fríggjadagur 1. juli 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 1. juli 2005
11
VIÐMERKINGAR
Barberstólurin
Helgi Abrahamsen
Tey flestu munnu kenna
filmin "Einaræðisharrin"
hjá Charlie Chaplin. Hesin
filmurin, sum varð til í
1940, lýsir á ein skemti-
ligan
hátt
fólkatølaran
Hynkel (Hitler).
Ein tann kendasta og
stuttligasta hendingin í
filminum er tá Napaloni
(einaræðisharrin úr Bact-
eria) er á vitjan hjá Hynkel.
Ráðgevin Garbitsch leggur
Hynkel eina við, at hann
má syrgja fyri alla tíðina at
sita hægri uppi enn Napal-
oni. Hetta skal hava stóran
psykologiskan týdning, og
geva eina mynd av, hvør av
teimum er tann stóri leiðar-
in. Men Napaloni hevur
helst fingið somu ráðini
heimanífrá, og endin er, at
báðir sita í hvør sínum
barberstóli og kappast um,
hvør kann pumpa stólin
hægri upp ímóti loftinum,
fyri at síggja niður á hin.
Eg kom at hugsa um hetta
filmsbrotið, nú drotningin
var á vitjan í Føroyum. Ser-
liga tann eini politiski
flokkurin her á landi, hevur
altíð havt ilt við at góðtikið
tann fólkatokka, sum tey
kongaligu hava í føroyska
fólkinum. Tí kendi formað-
urin seg noyddan at pumpa
"floksins barberstól" eitt
vet longur upp ímóti loftin-
um, undir vitjanini. Hann
mátti vísa fyri fólkinum, at
hann og partamenn hans-
ara, vóru minst líka stórir
leiðarar sum hennara Há-
tign Drotningin. Teir máttu
vísa, at teir ikki aftraðu seg
við at mótmæla tí, sum
drotningin segði, og at teir
ikki føldu tað sum sína
skyldu at møta upp til
kongligar døgurðar o.s.fr.
Helst skuldu teir vera so
provokerandi og arrogantir
sum til bar, fyri at vísa
drotningini og fólkinum, at
teir sótu minst líka høgt
uppi sum hon.
Men barberstólurin hjá
Hynkel hevði sínar av-
markingar. Tá hann var
komin uppí fulla hædd, datt
hann sum ein punkterað
ballón niðuraftur til lægsta
punktið. Soleiðis má eisini
sigast um drotningaátakið
hjá Tjóðveldisflokkinum.
Tað eydnaðist at fáa stólin
eitt vet upp frá gólvinum
eina lítla løtu, men skomm-
in gjørdist fullkomin, tí
stólurin misti flogið.
Sjálvsagt hevur Tjóð-
veldisflokkurin loyvi til at
yvirmeta sín leiklut í før-
oyskum politikki, við at
pumpa seg eitt vet upp frá
gólvinum. Men tað er
harmiligt, at ein flokkur
sum sigur seg vilja "byggja
land", vísir, meðan landið
er fult av útlendskum fjøl-
miðlum, at í hvussu so er
ikki allir føroyingar duga
vanligan fólkaskikk. Og
serliga harmilig gerst søg-
an, tá hugsað verður um, at
endamálið var ikki annað
enn tað hjá Hynkel í bar-
berstólinum. (At mótar-
beiða ræðsluni fyri at
onkur skal koma inn í
landið, sum hevur hægri
tign, enn ein hevur sjálvur).
Stór vanærilig skomm: Tey veiku og óhjálpnu
ongan góðan
Sámal Petur í Grund
fyrrv. landsstýrismaður
Ikki oftani komi eg soleiðis
fyri, at sinnið kemur í kók.
Men síðani sitandi sam-
gonga tók við, er tað komið
í so oftani fyri.
Tó so, ikki verri enn so,
at eg havi klára at hildið
agressiónirnar fyri meg
sjálvan.
Hetta tí at eg ikki ætlaði at
luttaka í politisku debattini.
Havi hildið meg tjent mína
værnapligt á hesum økið.
Mangan hevur staðið
nógv á og nú gjørdist so
ovboðið.
Samgonguavtalan
Signalini frá sitandi sam-
gongu vóru tey flestu so
lovandi, at ein skuldi trú at
land okkara var í góðum
hondum.
Boðað bleiv frá, at nú
skuldu pensionistarnir have
eina veiting, sum líktist eini
mánaðarløn hjá fleiri av
landsmonnum okkara.
Hugsaði við mær sjálv-
um, at teir bætar sum
framdir vóru meðan Sjálv-
stýrisflokkurin sat við al-
mannamálum, bert vóru
peanuts afturímóti tí sum
nú koma skuldi.
