Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 123 - 1. juli 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Svenning Olsen av Glyvrum andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík, týskvøldið 28. juni, 84 ára gamal. Kistan fer av Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í kvøld, fríggjakvøldið klokkan 18 í Glyvra kirkju. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju leygardagin klokkan 13. Kistan við Holger Jacobsen, vanliga nevndur Holgar í Búðunum, Klaksvík, fer úr sjúkrahús- kapellinum heim í kirkjuna í kvøld, fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkj- uni leygardagin klokkan 13.30. Anna Geyti, andaðist týsdagin 28. juni í Saltum í Danmark, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Saltum kirkju leygardagin 2. juli klokkan 13. Andlát og jarðarferðir 90 ára føðingardagar Í dag, 1. juli, verður Martina T. Kruse á Eiði 90 ár. Tey, ið hava hug at heilsa upp á hana, eru vælkomin hjá dóttrini Tiu millum kl. 16.00 og 19.00. Í dag, 1. juli, verður Jakob Magnussen, fyrrverandi prestur, 90 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 75 ára føðingardagur Í dag, 1. juli, verður Torleif Bech, Porkeri 75 ár. Dagurin verður hildin heima við morgunmati mill- um kl. 10.00 og 14.00. 70 ára føðingardagur Í dag, 1. juli, fyllir Kjartan Z. Jacobsen, Klaksvík, 70 ár. Føðingardagurin verður hildin hjá soninum, Markus Tummas, úti á Gravarbø frá klokkan 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sjútigur Í dag, 1. juli, er Johannes M. Jacobsen, Hamarsgøta 1, Tórshavn, 70 ár, ofta nevndur Hannis hjá Myrnu. Hannis er ikki maðurin, sum ger stórt burtur úr sær, men væl royndist. Álit hevur altíð verið í mannin- um, í arbeiði sum við øðrum, hann hevur havt um hendi. Hannis hevur tikið lut í so mongum – og hvør kennir ikki Hannis, fasti skrivarin í Kyndlanevndini tey mongu árini. Hannis var leingi hjá Frants Restorff, hann stóð fyri framleiðsluni á bomm- virkinum, sum tey árini mundi hava meginfram- leiðsluna av føroyskt fram- leiddum góðgæti. Seinni saðlaði hann um, var eisini leingi dagligur leiðari á Bókamiðsøluni og har var hann alfa og omega, men so segði pensiónsald- urin stopp, tó óvirkin er hann neyvan, knáur bridge- spælari og sum heild í kort- spæli. Spegilsmyndin av Hannis kann í stuttum lýsast við hesum stubba, vit lósu í »Glaðustroki« frá 20. sep- tember 1962: »Ein av veteranunum innanfyri ítróttafelagið »Kyndil« Johannes Jacobsen leikti nú um dagarnar hondbóltadyst nr. 100 fyri felagið. Øll- um kunnugt varð felagið stovnað í 1956 og gongur sostatt á sjeynda ári, ein ársungi millum hini ítróttarfeløgini í Føroy- um. Johannis Jacobsen, nevndur Hannis, var ein av stovnarunum og hevur verið við til at skapa ta góðu framgongd, Kyndil hevur havt síðan byrjan. Altíð fúsur til verka, íðin til felagsarbeiðið og til venjingina og tí »sjálv- skrivaður« sum nevnd- arlimur øll hesi árini. Fimm ferðir Føroya- meistari í hondbólti í sjey ár sigur ikki so lítið«. Mong kenna eisini Hannis frá árunum, hann stóð á palli, tað kundi vera sum solosangari, guitarspælari ella sum partur í ljómliði, har faðirin, Niels og brøð- urnir traðkaðu fram at undirhalda á føstulávints- veitsluni í Sjónleikarhúsin- um, tá Ungmannadeildin og Losjan vóru í velmakt- ini. So er at nevna at abba- børnini nú eru 10 í tali. Dagurin verður hildin heima, Hamarsgøta 1, leyg- ardagin 2. juli frá kl. 10.00 –15.00. 