fríggjadagur 1. juli 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 123 - 1. juli 2005
31
Eftir
filmarnar
»Time
Bandits«
og
»Brazil«
fullgjørdi Terry Gillian sína
trilogi um markið millum
veruleika og ímyndir við
filminum um brøgdini hjá
Munchausen baróni
Longu í tíðini við Monty
Pyton prógvaði Terry Gilli-
an, at hansara hugflog rakk
væl longur enn hjá flestu
øðrum leikstjórum, og við
søguni um heimsins størsta
lygnara fekk hann eisini
fatur í nøkrum, sum hósk-
aði til hansara sinnalag.
Søgan um Munchausen
er søgan um stóra lyguvætt-
ið, sum ikki uttan orsøk
varð víðagitin, og bara tað
at fylgja við í øllum lygn-
unum setir síni krøv til leik-
stjóran.
Eitt tekur barónurin alt
fyri eitt heiðurin, tá turkar-
arnir leypa á heimbygd
hanara. Turkiski sultánurin
er tó ikki serliga fegin um
hetta, og tí vil hann hava
hevnd. Í bygdini er eingin,
sum trýr Munchausen, men
tá turkarar áhaldandi gera
býin til bumbumál, má
okkurt gera. Og barónurin
skal nú út í heim at prógva
sínum páhaldum.
Í ballón fer hann nú at fáa
fatur á fýra vinum, sum
kunnu hjálpa sær í hesum.
Teir fýra eru heimsins
sterkasti maður, Albrecht.
Heimsins skjótasti maður,
Berthold.
Maðurin
við
heimsins bestu eygum,
Adolphus. Og so maðurin
við
størstu
lungunum,
Gustavus, ið kann blása
sjálvt ein orkan um koll.
Ferðin førir barónin víða
um, og millum annað er
hann bæði
á
mánanum
og
í
jarðarkjarnuni, men spurn-
ingarnir eru, hvørt hann
megnar at finna teir fýra
fylgisveinarnar í nóg góð-
ari tíð, soleiðis at heim-
bygdin kann bjargast.
Heimsins
størsti lygnari
Talan er um ein film, sum
greiðir frá einum intensum
tríkantsdrama. Vit eru í
París, har Jack og Sylvia nú
búgva. Jack er ein pro-
fessionellur amerikanskur
tjóvur, og Sylvia, ið er nak-
að eldri, hevur so sanniliga
eisini sínar døkku síðu.
Hennara arbeiði er millum
annað at selja tjóvagóðs.
Ein dagin, tá Sylvia fer í
býin eftir einum virðis-
miklum gimsteini, hittir
Jack eina yngri ameri-
kanska kvinnu, sum starv-
ast í einum smúkkuhandli.
Jack verður forelskaður í
Jenny, sum hendan eitur,
men tá hann finnur útav, at
Sylvia er álopin, og at
gimsteinurin er rændur frá
henni, kemur hann í eina
álvarsliga tvístøðu. Fyri at
hjálpa Sylviu, er Jack nevn-
liga noyddur til at ræna
handilin, har Jenny starv-
ast. Tað skuldi sum so ikki
volt nakrar trupulleikar,
men forðingarnar í hesum
eru nógv fleiri, enn Jack
upprunaliga helt.
Tempo
John Neville hevur leiklutin sum Munchausen, barónur
Talan verður um eina hendingaríka ferð, tá mytomaniski
barónurin sigur seg vera mannin, sum kann bjarga
heimbygdini undan turkiska álopinum
DR2 - Sunnudagin kl. 15.00
Eisini síggja vit Melanie Griffith á skíggjanum í hesum
filminum
Hugh Dancy og
Rachael Leigh
Cook hava
leiklutirnar sum
ávíkavist Jack og
Jenny
3+ - Mikudagin kl. 20.00