onnur
heiðursmerki og eru annars við
heilt fram til avgerandi dystirnar
og kappingarnar.
Kappingin er nógv harðnað hesi
20 árini, leikirnir hava verið
hildnir, og føroyingar vinna ikki
longur so nógv heiðursmerki,
sum teir gjørdu til onkrar av
leikunum. Støðið millum ítróttar-
fólkini hækkar í hvørjum, og tí
er eisini neyðugt hjá føroyskum
ítróttarfólki at renna skjótari,
leypa hægri og vera sterkari.
Avbjóðingin er har annað hvørt
ár, tað ber væl til at fylgja
gongdini hjá okkum og øðrum,
og so er tað spurningurin hjá
hvørjum ítróttarfólki sær, hvørj-
um felag og hvørjum sersam-
bandi at skapa so góðar umstøð-
ur sum gjørligt kring sína ítrótt-
argrein. Ein miðvís venjing og
menning er neyðugt, um føroy-
ingar skulu bjóða av í kapping-
unum um gullmerki, og møgu-
liga er tað eisini neyðugt við
einum meira yvirskipaðum átaki,
soleiðis sum formaðurin í
Oyggjaleikanevndini hevur róð
fram undir.
Í øllum førum byrjar øll menning
hjá tí einstaka ítróttarfólkinum,
og so er tað uppgávan og av-
bjóðingin hjá øllum, sum vilja
taka við hesum, at syrgja fyri
teimum best møguligu umstøð-
unum at venja, kappast og menn-
ast undir.
Nú standa vit við gáttina til teir
11. Oyggjaleikirnar, 130 føroysk
ítróttarfólk verða við í Hetlandi,
og vit vilja nýta høvi til at ynskja
øllum góða eydna. Gerið tykkara
besta!
Útgevari: Sosialurin
Blaðfólk: Stefan í Skorini,
Eyðun Klakstein, Jákup
Mørk og Jóannes Hansen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang og
Bárður Lydersen
Umbróting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
130 føroysk ítróttarfólk verða við á Oyggjaleikunum í Hetlandi, og tey skulu kappast í 10 ymiskum ítróttargreinum. Føroyingar hava fleiri gullmerki at verja frá seinastu leikunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Sosialurin
Sosialurin hevur tikið liðið út
Serblað um Oyggjaleikirnar í Hetlandi
9. til 15. juli 2005.
Gerið tykkara besta