fríggjadagur 1. juli 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 1. juli 2005
17
meiri enn eitt ár
at skalt tú koma til eitt
annað land at búgva og
arbeiða, skalt tú læra teg
málið.
Men skipað undirvísing
fyri útlendingar finst ikki í
Føroyum, so tað vóru ar-
beiðsfelagarnir á flakavirk-
inum í Hvalba og vinfólk,
sum lærdu hana føroyskt.
Tað gjørdu tey við bara at
tosa føroyskt við hana og at
noyða hana at tosa føroyskt,
so tað var uppá tann harða
mátan. Men tað hevur givið
gott úrslit og nú skalt tú
lurta væl fyri at varnast, at
Natasha ikki er innføddur
hvalbingar.
Til stuttleika kann nevn-
ast, so so inngrógvið er
danskt mál í Føroyum, at
Natasha eisini er komin at
duga lesa danskt flótandi,
bara av sjónvarpi, bókum
og bløðum - men tað er
ringt at tosa, heldur hon.
Men hon heldur at tað er
ov vánaligt, at samfelagið
krevur, at útlendingar skulu
integrera seg, men at sam-
felagið hinvegin púra onki
ger fyri at hjálpa útlending-
um til at integrera seg.
– Hóast eg havi verið her
í átta ár tilsamans, hevur
hon enn ongantíð fingið
tilboð um at læra føroyskt.
Tað mátti hon klára sjálv.
– Men tað tekur tíð at
koma á føtur og at standa á
egnum beinum í einum
fremmandum landi og at
finna sítt pláss í samfelag-
num.
Hon sigur annars, at hon
stúrdi fyri at koma til Før-
oyar og serliga at tosa við
fólk.
– Men eg føldi meg frá
fyrsta degi hjartaliga væl-
komna í Hvalba. Hvalbing-
ar hava tikið ímóti mær
sum einum av sínum egnu.
Eg havi aldrin merkt, at
nakar hevur gjørt mismun á
okkum fyri tað um vit eru
útlendingar og eg føli, at vit
eru fullkomiliga góðtikin
av bygdarfólkinum.
– Eg havi ongi skyldfólk
í Føroyum, men nú havi eg
so nógv góð vinfólk, at tað
gongur av tí besta og vit
stórtrívast.
Men Natasha leggur aft-
urat, at hon dugir ikki at
seta orð á, hvussu takksom
hon er fyri alt, sum hval-
bingar hava gjørt fyri hana.
– Teir hava hjálpt mær
ótrúliga nógv og eg veit
ikki, hvat eg skuldi gjørt
uttan tey.
Onki svar í eitt heilt ár
Hon hevur síðani endur-
nýggja arbeiðsloyvi tá ið
tað hevur verið neyðugt og
seinast, hon sendi inn um-
sókn, var í apríl í fjør, sam-
an við øllum neyðugum
skjølum.
– Seinast eg sá passið hjá
mær var í apríl í fjør, sigur
hon.
Natasha arbeiddi so á
flakavirkinum í Hvalba,
men tá ið tað fór á heysin í
januar í ár, hevði hon onki
arbeiði.
Men longu vikuna eftir
fekk hon arbeiðsboð á
fiskavirking á Tvøroyri og
har var hon so í nakrar
vikur.
– So komu boð frá ALS
at hon hevði ikki rætt at
arbeiða hjá Fiskavirking á
Tvøroyri, tí hon hevði bara
C arbeiðsloyvi og tað
merkir, at hon er knýtt at
einum ávísum arbeiðsgev-
ara.
Tað hjálpti onki, at ført
varð fram at talan var um
sama
arbeiðsgevara,
tí
Fiskavirking
átti
eisini
virkið í Hvalba.
Hetta skilir Natasha ikki
so nógv av, tí í 2001 var hon
akkurát í somu støðu: Virk-
ið í Hvalba fór á heysin,
men tá kundi hon fara á
Tvøroyri at arbeiða.
– Tá var eg í akkurát
somu støðu, men tað er
stórur munur á, hvussu eg
verðið viðgjørd í 2001 og
hvussu eg verðið viðgjørd
nú.
Men har var ongin vegur
uttanum. Hóast eg ikki
hevði fingið svar uppá
umsókn mína frá apríl í
2004, mátti eg aftur í mars í
ár søkja innlendismálaráðið
um arbeiðsloyvið, hesuferð
til Fiskavirking á Tvøroyri,
saman við eini váttan frá
arbeiðsgevaranum um, at
hon hevði arbeiðið har.
– Tá ið eg sendi umsókn-
ina inn, lovaði tey at við-
gera umsóknina skjótt,
eftirsum at arbeiði bíðaði
eftir mær.
