Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Bergur Berg, sum hevur við útlendingar at gera í innlendis- málaráðnum, við- gongur, at tey klára ikki at halda eina forsvarliga avgreiðslutíð ÚTLENDINGAMÁL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit klára ikki at halda eina forsvarliga avgreiðslu- tíð í útlendingamálum. Tað viðgongur Bergur Berg í innlendismálaráð- num, blankt. Tað er hann, sum hevur við útlendingamál at gera í innlendismálaráðnum og hann sigur, at tað tekur alt ov langa tíð at viðgera tey útlendingamál, sum koma til ráðið. À síðu 16 og 17 í blað- num í dag ber til at lesa um Natashu Vukotic í Hvalba, sum nú hevur bíðað í meiri enn eitt heilt ár eftir einum ummæli úr innlendismála- ráðnum í sambandi við eina umsókn um at fáa arbeiðs- loyvið longt. Bergur Berg kann ikki gera viðmerkingar til ein- støk mál, tí talan er um persónlig mál. Hann sigur kortini, at tað eru fá mál, sum taka so drúgva tíð. – Men tað eru ólukkuliga nógv mál sum taka einar sjey mánaðir at avgreiða og støðan er avgjørt ikki nøkt- andi hjá teimum útlending- um, sum skulu bíða eftir svari. Klára ikki at arbeiða undan Bergur Berg sigur, at í 2003 setti fútin seg í landsstýrið í sambandi við útlendinga- mál. Fútin metti at ov nógv loyvi vórðu givin og at summar umsóknir, sum vórðu játtaðar, vóru ov ógreiðar, so at fútin ikki fekk røkt sínar eftirlits- skyldur til fulnar. Tá avgjørdi landsstýrið av at leggja útlendinga- málini undir innlendis- málaráðið. – Útgangsstøðið í lógini er, at útlendingar fáa ikki arbeiðsloyvi í Føroyum utt- an so at "væsentlige er- hvervsmæssige hensyn" ella "væsentlige beskæft- igelsesmæssige hensyn" tala fyri tí. "Erhvervsmæssige hen- syn" eru, tá ið talan er um, at útlendingurin hevur ein serkunnleika, sum tørvur er á í vinnuni. "Beskæftigelsesmæssige hensyn" er tá ið talan er um, at trot er á arbeiðs- megi. – Støðan við útlending- um var, at eitt munandi tal hevði fingið arbeiðsloyvi til ófaklært arbeiði, samstund- is sum ALS sigur, at eitt munandi tal av føroyingum eru tøkir á arbeiðsmarkn- aðinum. Bergur Berg sigur, at so- statt skuldi nógvir av hes- um útlendingum ikki havt fingið arbeiðsloyvi í Føroy- um, soleiðis sum lógin er orðað. – Tí mælti umsitingin í innlendismálaráðnum frá, at arbeiðsloyvini vórðu longd. Men hetta skapti til polit- iskt rumbul og eftir eini tíð endaði við eini semju við danir um at útlendingar, sum halda fram hjá sama arbeiðsgevara við eini nøktandi inntøku, kundi fáa arbeiðsloyvini longd. – Men ímeðan var rúgvan av óavgreiddum umsókn- um vaksin, og samstundis varð manningin í innlendis- málaráðnum skerd, tá ið miðfyrisitingin varð skerd. Bergur Berg sigur, at umsitingin boðaði frá, at hon fór ikki at megna at halda eina nøktandi av- greiðslutíð við teirri ar- beiðsorku, vit hava og tað hevur umsitingin boðað frá fleiri ferðir síðani. Nr. 123 - 1. juli 2005 7 Jógvan við Keldu hevur onga viðmerk- ing til at tað hevur tikið eitt heilt ár hjá innlendismálaráð- num at avgreiða eina umsókn um at fáa arbeiðsloyvið longt ÚTLENDINGAMÁL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg havi ongar viðmerk- ingar til nakað í sambandi við útlendingar enn. Tað sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálaráðnum, sum hevur við útlendingar at gera. Á síðu 16 og 17 í blað- num í dag fortelja vit søg- una um Natashu Vukotic úr Jugoslavia, sum hevur búð í Hvalba í seks ár. Í apríl mánaði í fjør sendi hon innlendismálaráðnum umsókn um at fáa arbeiðs- loyvi longt, men hóast meiri enn eitt ár er farið, hevur hon hvørki hoyrt orð ella eið aftur. Vit ætlaðu at spyrja Jógvan við Keldu, lands- stýrismann um hann heldur at tað er rætt og rímiligt at ein umsøkjari skal bíða í meiri enn eitt ár eftir at fáa eitt ummmæli úr inn- lendismálaráðnum upp á eina umsókn um longt ar- beiðsloyvi. Hann hevur als ongar viðmerkingar. Hann sigur, at tað situr ein bólkur og útgreinar útlendingamálið og fyrrenn hann er liðugur, ger hann ikki fleiri viðmerk-ingar til útlendingamálið. Hann vil heldur ikki siga um hann heldur at tað kann góðtakast at tað skal taka innlendismálaráðnum eitt heilt ár at viðgera eina um- sókn. Landsstýrismaðurin sigur, at innlendismálaráðið er í ferð við at útgreina útlendingapolitikkin og fyrrenn tað er liðugt, ger hann ikki fleiri viðmerk- ingar. Hann sigur, at at út- greiningin skal stinga út í kortið, hvønn útlendinga- polikk, vit skulu hava í Før- oyum, um málið skal yvir- takast ella ikki, o.s.fr. – Viðvíkjandi útlend- ingum er spurningurin um integratión, útbúgvingar og um, hvussu teir liva og virka saman við føroying- um. Jógvan við Keldu heldur, at tað er er umráðandi at gera hesa útgreiningina lidna, so at vit fáa ein greiðan útlendingapolitikk. Jógvan við Keldu sigur ikki meira um útlendingar Jógvan við Keldu vil ikki siga um hann heldur at tað er rímiligt, at ein umsøkjari skal bíða í eittheilt ár eftir svari úr innlendismála- ráðnum Útlendingamál: Vit klára ikki at halda eina forsvarliga avgreiðslutíð – Vit hava ikki arbeiðsorku til at avgreiða útlendingamálini skjótari og tað hava vit gjørt vart við fleiri ferðir, sigur Bergur Berg í innlendismálaráðnum