fríggjadagur 1. juli 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í dag fara átta spent
klaksvíksbørn til
Litava á sjónleikara-
stevnu. Tey fara at
framføra brot úr
Regin Smiði fyri russ-
iskum og litaviskum
børnum, sum tey
eisini fara at spæla
sjónleik saman við á
stevnuni
Sjónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Høggini fella ógvusliga, og
rættiligur dramatikkur er í
luftini hesa løtuna, vit
støkka inn á gólvið í gomlu
fimleikarahøllini í Skúlan-
um á Ziskatrøð í Klaksvík.
Teir átta 13 -15 ára gomlu
sjónleikararnir eru við at
leggja seinastu hond á
venjingarnar av teirra egnu
poetisku útgávu av Regin
Smiði. Fríggjadagin gongur
leiðin nevniliga heilt til
Kretinga í Litava á sjón-
leikarastevnu, har tey skulu
framføra
leikin
fyri
russiskum og litaviskum
leikarum á sama aldri.
Øðrvísi venjingar
Sjónleikarastevnan varir í
10 dagar, og eitt av hæddar-
punktunum
verður
eitt
sokallað Tjóðarkvøld, har
børnini framføra okkurt úr
teirra egna landi. Søgan um
Regin Smið er neyvan tann
lættasta at spæla, men við
góðari hjálp frá Sonju
Schneider,
sum
hevur
skriva handritið, og Eyð
Matras, leikstjóra, hava
børnini sett saman sera
spennandi
leikmyndina
"The Cursed Gold". Meðan
børnini dramatisera hend-
ingarnar á pallinum í røtt-
um miðaldar pallbúnum
við svørum og eldi, greiðir
frásøgufólkið, Eyð Matras,
frá søgugongdini á enskum.
Børnini eru sera spent uppá
sjálvar framførslurnar, men
tey gleða seg serliga nógv
til leikverksmiðjurnar, har
tey skulu venja leikir sam-
an við russisku og litavisku
børnunum.
- Tað verður stuttligt at
síggja, hvussu tey venja
sjónleik. Tað er ikki vist, at
tey brúka somu teknikkir,
sum vit, og kanska venja tey
í heila tiki øðrvísi, gruna
børnini spent, men ivast ikki
í, at tey fara at læra nógv av
hvørjum øðrum.
Man skal tora
Men er tað ikki okkurt við,
at serliga tey russisku børn-
ini ikki duga so væl enskt?
- Jú, men so er bara at
brúka armar og bein og
annars dramatisera seg
fram til, hvat man meinar,
flenna børnini.
Og tað skuldi ligið væl
fyri hjá júst hesum átta
ungu leikararnum, sum øll
hava gingið á dramaskeið
hjá Eyð Matras í vetur. Har
hava tey lært at brúka rødd-
ina, samanspæl og aðrar
leikteknikkir, sum nú skulu
standa sína roynd. Men
serliga hetta at brúka
røddina rætt, er ikki bara
sum at siga tað
- Man skal brúka røddina
uppá ein heilt annan máta á
pallinum, enn man vanliga
ger. Í fyrstuni følir man seg
eitt sindur býttan, tí man
skal brúka sovorðin ljóð,
sum man annars ongantíð
sigur, greiða børnini frá,
meðan prátið gongur um,
hvat tað krevur at blíva ein
góður sjónleikari.
- Man skal tora væl og
ikki vera smæðin ella
bangin fyri at gera okkurt
býtt. Og so skalt tú venja
umaftur og umaftur, inntil
tú gloymir teg sjálvan, siga
børnini og leggja afturat, at
alt hetta blívur lættari, tá
man kemur at kenna hinar
leikararnar betri. Tí vóna
tey eisini, at tey kunnu
halda á fram við dram-
skeiðnum hjá Eyð aftaná
summarferiuna.
Vinaleikur
Men fyrst stendur Litava á
skránni. Tað er Meginfelag
Áhugaleikara Føroya, sum
hevur fingið spennandi
innbjóðingina frá Theatre-
studio "Atzalynas" at verða
við á sjónleikarastevnuni í
Litava. Stevnan er liður í
eini størri leikverkætlan,
sum ferðast um alt Europa í
løtuni undir heitinum "101
minutes of Street Theatre",
har hvør stevna endar við
einum
stórum
útileiki.
Seinni koma vertirnir í
Litava, bæði sjónleikarar og
lærarar, til Føroyar á eina
líknadi stevnu, og Eyð
vónar, at Klaksvíkin tá
kann verða vertur fyri
hesum vinaleiki millum
børn og ung úr ymsum
londum.
Nr. 123 - 1. juli 2005
9
Norðoya Sparikassi hevur
í gjár tilnevnt Marner
Mortensen sum varastjóra
og Eyðun Kjølbro sum
undirstjóra,
báðir
við
tilvísing til stjóran, eins og
Gunnar
Nolsøe
er
tilnevndur
sum
menningarleiðari.
Umframt at vera vara-
maður
stjórans,
hevur
varastjórin ábyrgdina av
øllum
innanhýsis
viðurskiftum sparikassans,
meðan undirstjórin hevur
ábyrgdina
av
øllum
samskifti við sparikassans
viðskiftafólk. Við hesari
broyting
kemur
spari-
kassin
at
hava
tvístreingjaða leiðslu, har
stjórin saman við vara-
stjóranum
og
undirstjóranum
mynda
stjórnarráð sparikassans.
Menningarleiðarin hevur
ábyrgdina av menning av
eitt nú nýggjum produkt-
um,
tænastum
og
konseptum.
Marner Mortensen er út-
búgvin HD. Hann hevur
starvast í sparikassanum
síðan 1996 og gjørdist
fyrisitingarleiðari í 1998.
Eyðun
Kjølbro
er
útbúgvin
Finans
Diplomur. Hann byrjaði
sum sparikassanæmingur í
1995 og gjørdist leiðari á
vinnudeildini í 2000.
Gunnar Nolsøe byrjaði
sum næmingur í sparikass-
anum í 1987, har hann
gjørdist marknaðarleiðari í
1998.
ave
Norðoya Sparikassi tilnevnt varastjóra,
undirstjóra og menningarleiðara
Í gjár tilnevndi Norðoya
Sparikassi Marner
Mortensen sum varaleiðara,
Eyðun Kjølbro sum
undirstjóra og Gunnar
Nolsøe sum
menningarleiðara
Klaksvíksbørn við Regin Smiði til Litava
Klaksvíksbørnini fara at framføra eina poetiska mynd av
Regin Smiði á sjónleikarastevnuni í Litava
Kærleiki og dráp seta sín sterka dám á søguna um Regin Smið
Ungu sjónleikarnir úr Klaksvík, sum fara til Litava
fríggjadagin. Aftast: Dagny H. Matras, Jancy Jacobsen,
Barbara L. Sørensen, Mary Leivsgarð, Julius W. Poulsen,
Torstein Kjærbo.
Fremst: Ása W. Poulsen og Kári Rasmussen
Eyð Matras,
leikstjóri, fer at
greiða frá
søgugongdini á
enskum