fríggjadagur 1. juli 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 123 - 1. juli 2005
Nú eru meiri enn eitt
ár síðani at Natasha
Vukotic í Hvalba
søkti um at fáa
arbeiðsloyvi í Føroy-
um longt. Enn hevur
hon ikki fingið og tí
noyðist hon at liva av
almannahjálp, hóast
hon hevur fleiri
tilboð um arbeiði
ÚTLENDINGAMÁL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg vil so gjarna sleppa til
arbeiðis, Men eg sleppi
ikki. Tí noyðist eg at liva av
almannahjálp, hóast eg havi
fleiri tilboð um arbeiði.
Natasha Vukotic í Hvalba
er ein av mongum útlend-
ingum í Føroyum, sum eru
komin í klemmu.
Tað er nú meiri enn eitt
heilt ár síðani at hon søkti
um at fáa arbeiðsloyvi í
Føroyum. Men hon fekk
ongantíð nakað svar. Í mars
í ár mátti hon søkja av
nýggjum, tí hon hevði skift
arbeiðsgevara.
Men hóast innlendis-
málaráðið í landsstýrinum
lovaði at viðgera umsókn-
ina skjótt, hevur hon enn
hvørki hoyrt orð ella eið
aftur.
– Eg havi ringt og ringt,
men tey starvsfólkini, sum
hava við mítt mál at gera,
eru aldrin at hitta. Eg havi
givið teimum mítt telefon-
nummar og biðið tey ringja
aftur, men tey øna mær ikki
svar.
Natasha Vukotic veit tí
framvegis ikki um hon er
keypt ella seld og hvørja
lagnu hon og 11 ára gamla
dótturin, Vanja, fáa.
Og so seint sum mána-
dagin mátti hon tískil siga
enn eitt arbeiðstilboð frá
sær. Hon hevði fingið ar-
beiði at vaska skúlan í
Hvalba upp og niður í
summarfrítíðini, men tann
møguleikan misti hon eis-
ini.
Sostatt kann Natasha og
dótturin ikki gera annað
enn at stilla seg upp í kórið
av útlendingum í Føroyum,
sum hava fingið eina heilt
órímiliga viðferð av Føroya
Landsstýrið, tí tað kann
neyvan koma undir hug-
takið rættartrygd at tað skal
taka eitt heilt ár at fáa svar
frá ovasta myndugleika.
Men hon er eisini greið
yvir, at hon er ikki nakað
eindømi, tí tað er í heilum,
at vit frætta um, at fólk fáa
ikki svar.
– Tað tykist eisini sum
um at fólk ikki vera við-
gjørd eins, tí tað tykist sum
um at ítróttarfólk fáa nógv
betri sømdir í Føroyum enn
aðrir útlendingar.
Borgarakríggið gjørdi
enda á øllum
Natasha Vukotic sigur, at tá
ið hon var barn, var sera
gott at búgva í Jugoslavia
og at fólkið líktust nógv
føroyingum.
– Men so kom borgara-
kríggið og gjørdi enda á
øllum. Alt bleiv korrupt og
lógloysi fór at gera um seg
av álvara so at tú kundi
síggja nøkur fólk blíva
millióningar upp á onga tíð.
Øll hini livdu í størstu neyð
og alt gekk út uppá at sætta
sær og sínum.
Tá ið Vanja varð fødd í
1994 høvdu vit bara streym
seks tímar ísenn og so var
sløkt í seks tímar og vit
høvdu hvørki varma ella
heitt vatn í húsunum.
– Hetta var onki lív at
bjóða einum barni, so vit
tóku av, tá ið maður min
fekk møguleikan at koma
til Føroyar at sparka við
Royn í 1997. Tá var Vanja
trý ára gomul.
– Hvalbingar tóku ótrú-
liga væl ímóti okkum og
hjálptu okkum í allar mátar.
Tey fóru aftur til Jugo-
slavia árið eftir, men tá fóru
hon og maðurin hvør til sítt.
Hetta var um sama mundi
sum NATO fór at bumbað í
Jugoslavia, og sum flest øll
onnur har um leiðis, høvdu
Natasha og tey tað ikki ser-
liga gott hesa tíðina.
– Tað var ikki so nógv
hernaðarligt virksemi í bý-
num, sum vit búðu í. Har
brustu bara tríggjar bumb-
ur, sum oyðilegði eina rad-
arstøð og onkur fylgi-
sveinaútgerð hjá herinum.
