Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 123 - 1. juli 2005 Joen Magnus abbi 75 ár Hesin fitti abbin fyllir 75 ár sunnudagin 3. juli. Dagurin verður hildin á Bøgøtu 3 í hølunum hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag leygardagin tann 2. juli klokkan 19. Øll eru hjartaliga vælkomin at gleða abba. Góði abbi, hjartaliga til lukku við føðingardeg- num. Heilsan abbabørnini NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. 75 ár Fríggjadagin 1. juli verður Torleif Bech í Porkeri 75 ár. Foreldrini vóru Johanna Bech f. Jensen av Strondum og Jacob M. Bech í Hólinum, Porkeri. Torleif er næstyngstur av 10 systkjum, og nú eru tey bert trý eftir á lívi. Sum 14 ára gamal byrjaði Torleif at rógva út við pápanum, og stutt eftir at seinri verðaldarbardagin var lokin, fór hann til skips á fyrsta sinni við "Yvonnu" úr Vági, sum Daniel Larsen í Gjørðum í Porkeri førdi. Seinri var hann eitt skifti við trolaranum "Beinisvørð", og síðani við snurruváðsbátinum "Ósi", sum pápi hansara átti saman við øðrum porkeningum. Eitt skifti í 1950 árunum sigldi hann við íslendskum trolarum, og tá trolarin "Vágbingur" í 1959 kom til landið, var Torleif ein av eig- arunum, og við Vágbingi sigldi hann í fleiri ár. Síðani var hann í fleiri á við norsku Longvátrolarunum, inntil hann í fyrru helvt av 1970 árunum fór við "JENS Christian Svabo" og síðani við "Magnus Heinason", og tá Fiskirannsóknarstovan fór undir royndarveiði eftir svartkjafti við "Leivur Øssurson", var Torleif við honum. Torleif hevur altíð havt stóran áhuga fyri seyði, og hann hevur serstakar gávur til at kenna seyð. Hann hevur verið seyðamaður í Handara Parti í eitt langt áramál, og hevur heilt frá ungum av gingið nógv í haganum og er tí ein av teimum, sum hevur gott skil á stað- arnøvnum uttangarðs og veit eisini nógv at siga frá. Hóast heilsan nú ikki er tann besta, so er tað seyðurin, sum hann framvegis fjálgar um og hevur stóra gleði av. Í dec. verða 50 ár síðani Torleif giftist við Julinu, sum er ættað Innan Glyvur, og tey eiga fýra børn: Jónhild, Johanna, Marjun og Jákup Eli og tvær abbadøtur: Sandra og Liljan. Vit ynskja Torleif hjartaliga tillukku á 75 ára føðingardegnum og blíðan byr framyvir. Vinur Havn: Líka so nátúrlig sum ólavsøkan er einaferð um árið, so eru venjingarnar hjá ólavsøkukórinum tað eisini. Hetta kórið setur hvørt einasta ár ein heilt serstak- an dám á tjóðarhátíð okk- ara. Og soleiðis er eisini ætlanin at gera í ár. Men eingin sangur uttan venj- ing. Fyrstu venjingarnar til hetta – vónandi – stóra kórið verða nú sunnudagin í Kommunuskúlaauluni kl. 16 og einar tríggjar tímar fram. Onnur venjingin verður sunnudagin fyri ólavsøku, 24. juli somu tíð. Miðað verður eftir at fáa eitt eins stórt kór og í fjør, tá tað var rættiliga væl mannað. Í ár er tó serliga tørvur á mannfólki til verk- ið, ið syngjast skal. Fyrireikararnir hava nevniliga ætlan um at syngjast skal tann góða gamla ólavsøku-kantatan hjá Waagstein og Mitens frá 1930, og til hesa krevst nevniliga eitt gott og full- tónað manskór. Sungið verður eisini úr bláu føroysku kórbókini, og tí verður heitt á sangararnar um at taka hesa við til venj- ingina nú sunnudagin. sb. Tøkk Hjartans tøkk øll tit, sum gjørdu 70 ára føðingardagin hjá mær so hugnaligan. Regin á Rógvi Ólavsøkukórið møtir aftur til venjing - Ja, tað hava verið 25 góð ár. Eg havi trivist sera væl, sigur Gunnar Mohr í Havn. Í dag, 1. juli fyri 25 árum síðani hevði hann sín fyrsta dag í starvi hjá Poul Michelsen í Havn. Hetta ætlar fyritøkan sær eisini at hátíðarhalda við móttøku seinnapartin í dag frá kl. 15 til 18. Gunnar Mohr tók real- prógv frá Tórshavnar Kommunuskúla, og byrjaði eftir hetta beinanvegin á goymsluni hjá PM. Hann hevur síðani verið gjøgnum alt systemið í fyritøkuni: Hann hevur fingið sær kontórútbúgving á stað- num, hann hevur verið formaður í goymsluni og hann hevur eisini verið innkeypsleiðari. Í dag er hann sølustjóri í fyritøkuni. - Eg havi bara arbeitt her hjá PM, sigur Gunnar Mohr, sum í dag hevur 25 ára starvsdag Mynd: Jens Kr. Vang 25 góð ár hjá PM Dagurin 1. juli Teobaldus, deyður í 1066. Franskur aðalsmaður, ið á ungum árum velur eitt lív sum einabúgvi. Var fyrst í Luksemburg, ger so pílagrímsferð til Santiago de Compostela í Norðurspaniu, til Róm og fær sær at enda tilhald í Vincenza í Italiu, har hann varð prest- vígdur. Juli Sjeyndi mánaður hevur navn sítt eftir Juliusi Caesari. Í gamla rómverska kalendaranum varð hann róptur Quintilis, ið merkir tað, sum hoyrir til tann fimta (mánaðin). Tann fimti var her roknaður frá mars, ið var tann fyrsti. Í árinum 45 f.o.t. samtykti rómverska senatið at geva Quintilis navnið juli, Juliusi Caesari til heiðurs, tí hann fekk í lag tann nýggja kalendaran. www.sosialurin.fo