Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Frá mikudegnum 6. juli kl. 16.15 hava øll, ið koma í miðbýin í Havn eitt stað at siga sína hjartans meining – á einum steini í nýggja torginum millum tinghúsið og gongugøtuna SPEAKERS CORNER Tað var tann tíð, tá ið vanligt var, at føroyingar í hópatali leitaðu sær á fólkafund at lýða á røður og njóta friðsælu náttúruna. Skyld- fólk og kenningar hittust millum fjalla fagrar summ- ardagar at hugna sær og syngja felagssangir. Kendastu støðini at hava fólkafund í Suðurstreymoy eru óivað Reynsmúlalág, Mannafelsdalur, Varðholan og Doktaragrund úti á Reyni. Men nógv vatn er runnið í sjógv síðani, at ungmanna- feløgini skipaðu fyri fólka- fundum kring landið. Treyð- ugt so, enn hoyra og lesa vit, at lýst verður við fólkafundi. Í og uttan um Havnina eiga vit nógvar perlur. Ein er miðbýurin, har tað um summarið er ógvuliga lív- ligt. Tónleikabólkar, felags- skapir, skúlaflokkar og Kunningarstovan skipa fyri nógvum tiltøkum í gongu- gøtuni, men tað hevur líka- sum víst seg, at okkurt hev- ur væntað, tá ið talan hevur verið um meiri spontan til- tøk, t.d. hevur leingi verið umhugsað at hava eitt stað, har borgarin kann sleppa framat at siga sína meining um eitthvørt. Tað verið seg "rós ella rís". Tí hevur lendisdeildin í Tórshavnar kommunu sam- an við øðrum arbeitt við at hampa og fríðka um økið millum kioskina hjá Astu og Sparikassagarðin. Arbeiðið er liður í eini heildarætlan at hugna um í miðbýnum. Økið er nú liðugt stein- sett, og er mest líkt einum amfiteatri við fjølbroyttum møguleikum. Trøini og urtagarðarnir, sum Djóni í Geil, Trónd Hansen og onnur havnarfólk gróður- settu í miðbýnum fyri okk- urt um 100 árum síðani, fegnast vit um og kunnu ikki ímynda okkum, hvussu verið hevði, um ahorn-, reyðbóka-, royniviða- og lerkatrøini ikki stóðu har í dag. Tinghúsgarðurin er eisini ætlaður tónleikaframførsl- um, fundum av ymsum slagi, sjónleiki umframt kristiligum møtum. Tað er bara hugflogið, ið avmarkar tiltøkini. Miðskeiðis í steinseting- ini er lagdur ein stórur stein- ur, har høvið verður at siga sína hjartans meining um dagsins samfelagsmál, og hoyra meiningar hjá øðrum. Í sambandi við, at arbeið- ið at steinseta økið er lið- ugt, og at tað alment verður tikið í nýtslu mikudagin 6. juli, verður tónleikur frá kl. 15.30. Áhugin at sleppa upp á talarasteinin er stórur, tí verður talutíðin mikudagin avmarkað til ein minutt. Sagt verður frá, at Tórs- havnar kommuna tekur onga ábyrgd av tí, ið sagt verður á talarasteininum. Maria Poulsen letur upp nýggjan baði- rúmshandil týsdagin NÝGGJUR HANDIL – Nýggi handilin hjá Mariu Poulsen fer at hava Føroya størstu framsýning av baði- rúmsmøblum og øllum, ið har til hoyrir. Í staðin fyri at selja baðirúmsmøblar sam- an við rørum og fittings, verður baðirúmsmøbilin settur í fyrstu røð. Somu- leiðis hevur handilin eitt sera stórt úrvæl av kranum, kummum, brúsum og baði- kørum. Tíðskil verður hetta ein lívsstíls handil, tí at dentur fer at verða lagdur á designmøblar og framsýn- ingar sum inspirera keypar- an. Soleiðis sigur pf/f Maria Poulsen í tíðindas- krivi. Tey fara at leggja dent á, at baðirúmið ikki longur bara er eitt funktionelt rúm, men eisini er eitt rúm har dygd og lívsgleði koma til sjóndar. Soleiðis fer handil- in at gerast leiðandi innan baðirúm í Føroyum, siga tey. Nýggi handilin fer at selja danska merki Dan- sani, sum er tann størsti framleiðarin av baðirúms- møblum í Danmark, av tí sama er dygd og design á hægsta støði. At selja baðirúmsmøblar er tó ikki nýtt hjá Mariu Poulsen. Fyritøkan er yvir 60 ár og hevur selt baði- rúmsmøblar í nógv ár. Fyri- tøkan er ment nógv sein- astu árini, og í dag starvast fleiri enn 40 fólk hjá Mariu Poulsen, sum er størsti heildarveitarin innan hita- verk, vatn, sanitet, venti- latión, kloakk, baðirúms- møblar o.a. Nýggi handilin er á Smyrilsvegi 6 á Hálsi, við síðuna av nuverrandi bygn- ingi hjá Mariu Poulsen, og hevur opið mánadag til fríggjadag kl. 10-17 og leygardag 9-13. 4 Nr. 124 - 2. juli 2005 Letur upp nýggjan baðirúmshandil Ester Kristiansen er sølufólk í nýggja baðirúmshandilinum við hjá Mariu Poulsen, sum letur upp týsdagin Sig tína hjartans meining - orðið er frítt: Speakers Corner í Gongugøtuni í Havn Á hesum steini verður høvi hjá fólki at siga sína hjartans meining - fyrstu ferð týsdagin kl 16:15 Mynd: Jens Kristian Vang