Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 123 - 1. juli 2005 Leiðslan á einum av okkara størstu bústovnum fyri eldri fólk hevur tikið avleiðingarnar av tí fíggjarkarmi, sum stovnurin hevur fingið litið upp í hendi at arbeiða innan- fyri. Játtanin til stovnin røkkur ikki til at veita tær tænast- ur, sum samfelagið annars hevur sett út í kortið. Avleið- ingin av sparingum og at verandi játtan ikki røkkur til tær tænastur, sum hava verið veittar eldri fólki, er tann, at fleiri av starvsfólkunum verða søgd upp umframt at tæn- asturnar, sum um dagin verða veittar fólki, ið ikki búgva á stovninum, nú verða strikaðar. Tvs. døgurði verður ikki longur borin út í heimini og røktartænastur til fólk uttan- fyri stovnin verða eisini skornar burtur. Hetta kemur sum einki minni enn ein bumba. Ein bumba, sum fyrst og fremst rakar tey gomlu, síðani starvsfólkini og tey avvaraðandi. Men henda bumba kann lættliga eisini raka landsstýrismann, landsstýrið og samgongu. Hvussu umboð fyri almenna myndugleikan enn royna at forklára seg burtur úr verandi støðu við frágreiðingum um, at játt- anin hækkaði seinast og at pengarnir til tey eldru ikki eru minni enn áður, so eru avleiðingarnar fyri tey gomlu, teirra starvsfólk og teirra avvaraðandi so sjónskar, so óvirðiligar og raka so meint, at hetta eisini kann gerast ein vanlukka fyri politiska myndugleikan. Um hetta kemur óvart á hann og ikki er tilætlað, so er bert eitt at gera, og tað er at finna pengar, sum kunnu varðveita røktina á Lágargarði og forða fyri, at dagtilhaldið og døgurðatænastan steðgar. Sum skilst so verður ikki longur góðtikið, at játtaninar ikki halda, soleiðis at stovnar kunnu koma eykarokning, tá árið er úti. Hinvegin er hetta ein mannagongd, sum nærum er vorðin fastur partur av skipanini, og tí er ikki bara sum at siga tað, bráddliga at skerja á stokkinum. Tá stovnar sum eitt nú Lágargarður hava gjørt nógv fyri ikki at siga alt fyri at spara við stytta um arbeiðstíðina og harvið leggja størri byrðar á starvsfólkini, so er ikki ringt at skilja, hvussu støð- an verður, nú fleiri av røktarstarvsfólkunum skulu sigast upp. Bert tey, sum hava havt eldri fólk í røkt og sæð, hvat henda røkt krevur av hvørjum einstøkum røktarfólki, vita, hvat hesi somu starvsfólk leggja fyri dagin. Politikarar og almennu myndugleikarnir allir sum ein, bæði samgonga og andstøða, mugu gera sær púra greitt, hvat er við at henda. Fleiri og fleiri gerast eldri, og hetta setir heilt nýggj krøv til okkara politikarar. Tað nyttar heldur ikki sum andstøða bara at sita og peika á hini og geva teimum skyld- una. Allir politikarar í hesum landi eiga at kenna ábyrgd av hesum, eisini teir, sum hava rátt fyri borgum seinastu mongu árini og teir, sum uttan at blunka skóru blokkin niður við nærum 400 mill. kr. Men tað eru so tey, sum stýra í dag, sum mugu taka hetta mest til sín. Sum mugu gera upp við seg, um hetta er tað tey høvdu ætlað við teimum gomlu. Væl vitandi, at almennu kassarnir ikki eru á tremur, so vil tað her vera ein spurningur um raðfesting. Og eftir okkara tykki eiga tey gomlu og eldru at verða raðfest soleiðis, at tey fáa eitt virðiligt lív. Tey hava verið við til at skapt ta vælferð, sum alt samfelagið fær lut í. Tað skal tí vera áheitan okkara á landsstýrismannin og á alla samgonguna alt fyri eitt at taka eitt nú støðuna á Lágargarði upp sum eitt akutt mál, ið má loysast so ella so. Tað ringasta, sum kann henda, er lata standa til. DAGSINS MEINING Sosialurin Avleiðingar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Ov gomul at sleppa at liva So komu skelkandi tíðini »yvir nátt«, at alt virksemi, sum hevur við tey eldru at gera, skal avtakast - og tað í stundini! • Tey eldru skulu ikki sleppa út fyri dyr. • Tey eldru skulu ikki fáa heilsugóðan mat. • Tey eldru skulu ikki fáa umsorgan og røkt. • Tey eldru verða ikki spurd, men skulu líða harraboðum. Álvaratos! er hetta ikki tað sama sum at taka lívið av teimum? Dagny Joensen Tað er eingin gamansleikur at gerast eldri. Heilsan viknar, eyguni og oyruni fara at bila, eins og rørslur- nar - bara tað at ganga um gólvið, kann