Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 123 - 1. juli 2005 Íslendingar keypt Maersk Air Íslendska felagið Fons Eignarhalds- felag hevur keypt Maersk Air frá A. P. Møller - Maersk samtakinum. Flogferðsla Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fons Eignarhaldsfelag eigur frammanundan flogfelagið Sterling, sum teir keyptu fyrr í ár. Sterling og Maersk Air verða nú løgd saman í eitt felag, sum skal eita Sterling. Nýggja saman- lagda flogfelagið verður við sínum okkurt um fimm milliónum ferða- fólkum um árið størsta lágprísflogfelag í Norð- anlondum og tað fjórð- størsta í Evropa. Ókendur søluprísur Hvørki Maersk Air ella Fons Eignarfelag vilja siga nakað um, hvat íslendingar hava goldið fyri flogfelagið hjá A. P. Møller - Maersk sam- takinum, men A. P. Møller - Maersk upplýs- ir, at sølan fer at hava eina positiva ávirkan, um enn avmarkaða, ávirkan á fíggjarúrslitið hjá samtakinum í 2005. Stjóri í nýggja saman- lagda flogfelagnum verður núverandi stjórin í Sterling, Almar Ørn Hilmarsson, og hann sigur, at nýggja felagið fer bert at arbeiða við lágprísfrymlinum. - Prísur er ein avger- andi faktorur á mark- naðinum í dag. Vit vilja tí framhaldandi bjóða flogsetur til lægsta prís- in á marknaðinum, og annars byggja okkara tænastu á hugtakið "value for money", sigur Almar Ørn Hilmarsson. Endaliga sølan av Maersk Air verður tó ikki formliga avgreidd fyrr enn tveir mánaðar. Ein bólkur av ungum íslendskum ferðafólk- um fór av landinum við Norrønu miku- kvøldið. Í viðførinum høvdu sjey av teimum fyri uttan kuffert og annað hvør sína bót fyri klædnastuldur í ymsum handlum í SMS Stuldur Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Løgreglan í Havn fekk eina fráboðan frá starvsfólki í einum klædnahandli í SMS, at tey sóu tveir ungar dreingir sita og eta í SMS íklæddir troyggjur, sum tey seint týsdagin høvdu varn- ast vórðu burtur úr handlinum. Løgreglan kom á staðið og tók báðar dreingirnar við á støðina til avhoyring- ar. Báðir viðgingu seg sekar í stuldrinum. Við teimum á støðina komu ferðaleiðarar, og hesi fóru síðani í holt við at tosa við restina av bólkinum. Tað vísti seg so, at heili sjey av teimum ungu høvdu stolið pløgg úr SMS týsdagin og mikudagin. Tveir dreingir og fimm gentur. Vakthavandi á løgreglu- støðini sigur, at øll fingu bót, men teir báðir dreingir- nir, sum vórðu tiknir fingu heldur størri bót, enn hinar fimm, sum sjálvar valdu at koma aftur við vørunum og viðganga tað, tær høvdu gjørt. - Tað bleiv ein hurlivasi, tá allar hesar vørurnar skuldu latast innaftur, tí tann eina gentan fekk ein krampa av onkrum slagi og svímaði. Tískil var tað sera óskipað, hvussu hetta fór fram, tí gentan skuldi sjálv- andi á sjúkrahúsið sum skjótast, sigur vakthavandi. Dýr klæði Troyggjurnar, sum dreing- irnir vóru í, kostaðu yvir 1.000 krónur hvør, og yvirhøvur var talan um sera dýr klæðir, sum hesir ungdómarnir vóru so nær við at sleppa av landinum við. Í tí eina handlinum vóru pløgg stolin fyri til- samans 4.780 krónur, men óivað er samlaða virði nógv hægri, tí íslendsku ung- dómarnir stjólu úr fleiri handlum í SMS. Flestu pløggini vóru heil, tá ungdómarnir komu aftur við teimum, men einar buksur, sum kosta 900 krónur, høvdu fingið skaða, tí alarmurin varð skræddur úr. Merkini vóru eisini tikin úr klæðunum, men tað ber til at seta í aftur. Sum skilst er trupulleikin av tjóvaríið í SMS tilstaðar, men ikki so øgiliga stórur. Handlar, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at tey í framtíðini ikki kunnu gera so nógv annað fyri at fyribyrgja, enn at biðja teirra starvsfólk hava eitt sera vakið eyga við møgu- ligum tjóvum. - Vit kunnu jú heldur ikki skera øll yvir ein kamb, tí tað lækkar tænastustøðið, um fólk ikki kunnu koma inn í okkara handil, uttan at kenna tað sum tey verða illtonkt fyri at vera tjóvar, sigur ein av handilseigar- unum í SMS. Íslendsku ungdómarnir skuldu sigla við Norrønu mikukvøldið klokkan 18, og tað eydnaðist eisini teimum at sleppa við. Men uttan vørurnar. - Tey vóru sera ørkymlað, um tey mundu fara at náa Norrønu, men tað gekk, sigur vakthavandi á løg- reglustøðini í høvuðs- staðnum. Maðurin, sum stakk skiparan á Tórsvík niður, situr varð- haldsfongslaður í Noregi, men føroyska løgreglan vil hava mannin útflýggjaðan Løgreglutíðindi Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Løgreglan í Føroyum vil nú hava brotsmannin, sum stakk skiparan á Tórsvík niður, til Føroya at verða rættarfylgdur. Hetta skrivar norska blaðið VG Nett Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sigur við VG Nett, at løgreglan í Føroyum er í samráðingum við ta norsku løgregluna og fer at senda áheitanina avstað í dag. Orsøkin til, at løgreglan vil hava mannin útflýggjaðan til Føroya er, at tilburðurin fór fram um- borð á einum føroyskum skipi í altjóða sjógvi. Við VG Nett sigur Berg- leif Brimvík, at føroyska løgreglan fer at halda fram við kanningunum av málin- um, sum norska løgreglan higartil hevur gjørt. Men løgreglan í Føroyum hevur enn ikki fingið rapportirnar um málið frá norsku løg- regluni, so tey vita ikki nógv um, hví og hvussu hesin tilburður fór fram. Brotsmaðurin, sum er frá Filippinunum, varð hand- tikin av norsku løgregluni, tá Tórsvík kom inn á Kristiansund. Um áheitanin frá føroysku løgregluni og brotsmaðurin gongur við til at verða útflýggjaður til Føroya, er møguleiki fyri, at hann longu kom til landið hóskvøldið, sam- bært VG Nett. Skiparin á Tórsvík fekk álvarsama løstir av tilburð- inum, men er ikki í lívs- vanda. Norska løgreglan fer at avhoyra hann, so skjótt sum hann er komin seg. Hann hevur sambært tíðindaskrivi havt vitjan av teimum nærmastu, og um- boð fyri reiðaríið eru bjørt- skygd um støðuna. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa ein viðmerking frá Bergleifi Brimvík, áðrenn blaðið fór til prentingar. Stórtjóvarí í SMS Tórsvík: Føroyska løgreglan vil hava brotsmannin útflýggjaðan Sambært norsku netavísini VG Nett vil løgreglan í Føroyum hava brotsmannin, sum stakk skiparan á Tórsvík niður týsdagin, útflýggjaðan til Føroya Týsdagin og mikudagin stjólu íslendskir ungdómar klæðir úr fleiri handlum í SMS. Tveir dreingir vórðu uppdagaðir, og fimm gentur komu sjálvar aftur við klæðunum. Øll sjey hava fingið bót fyri stuldurin Savnsmynd