Men heldur ikki hendan
umsóknin gav nakað úrslit
og hóast tríggir mánaðir eru
farnir, er enn onki svar
komið.
Av tí sama hevur hon
heldur ikki rætt at til stuðul
úr ALS, tí bara við einum
C-arbeiðsloyvi, er ikki tøk
á arbeiðsmarknaðinum.
– Hetta hevur sett meg í
eina rættiliga knípu, tí eg
havi lán í húsunum og eitt
barn at forsyrgja.
Pínir hana
Natasha sigur, at tað ein-
asta, hon fekk at vita, er, at
hon kundi søkja Almanna-
stovuna um hjálp og tað
hevur hon gjørt.
– Sostatt noyðast vit at
liva av Almannastovuni, tí
eg sleppi ikki til arbeiðis,
hóast eg havi trý arbeiðstil-
boð.
Natasha sigur, at hetta
pínir hana, tí hon ætlaði
ikki at liggja samfelagnum
til byrðu og hon heldur at
tað er heilt burturvið at hon
ikki kann sleppa til arbeið-
is, tá ið hon er biðin at
koma til arbeiðis.
– Eg vil bara sleppa til ar-
beiðis, so skuldi tað nokk
gingið. Eg helt, at tað, sum
hevði størstan týdning, at
eg ikki lá samfelagnum til
byrðu, men kláraði meg
sjálva. Eg vil fegin arbeiða
og betala mín skatt, men
tað sleppi eg ikki. Ongin
sigur, at tað skal vera ein
dansur á rósum, men bara
eg slapp til arbeiðis, skuldi
eg nokk klára meg.
– Hesa seinastu fýra vik-
urnar havi eg ringt og ringt
til Innlendismálaráðið, men
tað ber ongantíð til at fáa
fatur á rætta viðkomandi.
Eg havi eisini givið inn-
lendismálaráðnum
mítt
telefonnummar og biðið tey
ringja aftur, men alt til
fánýtis.
Stúrir fyri at vera
rikin av landinum
Natasha heldur lítið um
slíka viðferð. Men tað, sum
fekk bikarið at flóta var
viðmerkingin hjá Jógvani
við Keldu um Rapa hjúnini
í Vestmanna.
– Eg má siga, at sum út-
lendingur í Føroyum var eg
ikki sørt errin av Rapa
hjúnunum, at tey kundu
klára seg so væl í einum
fremmandum landi, at tey
kundu taka læraraprógv
her. Men eg fekk ilt av teirri
viðmerking tey fingu við á
vegnum frá landsstýris-
manninum í innlendismála-
ráðnum.
Innast inni stúrir Natasha
fyri at vera koyrd av land-
inum aftur og hon sigur, at
tað er ræðuligt at skula liva
í slíkari óvissu so leingi.
– Tað hevði verið ein
vanlukka fyri okkum at
verðið send heimaftur, tí vit
hava onki at fara heimaftur
til, onki at búgva í, onki ar-
beiði og nú hava vit verið
burtur so leingi, at vinirnar,
eg hevði, havi eg eisini
mist. Eg havi ikki verið á
arbeiðsmarknaðinum
í
Jugoslavia, tí eg var so ung,
tá ið eg kom til Føroyar, so
er eri ikki í nakrari av
teimum skipanum, sum eru
har. Og møguleikarnir at
fáa tak íbúð eru so slett
ongir.
Hon søkti eisini fyri
tveimum árum síðani um
varandi uppihaldsloyvi í
Føroyum. Men tað kundi
hon ikki fáa, tí fyri at fáa
tað, skal eg hava búð í Før-
oyum í sjey ár, uttan íhald
og tær treytirnar havi eg
ikki uppfylt. Tað árið eg var
her frá 1997 til 1998, telja
sostatt ikki við.
Fjórða juni var tað seks
ár síðani hon kom aftur til
Føroya og hennara innilig-
asta vón at hon kann verða
verandi her, so at hon kann
søkja um varandi uppi-
haldsloyvi.
– Føroyar eru eitt gott
land at búgva í. Eg haldi, at
føroyska samfelagið gevur
okkum nógv, men eg haldi
eisini, at vit royna at geva
nakað aftur.
– Men tað er ikki lætt tá
ið vit ikki sleppa at geva
nakað frá okkum aftur til
samfelagið, sigur Natasha
Vukotic.
Natasha og 11 ára gamla dóttir hennara komu
úr Jugoslavia til Hvalbiar fyri seks árum síðani.
Tey eru 100% integrerað í føroyska samfelagið,
men nú stúra tey fyri at verða rikin av aftur
landinum, hóast tey meiri enn nakað annað
vilja verða verandi í Føroyum