Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 123 - 1. juli 2005 DANSUR Seinastu mánaðirnar hevur Klaksvíkar Klubbi verið karmur um eina rúgvu av stórri og smærri tiltøkum. Seinasta stóra tiltakið var ein vísukonsert við Stanley Samuelsen og rimmar dansur við Sillyboy´s aftaná. Tiltakið eydnaðist sera væl, og nógv fólk møttu upp. Hetta tiltakið var serliga ætlað teimum tilkomnu. Nú komandi leygarkvøld er enn eitt tiltak á skránni. Hesaferð er tiltakið serliga ætlað teimum yngru. Klaksvíkar Klubbi kann bjóða einki minni enn Go Go Blues, vinnaran av stóru Prix Føroyar kapp- ingini. Og hettar orkestrið rokkar. Ella »bluesar« um man kann siga tað so. Garvaðir tónleikarar s. s. Arnold Ludvig, Rógvi á Rógvu og Uni Debes fara at geva alt tað, teir hava lært. So um tú ert til góðan blues í hugnaligum umhvørvið, er Klubbin staðið, nú leyg- arkvøldið, sigur Klaksvíkar Klubbi í tíðindaskrivi. Sýna menn fram á Gøtusandi G! vísir lekrasta mann í Danmark fram á Gøtusandi. At G! festivalurin hevur nógv og spennandi tón- leikanøvn at bjóða í ár, er eingin loyna, men eisini eyguni verða forkelað. Simon Kvam sangari í bólkinum Nephew er júst valdur til lekrasta mann í Danmark av tíðarritinum Bazar. -nud Niðurteljing til G! á Rás 2 G! Festival og Rás2 fóru í hesi vikuni at samstarva um nýggja sending, sum setur fokus á G! Festi- valin. Sendingin hevur viðkomandi tónleikin, samrøður við tónleikarar, fyriskiparar og áhoyrarar, kappingar og praktiskar upplýsingar. Stutt sagt alt tú hevur brúk fyri at vita um festivalin. Niður- teljingin til G! er á skránni hvønn hósdag kl 15 til festivalin. -nud Go Go Blues í Klaksvíkar Klubba