Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 123 - 1. juli 2005 Bjarni Kass, reiðari, váttar, at kenni-bók- stavirnir á skipunum eru skiftir: Har áður stóð FD, stendur nú KG, Væntandi komu seinastu snøklarnir við søluni upp á pláss í gjár SKIPASØLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað henda stórar broytingar í fiskivinnuni í hesum døg- um, bæði á sjógvi og landi. Skip verða seld, onnur verða løgd. Fiskimenn verða sagdir úr starvi – og aðrir sleppa at halda fram undir nýggjum eigarum. Herfyri avgjørdi P/F Beta at taka av einum norskum tilboði upp á teir fimm gomlu kuba-trolararnar, sum væntandi sigla undir føroyskum flaggi einar 2-3 vikur aftrat, áðrenn teir fara av landinum. 35 mans eru sagdir úr starvi. Rækjutrolarin, Høgifoss- ur, er lagdur, eftir at skipið herfyri kom heim av Flemmish Kap við fullari last. Einir 15 mans, sum vóru við hendan túrin – og teir, sum bíðaðu eftir at fara umborð aftur, eru sagdir úr starvi. Varðveita kjansin Nú er so eftir øllum at døma eisini komið undir land við søluni av ís- fiskatrolarunum, Safir og Smaragd, sum Bjarni Kass eigur. Jónsvein Knudsen og Bjarni Kass samstarvaðu í fleiri ár um nøkur skip, sum høvdu heimstað í Eysturoy. Síðan fóru teir hvør til sítt – og endaðu við tveimum skipum í part. Soleiðis hevur Bjarni átt Safir og Smaragd og Jón- svein Jaspis og Ametyst. Aðrir ísfiskatrolarar, sum vóru undir sama "taki", Topas og Sardis, eru áður seldir vágamonnum. Bjarni Kass, reiðari, váttar, at sølan av Safir og Smaragd, sum liggja á Skála, er komin undir land. Kenni-bókstavirnir, FD, eru skiftir til KG. - Tað eru bert teir sein- astu snøklarnir við søluni, sum skulu fáast upp á pláss, og eg vænti, at hetta verður í dag, segði Bjarni, tá ið vit høvdu hann í telefonini fyrrapartin í gjár. Tað eru klaksvíkingar, sum saman við einum parti av manningini, keypa skip- ini. Alment verður ivaleyst sagt, at tað er fiskavirkið, Kósin, sum stendur aftan fyri keypið. Sosialurin hevur skilt, at tað er eitt felag, sum keypir báðar bátarnar, og síðan er tað eitt annað felag, sum eigur í teimum. Bjarni Kass sigur, at allir 18 menninir, sum hava verið knýttir at Safir og Smaragd, hava fingið í boði at sigla við skipunum, nú tey enda í Klaksvík. Tríggj- ar manningar hava verið knýttar at Safir og Sma- ragd, og seks mans hava verið umborð á hvørjum skipi í senn. - Eg vil siga, at tað gjørdi avgerðina eitt sindur lættari, at teir, sum hava siglt við skipunum, hava fingið tilboð um at halda fram, sigur reiðarin. Ikki so galið… Bjarni sigur, at gongdin hjá skipunum ikki hevur verið heilt av leið, sum onkur kanska kundi hugsað sær, nú upsin hevur verið ógvu- liga smáur, prísirnir lágir, og oljuprísirnir uppi ígjøg- num. - Tað, sum eg haldi hevur verið mest óhugaligt, er, at manningin hevur stríðst og strevast fyri ov lítið av pen- ingi í mun til arbeiði um- borð. Nógvur og smáur upsi hevur verið at fingið í vetur og í vár, og hetta hevur verið strævið hjá manning- unum, sum hava fiskað upsa. Spurdur, hvussu tað hev- ur gingið at fingið fólk um- borð á bátarnar, sigur Bjarni, at tað hevur ikki verið verri enn ilt. - Eg vil ikki siga, at tað hevur verið so torført at manna skipini, men tað hevur kanska til tíðir verið torført at fingið vant fólk umborð. Hetta hevur tó verið heldur frægari í sein- astuni, nú prísurin á upsa hevur verið betur, tí minni hevur verið at fingið og tí- skil minni fiskur eisini hevur verið í útboði. Hetta hevur líkasum gjørt, at arbeiði hjá manningini hevur verið meira "nor- malt" fyri eina líkinda hýru, sigur Bjarni Kass at enda. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá ið stórar rembingar eru í vinnuni, skerst ikki burtur, at tað eisini ganga nógvar søgur. Hald er í summum, men í øðrum ikki. Tað er soleiðis eisini komið Sosialinum fyri oyr- uni, at Jónsvein Knudsen í Saltangará, sum eigur ís- fiskatrolararnar, Jaspis og Ametyst, hevur havt í hyggju at selja. Jónsvein Knudsen og Bjarni Kass samstarvaðu í fleiri ár um skip og skipa- rakstur, og nú hevur so Bjarni avgjørt at selja ís- fiskatrolararnar, Safir og Smaragd, til Klaksvíkar. Ikki seldir - Nei, Jaspis og Ametyst, eru ikki seldir. Eg havi higartil sagt nei, sigur Jónsvein Knudsen, reiðari, sum var staddur uttanlands, tá ið Sosialurin tosaði við hann fyrrapartin í gjár. Reiðarin ásannar, at alt er til sølu, um prísurin er nóg góður, men váttar, at eingin søla er upp á tal sum er. - Eg havi ikki tikið nakra avgerð um at selja skipini, sigur Jónsvein Knudsen. Tað merkist Jaspis, Ametyst, Safir og Smaragd hava saman við gomlu kuba-trolarunum verið ein týðandi partur av ráfiskatilgongdini undir virkinum hjá United Sea- food í Saltangará. Áður eru Topas og Sardis seldir úr økinum, og nú Safir og Smaragd hava lig- ið á Skála – og minni hevur verið at fingið av upsa, hevur virkið í Saltangará merkt minkingina í rávør- uni. Virkir og skip Seinastu tíðina hevur málið um tilknýti millum skip og virkir verið eitt av umrøðu- evnunum í fiskivinnuni, og líkt er til, at tað aftur er far- ið at bera á tað borðið, at virkini hava hug at tryggja sína rávøru við at keypa skip í feløg, sum liggja tætt uppat viðkomandi virki. Sosialurin fer at venda aftur til henda spurningin í einum øðrum blaði. Jónsvein Knudsen, reiðari: – Eg havi ikki selt Jaspis og Ametyst Safir og Smaragd fara til Klaksvíkar Tað verður helst Kósin í Klaksvík, sum nú kemur at fáa ágóðan av rávøruni, sum Safir og Smaragd fara at føra til lands Mynd: Vilmund Jacobsen Eingin ivi er um, at tað fer at ganga útyvir ráfiskatilgongdina hjá United Seafood í Saltangará, at gomlu kuba-trolararnir eru seldir – og nú eisini Safir og Smaragd Mynd: Vilmund Jacobsen