65 ár 1. juli fyllir Hendrik Rubeksen, fyrrv. løgreglu- maður, Undir Gráasteini 90, Tórshavn 65 ár. Hendrik var politista- næmingur frá Keypmanna- havn 1. januar 1963, 1. august 1977 vaktarleiðari í Havn og 1. mai 1984 dag- ligur leiðari á avgreiðslu- deildini. Hóast Hendrik hevur havt týðandi starvsøki í løgregluni, hevur hann støðugt verið virkin í fe- lagslívi, bæði í ítróttini og losjuni, hann var landsfor- maður fyri IOGT í samfull 10 ár og skrivari í Stór- losjuni hevur hann verið langt áramál. Hann er for- maður fyri Tempulriddara- ordanin, sum hevur felags- høli Oman Viðarlund í Havn. Hansara stóri áhugi fyri seyðahaldi, bóndalívi sum heild er framvegis partur av yrkadegi hansara, og ikki minni nú hann er pen- sjonistur. Ein av teimum kendu klaksvíkingunum fer at runda tey sjeyti fríggjadagin 1. juli, og tað er eingin annar enn Kjartan Z. Ja- cobsen, eisini nevndur Dasji. Kjartan er sonur Mariu f. Heinesen úr Kunoy og Marcus Jacobsen, Marcus á Fløttinum í Klaksvík. Kjartan er trið- yngstur av einum systkinaflokki upp á 8. Í 50-unum var tað ikki eins lætt sum í dag at fara at fríggja. Siglast skuldi úr Klaksvík um Múlan, annaðhvørt á Helluna ella undir Leiti, men tað fekk ikki Kjartan at setast aftur, tí hann vildi hava hasa røsku viðareiðisgentuna, ið er líka røsk enn. Tá hevði fartelefonin komið væl við, við einum SMS’i. Kjartan og Jóna lótu hús byggja á Gásafløttinum í Klaksvík. Tey giftust í Viðareiðis kirkju 5. desember 1959 og fluttu síðan í nýggj hús í Klaksvík. Tey fingu tvey børn, Markus Tummas og Mary Mariu, og fýra ommu- og abba- børn, sum hann er ógvuliga fegin um. Kjartan fór sum 13 ára gamal at arbeiða í fiski, síðan í kolgarðin at arbeiða og eftir hetta at koyra øsku. Í 1970 keypti hann sær lastbil og fór at koyra út fyri fólk. Hann koyrdi fast fyri heilsøluna hjá Poul Hansen til ferða- sambandið bleiv betri norð eftir og teir sjálvir fóru at koyra. Nógvir mundu túrarnir verða fyri timburhandilin á Varpinum, og um heystarnar vóru mangan boð eftir Kjartani at koyra seyð. Frá 1977 til 88 koyrdi hann skrell fyri Klaksvíkar kommunu. Sjálvt um Kjartan mátti gevast at arbeiða vegna heilsubrek, hevur hann tó ikki sitið heima og kett seg fyri tað. Hann hevur altíð havt frítíðarítriv og stóran áhuga fyri politikki og ítrótti. Eitt av frítíðarítrivunum hjá Kjartani er at hava seyð. Hetta dugir hann avbera væl, við tíð hevur hann fingið nógva tíð at gingið. Tey seinastu árini hevur hann hildið til fyri tað mesta á Húsum, har versonurin er bóndi, og tá dámar Kjartani væl at stákast uppií. Sum ungur róði Kjartan kapp. Seks ár við gomlum 4-mannaførum, eitt ár við Fípuni Føgru, 7 ár við 10-mannafarinum Klaksvíkingi. Sum ungur gjørdi hann eisini fimleik við Klaksvíkar Fimleikarafelag. Kjartan hevur ikki spælt við KÍ, men hevur KÍ eitt stórt pláss í hansara hjarta, bæði sonurin og allir tríggir abbasynirnir hava eisini spælt og spæla enn. Tað munnu vera fáir dagar, har KÍ spælir og Kjartan ikki er ein av áskoðarunum. Kjartan er eisini áhugaður í politikki. Hann hevur verið og er javnaðarmaður burturav. Hetta hevur hann ikki frá fremmandum. Bæði pápin og verfaðirin vóru javnaðarmenn, so í heiminumá Gásafløttinum hevur dúgliga verið tosað um politikk. Tú veitst altíð hvar tú hevur Kjartan. Hann sigur sína meining og fylgir væl við tí, ið fyriferst í samfelag- num; eins og hann dugir at hjálpa og geva góð ráð. Kjartan byrjar dagin við at lesa í Bíbliuni og eitt andaktstykki úr bókin Ordet og leggur dagin í Harrans hendur. Kjartan hevur fastan sess í kirkjuni og tá hann orkar, fer hann í KFUM á møti. At koma inn á Gásafløttin til Kjartan og Jónu er altíð lívligt og hugnaligt, ikki minst tá tað verður kjakast og spælt kort. Tú følir teg altíð hjartaliga vælkomnan og einki verður at ivast í, at nógv fólk fara at heilsa upp á føðingardagsbarnið fríggjadagin. Á 70 ára degnum fer Kjartan at hava opið hús frá kl. 19.00 úti á Gravarbø hjá soninum Markus Tummasi, har øll eru vælkomin. Vinir Kjartan Z. Jacobsen 70 ár