Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 123 - 1. juli 2005 Fríggjadagin 24. juni var próvhandan á Tekniska Skúlanum í Tórshavn TÍÐINDASKRIV Tey sum fingu prógv henda dagin vóru: • SIT 1. støðisár • SIT 2. støðisár • Lærlingar • Framleiðslutøkningar Í alt vóru 95 prógv handað til próvhandanina, sum var á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Umleið 350 fólk høvdu leitað sær niðan á Skúlaheimið henda góðveðursdagin. Umframt tónleik, sum var framførdur av ungu tónleikarunum í "PARA- DOX", hevði Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, eina røðu til nýklæktu næmingarnar og sveinar- nar. Gongdin í samfelagnum seinastu árini hevur havt við sær, at býtið millum lærlingar og SIT næmingar er broytt soleiðis, at tað í dag koma færri lærlingar í læru. Hinvegin taka fleiri miðnámsútbúgvingina, SIT. S.I.T. (støðisútbúgv- ing innan tøkni) Tað tykist, sum vinnan hev- ur tikið SIT -útbúgvingina til sín, og eru tað í dag fleiri virkir, sum heita á ungfólk, um fyrst at taka fyrsta støðisárið í SIT, áðrenn tey fara í læru. Á henda hátt fáa lærlingar góðskrivað fyrsta og í summum førum eisini ann- að skúlaskeiðið í lærlinga- útbúgvingini. Tey, sum halda fram í SIT annað støðisár, hava møguleikan at fara í eina framhaldandi útbúgving. Nevnast kann Maskin- meistaraútbúgving - Fram- leiðslutøkning - Byggi- tøkning - KT og Elek- troniktøkning o.a. fram- haldandi útbúgvingar. Lærlingaútbúgving. Lærlingaútbúgvingin, sum í dag er 4 ár, er ein útbúgv- ing, har lærlingurin skiftis- vís er á læruplássinum og í skúla. Býtið millum læru- pláss og skúla er soleiðis, umleið tveir triðingar av lærutíðini eru á læru- plássinum og ein triðing av tíðini í tekniskum skúla. Nógvir lærlingar halda fram í yrkinum, men tað eru eisini nógv, sum velja at taka eina framhaldandi útbúgving. Framhaldandi útbúgvingarnar eru, eins og hjá SIT -næmingum, tengd- ar at teirri útbúgving, tey hava tikið. Umframt tær áðurnevndu framhaldandi útbúgvingar- nar kunnu nevnast, el installatør, maskin og bygningsverkfrøðingur. Framleiðslutøkningar. Fyri 4 árum síðani fór Tekniski Skúlin í Tórshavn undir at bjóða fram útbúgv- ingina, sum í Danmark kemur undir Erhvervs- akademi útbúgvingar og nevnist henda útbúgvingin Produktionsteknolog. Í Føroyum hevur útbúgv- ingin fingið heitið "Fram- leiðslutøkningur" Framleiðslutøkningaút- búgvingin er ein tvey ára framhaldandi útbúgving. Tey, sum verða upptikin til útbúgvingina, hava antin sveinabræv, eina students- útbúgving -HH - HIF - HF - HT ella aðra hægri mið- námsútbúgving. Seinasta lestrarárið verð- ur arbeitt í tøttum samstarvi við virkir í vinnuni. Nevnast kann, at allar tær endaligu verkætlaninar eru gjørdar í tøttum samstarvi við vinnuna, og at nakrar av teimum verða "patanter- aðar". So sigast má, at hetta er ein útbúgving, sum bæði vinnan og næmingarnir fáa stóra nyttu av. Í august 2005 byrjar Tekniski Skúlin í Tórshavn enn eina framhaldandi út- búgving, undir somu skip- an og nevnist henda út- búgvingin "Byggitøkning- ur". Gongur sum ætlað, verður enn ein framhald- andi útbúgving sett í verk um 2 ár. Hetta er ein út- búgving innan KT og elektronik umráðið. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Próvhandan á Tekniska 2. støðisár innan el – úr vinstru: Brian Bech Jacobsen, Sørvágur; Gunnar Joensen, Hoyvík; Harry Schiller Jacobsen, Havn; Jógvan Sofus Thomassen, Miðvágur; Ragnar Johannesen, Tvøroyri; Sunleiv Christiansen, Leirvík og Sveinur Jacobsen, Havn Sveinastykki innan el – úr vinstru: Áki Hølk Hansen, Miðvágur; Bjarni í Dali, Havn; Gisli Sveinbjørnsson, Vágur; Hanus Thomsen, Skáli; Louis Herason, Glyvra, Glyvrar; Sigtór Andreassen, Havn; Sofus Árni Højgaard, Søldarfjørður og Súni Joensen, Nólsoy. Sveinastykki maskinsmiðir – úr vinstru: Bárur Tindskarð, Havn; Eirikur Norðberg, Vágur; Eyðstein í Lágabø, Vágur; Haakon M. Djurhuus, Leirvík; Jóan Jakku D. Thomsen, Sandavágur; Jonas Johannesen, Tvøroyri; Kári í Lágabø, Vágur; Karstin Kristiansen, Leirvík; Magni Jøkladal, Fuglafjørður; Odmar Pætur Niclasen, Havn; Poul Anker Zachariassen, Argir; Rani Christophersen, Sandavágur; Regin Olsen, Sandavágur og Torkil Johannesen, Miðvágur. Á myndini vantar Pætur Joensen, Saltangará Framleiðslutøkningar – úr vinstru: Anita Knudsen, Glyvrar; Bjarni A. Gregoriussen, Havn; Eivind Hansen, Norðragøta; Gunnar Hentze, Norðragøta; Henrik Askham Olsen, Árnafjørður; Jákup Egil Joensen, Sandvík; Julius Steffensen, Kollafjørður og Leif Klein, Argir. Á myndini vantar Martin Djurhuus, Havn