gerast ein avbjóðing. Torført er at matgera, annaðhvørt tí tey eldru ikki orka longur, ella ongan matarlyst hava. Hvat reingerð viðvíkur, so er tað eisini av byrða. Heima- hjálpin eru nú skorin niður til ein tíma 14. hvønn dag. Hvør av okkum vildi búð í rúmum, sum bert verða neyðturvuliga vaskað 14. hvønn dag? Tey eldru gerast ótrygg og tora illa at vera einsamøll, men tað noyðast tey! Tað hava al- mennu Føroyar skipað fyri. Eftir langt og strævið lív, og eftir at hava verið við til at byggja hetta samfelagið upp og goldið hvørjum sítt, kundu tey eldru av røttum og við góðari samvitsku lena seg aftur á og sagt: »Vit hava gjørt okkara, gerið tit nú tykkara«. Tað gera tey eldru bara ikki, tí tað hevur ongantíð verið teirra leiklutur í lív- inum at krevja. Tað vita landsins mynd- ugleikar væl, og tí er tað so lætt at skarva av tí lítla, sum vælferðin hevur at bjóða teimum eldru, hóast tey, sum eru gomul í dag hava verið við til at skapa vælferðina. Er hetta tøkkin tey eldru fáa, tey sum eru so mikið fræg, at tey eru millum okkum enn? Hjartaleyst og óvirðiligt Tá eg hoyrdi tíðindini í gjár, helt eg, at hetta mundi fara at laga seg. Tað kundi bara ikki lata seg gera at bjóða okkara eldru og veiku slíka viðferð. Í dag er støðan ein onnur. Í morgun ringdi starvsfólk og segði, at mamma fór heim í dag, og at Dagstovn- urin hervið verður stongdur. Gamla mamma mín, sum verður 90 ár um ein mánað, sleppur ikki longur í dag- stovnin á Lágargarði. Hvussu skulu vit greiða henni frá hesum, so at hon kann skilja tað, veit eg ikki, men eg veit hvørjar avleið- ingar hetta fær fyri hana. Hon skal ikki longur fara glað og takksom upp hvønn morgun, gera seg til reiðar til taxabilurin kemur eftir henni, og koyra hana á dag- stovnin at hitta hini, sum hon dagliga er saman við. Hon skal ikki longur feg- in og móð seta seg í hvíld- arstólin heima í stovuni, tá hon eftir hendingaríkan dag kemur heimaftur til sín sjálvs. Hon fer helst ikki bros- andi at siga frá ymsum á dagstovninum, tá hon kem- ur at vitja okkum. Tann ger- andisdagurin, sum higartil hevur verið so væl skipað- ur, bæði fyri mammu og okkum børn hennara, verð- ur fullkomiliga broyttur. Tað er vist. Tryggleikin á dagstovninum Avgerðin at niðurleggja dagstovna- og matskipan- ina er ein háðan móti teim- um gomlu og teimum, sum eru um tey í gerandisdegn- um. Ikki minst fyri okkum avvarðandi, sum hava kent stóran tryggleika at vita okkum, at mamma var í góðum hondum, meðan vit vóru til arbeiðis. Vit, sum eiga eldri for- eldur í dag, eru heldur ikki ung longur, og hava okkara at gera, umframt sjálvandi at veita okkara gomlu um- sorgan. Tað gera vit við gleði, men tað verður trup- ulleiki at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind here- ftir. Tað er óskiljandi at eitt lítið land, við nøkrum fáum túsund gomlum fólki, ikki hevur ráð at veita teimum eldru bert eitt vet av inni- haldi í gerandisdegnum á lívskvøldi teirra. Tað besta, sum kundi henda mammu okkara, var, at hon slapp á dagstovnin á Lágargarði. Hon kann búgva heima hjá sær, sum avgjørt er besta loysnin hjá henni, og samstundis vera saman við hinum eldru um dagin. Besta og bíligasta loysn Dagstovnaskipanin varð gjørd fyri at geva eldri fólki innihald og upplivingar í gerandisdegnum. Skipanin hevur til fulnar staðið sína roynd. Eg ivist onga løtu at henda skipanin leggur fleiri ár til livialdurin hjá teimum eldru. Hon varð gjørd fyri at tey eldru skulu verða heima sum longst,. Tað sparir um ellis- og røktarplássini, ið kosta hópin meira enn nakrar mió. krónur, sum dagstovna- skipanin kostar. Tað mest umráðandi í hesum málinum er, at dagstovna- og matskip- anin virkar, men eisini, at hon sparir landinum fyri risastórar upphæddir. Um samfelagið skal spara, kann tað ivaleyst gerast fleiri aðrastaðni. Tað mugu landsins kostnu kvinnnur og menn syrgja fyri. Tey eru jú fólksins umboð, og vónandi eisini umboð fyri tey eldru, sum hava valt tey inn í tingið. Vit kunnu stutt sagt ikki sýna okkara eldru so lítla virðing, at tey skulu sita einsamøll inni hjá sær sjálvum og bíða eftir at sleppa úr hesum ótakksama samfelag.