Hóast kensluna av ikki at
hava rokkið hesum monn-
um og politikki teirra til
knýggja, so fegnaðist eg
um, at støðan hjá pension-
istum í samfelagi okkara,
sum eg hevði fingið eitt
ávíst innlit í, nú gekk mót
nýggjum virðiligum tíðum.
Eg yvist í um eg nakran-
tíð havið verið so vónsvikin
fyrr.
Skerjingar og
skattalætti
Dagtilhaldini mugu steingja
og skipanin við útbering av
døgurða heldur uppat.
Røktarheim boða frá, at
fólk má sigast upp, tí pen-
ingur ikki er tøkur.
At samsvar ikki er mill-
um andstøðupolitikk og
samgongupolitikk hjá Javn-
aðarflokkinum er ikki nak-
að nýtt fyribrigdi. Men
hvat siga hinir báðir flokk-
arnir í samgongu?
Hvat sigur Fólkaflokkur-
in, sum saman við Tjóð-
veldisflokkinum og Sjálv-
stýrisflokkinum, var við til
at hækka pensiónirnar og
økja um játtanina til dag-
tilhaldini?
Ein stór vanærilig skomm
er tað, sum tey eldru og
óhjálpnu vera viðfarin nú
Javnaðarflokkurin situr við
almannamálum.
Sitandi samgonga hevur
sett sær fyri, at skattalætti
uppá 60 milliónir skal veit-
ast árliga í samgongu-
skeiðnum. Altso 240 milli-
ónir yvir 4 ár.
Hesin skattalættin kemur
fyrst og fremst at merkjast
hjá teimum sum í forvegin
hava eina av teim hægru
inntøkunum.
Ein hevur hug at spyrja -
"hvat í himmalsins navni
hugsa tit fyri tykkum?"
Skulu tey veiku í samfel-
agnum bera byrðarnar, nú
vit eru í einum lákon-
jukturi?
Tey eldru og óhjálpnu
Tá tað sansar at í samfelagn-
um, so er møguligt hjá okk-
um sum standa mitt í lívs-
yrki okkara, at seta tiltøk í
verk av ymiskum slagi.
Vit kunnu repa seglini.
Vit kunnu taka eitt eyka-
tørn. Vit kunnu skaffa okk-
um eitt og annað nærum
ókeypis til matna. Møgu-
leikarnir eru fleiri.
Hesar møguleikar hava
tey eldru í skerdan mun,
men tey óhjálpnu hava slett-
is ikki hendan møguleikan.
Flestu av teimum mugu
bara sita og hyggja stúrandi
at, meðan politikararnir
avgera lagnu teirra.
Grátuligt
Tað er grátuligt at hyggja at
og fylgja við hvussu pen-
ingur landsins verður um-
sitin.
Tað er peningur í landin-
um til at útbyggja samfel-
agið við ferjum, tunnlum
og vegagerð.
Tað er peningur í landin-
um til íløgur í rennibreytir,
vallir og upp til fleiri ítrótt-
arhallir.
Peningur er í landinum til
skúlagerð.
Peningur er til at leingja
flogvøllin.
Peningaríkiligheitin sýn-
ist at vera so stór at nærum
alt er møguligt.
Men tey sum ein skuldi
trúð høvdu tikið sítt tørn og
gjørt sína samfelagstænastu
skulu bløða.
Eldraøkið
Eitt røktarheim er í gerð í
Norðurstreymoy.
Kenni
ikki talið á teim arbeiðs-
plássum sum skulu til fyri
at tænastan kann vera hild-
in á einum sømuligum
støði. Men alt skal fíggjast
av tí almenna.
Røktarheimið í Runavík
verður útbygt við 24 pláss-
um. Arbeiðsplássini skulu
fíggjast av tí almenna.
Eitt røktarheim hevur
hingið í leysari luft, báðu
megin eina ella aðra á í
Suðuroynni. Høvuðsargu-
mentið fyri at kroysta tað
niður á eitt grundstykki í
Vági, er øll almennu ar-
beiðsplássini
sum
tað
skapar.
Helst havi eg í sinnis-
rørslu gloymt onkra bygg-
ing á eldraøkinum sum eis-
ini krevur økta játtan úr
almenna kassanum.
Samanlagt er talan um
stórar
upphæddir
sum
skulu játtast yvir sama
almenna kassa.
2015
Er verunleikin virkuliga so-
leiðis, at sitandi samgonga,
við beráddum huga, hevur
valt at venda eygum sínum
móti einum tíðarskeiði,
sum liggur langt eftir at
teirra skeið í landsstýrinum
er runnið?