– Men ongin kann hugsa
sær, hvussu tað er at hoyra
buldrini av bumbum og
kanónum nakað burturi. Eg
minnist eisini, at vit onkun-
tíð fóru útfyri dyr, tá ið vit
hoyrdu eitt flogfar yvir
høvdinum á okkum og vit
spekuleraðu í um fogfarið
var á veg at bumba, ella um
tað hevði verið og bumbað
og tí var vandaleyst.
– Hetta var ein ómetaliga
strævin og slítandi tíð og
ikki ein tilvera at bjóða ein-
um lítlum barni.
Ein mynstur-
integratión
Tað endaði við at góð vin-
fólk í Hvalba hjálptu henni
við einum ferðaseðili heim
til Føroyar og sostatt komu
hon Vanja aftur hendavegin
í 1999. Hvalbingar høvdu
eisini syrgt fyri bæði inni-
vist og arbeiði.
Síðani tá hava Natasha og
dótturin búleikast í Hvalba
og tey hava ongantíð aftur
verið í Jugoslavia og vitjað.
Ì næstsíðstu viku vóru
rumensku hjúnini Rapa í
Vestmanna tikin fram sum
dømi um eina mynstur-
integratión í føroyska sam-
felagnum.
Tað sama má heilt av-
gjørt sigast um Natashu
Vukotic og dóttrina, tí kki
skerst burtur, at Natasha
hevur verið meiri enn væl-
komin í lokalsamfelagnum
í Hvalba.
Hon hevur arbeitt, tað
hon hevur kunnað. Hon er
stóran vinaskara og hon er
enntá tvær ferðir staðið
gumma at einum lítlum
hvalbingi. Er tað ein spurn-
ingur um at hjálpa til í
Roynhøllini antin at vaska
ella at varta upp í eini
veitslu, er hon altíð til dyst-
in fús og hon situr javnan
dadda fyri ymisk foreldur
tá ið brúk er fyri tí. Eina
ferð um vikuna venur hon
óvitar at spæla flogbólt.
Lívrætturin er fyltur lundi,
men ræstur fiskur glíður
sanniliga eisini væl niður.
Skerpikjøt og ræst kjøt er
hon ikki so óð eftir, ið
hvussu so er ikki um tað er
alt ov sterkt.
Hon tosar at kalla flót-
andi føroyskt og hon hon
dótturin tosa føroyskt sína-
millum. Og tá ið hon longu
sama árið hon kom higar í
1999 fekk høvi at keypa tey
lítlu fittu, gulu húsini heilt
uttarliga bygdini, var tað
ein stórur dreymur, sum
varð uppfyltur.
Og tað er ikki dagur, at
ikki okkurt av føroysku
vinfólkum hennara eru inni
á gólvinum.
– Tað einasta, eg vildi,
var at fá umstøður til at
geva dóttir míni ein tryggan
uppvøkstur. Tær umstøður-
nar havi eg fingið í Hvalba,
tí her er Vanja glað og
hevur tað gott. Eg hevði
satsað uppá at verða ver-
andi í Føroyum og tað var
eisini tí, eg keypti okkum
hús at vera í.
Tað sama kann sigast um
dóttrina, Vanju. Hon er júst
liðug í fjórða flokki í
Hvalba, har hon fær tað
skoðsmál í skúlanum, at
hon er ein framúr dugna-
ligur og gløggur næmingur.
Hon tosar flótandi føroyskt
og hevur nógv spælivinir í
bygdini. Hon var dansi-
genta hjá einum sangara í
Nósabarnaprixinum, men
hon er eisini sera røsk at
dansa føroyskan dans. Hon
dugir fleiri kvæði og hóast
hon bara er 11 ára gomul,
dugir hon longu at skipa
onkran lítlan tátt og onkra
lítla vísu.
– Vanja dugir betri at tosa
føroyskt enn hon dugir at
tosa sítt egna móðurmál,
sigur Natasha. Hon trívist
sera væl bæði í skúlanum
og ímillum vinir eftir
skúlatíð. Tað, sum hon kall-
ar "heim" er húsini hjá
okkum í Hvalba. Men í
veruleikanum hevur hon
búð er so leingi, at hon
kennir ikki til nakað annað
heim.
Men tað kemur heldur
ikki av ongum, at Natasha
og Vanja eru fallin so væl
til í Hvalba, tí tey hava
sjálvi gjørt eitt stórt arbeið-
ið fyri at gerast partur í
samfelagnum.
– Eg helt frá fyrsta degi,
Hava hingið í leysari luft í