Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 123 - 1. juli 2005 Seyðisfjørður og Sandur eru vinir Sands bygd og Seyðis- fjørður hava gjørt av- talu um, at bygdirnar nú skulu roknast sum vinabygdir VINABYGDIR tíðindaskriv Yvir 100 íslendingar hava verið og vitjað á Sandi sein- astu dagarnar - og tý- skvøldið varð skrivað undir vinarbygdasáttmála millum heimstað teirra, Seyðis- fjørð, og Sands bygd. Borgarstjórin á Sandi og bygdarráðsformaðurin á Seyðisfirði skrivaðu undir sáttmálan, sum ásetir, hvat samstarvið skal innihalda. Ætlanin er at bygdirnar báðar skulu samstarva gjøgnum kommunustýrini, sum skulu hittast eina ferð um árið. Men eisini dansi- feløg, ítróttarfeløg, kór og onnur feløg verða eggjað til at samstarva við íslendsku líkar sínar. Seyðisfjørður er jú bygd- in, har Norrøna leggur at, so upplagt er at samstarva um ferðavinnu eisini við nýggju vinabygdina. Páll á Reynatúgvu, borg- arstjóri, og Jóhann P. Hans- son, bygdarráðsformaður, skrivaðu undir sáttmálan, og báðir lótu eina gávu til vinabygd sína. Jóhann Hansson er ætt- aður av Sandi, og hevði eina Bíbliu, sum uppruna- liga er komin av Klettum á Sandi, prentað í 1875, við sær. Henda Bíblia, sum hevur fylgt ættini til Íslands, fær nú innivist á Sandi, møgu- liga á ætlaða bókasavninum ella á komandi Listasavn- inum. Í Bíbliuni lá kvittanin fyri hana. Eina krónu kostaði hon tá í 1875. Jóhann P. Hansson fekk ein málning við sær til at prýða um Seyðisfjarða- kaupstað. Listakvinnan er Mary Petersen av Sandi, og myndaevnið er uppskering av grind á Sandi. Íslendsku gestirnir búðu á Sandoyar Meginskúla, meðan teir vitjaðu á Sandi, og vóru millum annað á MjúS-festivalinum, og spældu fótbólt móti B71.