Og er grundin tann, at
teir flýggja frá veruleik-
anum.
Tað nyttar lítið at hava
visiónir um tíðina eftir at
samgonguskeiðið er runnið,
og so lata verunleikan og
tíðina sum tit kunnu ávirka
fara fram við tykkum.
Eitt er vist. Tey sum í dag
eru veik og óhjálpin mettast
ikki av visiónum um 2015!
Alment / Kommunalt
Tað verður sagt, at komm-
unurnar ikki eru fyrireik-
aðar at taka yvir eldraøkið.
Men álvaratos. So ófyri-
reikaðar, at tær ikki høvdu
klára hetta betur, eru
kommunurnar væl ikki.
Klára tit ikki hetta betur,
leggið so økið út til komm-
unurnar sum skjótast.
Vakni so við og gerið
tykkum greitt, at vit skriva
2005 eftir Kristi føðing, og
ikki 2015.
Jenis av Rana
f. Miðflokkin
Skerjanir landsstýrisins
av
vælferðartænastum
skuldast ikki versnandi
fíggjarumstøður, men er
ein ábyrgdarleys politisk
raðfesting!
Í dag stendur farandi ætt-
arliðið fyri skotum, herfyri
vóru ta tey nýføddu á
føðideildini og tey sálarliga
veiku, og boðað er frá at
trygdin á arbeiðsplássunum
stendur fyri næsta niður-
skurðartørni.
Versnandi fíggjarvánir
tykjast øll verða so rørandi
samd um er orsøkin.
Men er hetta so?
Miðflokkurin metir at
ábyrgdarfull raðfesting av
virðum samfelagsins hevði
forðað fyri at hesi veiku øk-
ini guldu prísin, men í
landsstýrinum tykist eingin
vera, sum kennir ábyrgd
fyri hesum økjum. Har vel-
ur man tíverri eina øðrvísi
raðfestan.
Tá Miðflokkurin legði
eitt sosialt raðfest broyting-
aruppskot fram til skatta-
lættauppskot landsstýrisins,
vendu ráðandi flokkanir
tummulin niðureftir. Hetta
uppskotið, ið fakfeløgini
høvdu evnað til, hevði, um-
framt at verða sosialt rætt-
vísari, spart 14 mió. kr.
Men landsstýrið raðfesti
skattlætta til tey múgvandi
framum.
Í dag høvdu hesar 14
mió. komið væl við at verja
vælferðartænasturnar.
Meginpartin av várinum
royndu andstøðuflokkar og
aðrir ábyrgdarborgarar at
forða fyri eina høpisleysari
flytan av miðnámsskúlan-
um í Vági til Hovs, m.a. tí
at hendan 100% óneyðuga
flytanin lættliga fer at kosta
eitt tveyciffra milliónatal.
Hugsar tær tann stuðul
hesar burturblakaðu milli-
ónir ístaðin kunnu verða
undir vælferðina?
Var Løgtingið til arbeiðis
í hesum døgum, hevði Mið-
flokkurin lagt uppskot fram
um aftur at broyta avgerð-
ina um at flyta skúlan úr
Vági, og at brúkt sparda
peningin
socialt
rætt.
Møguleikin býðst okkum
tíverri ikki fyrrenn eftir Ól-
avsøku, men hervið er hug-
skotið farið til landsstýrið.
Bert knappir 2 mðr. eru
farnir aftur um síðani sam-
gongan, uttan at blúgvast,
samtykti at játta nøkrum út-
valdum 2 mió. árliga í stuð-
uli í 3 fylgjandi ár. Eins lætt
tað var at finna grundgev-
ingar fyri hesum stuðli, átti
at verið at funnið grundgev-
ingar fyri at byggja garð um
vælferðina hjá tí ættarliðin-
um, sum løgdu lunnar undir
ta vælferðarsamfelagið, sum
dagsins politikkarar hava
sum forrætt at umsita.
At siga at versnandi
fíggjarvánir eru orsøk til
syrgiligu aktuellu sparingar
á veiku samfelagsøkjunum
er ikki rætt. Skeiv og
manglandi raðfesting er
høvuðsorsøkin!
Óskiljandi at hetta hend-
ir, meðan flokkurin, sum
áður vardi tey veiku, situr
við leiðslu landsins. Er
hetta prísurin fyri at fáa
løgmansheitið, so má sann-
ast at hann gjørdist vanliga
føroyinginum dýrur.
Minnist eingin farnar
dagar og grundleggjandi
hugsjónir?
Sova øll?
Gjaldið fyri ein løgmann?