Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 124 - 2. juli 2005 Ein skandala sum útlendingar í Føroyum verða viðfarnir Útlendingapolitikkuri n hjá samgonguni er ein skandala. Men tað er ein skandala, sum samgongan sjálv hev- ur skapt, tí vit ávaraðu ímóti hesum, sigur Høgni Hoydal, sum umsat útlendingamál í undanfarnu sam- gongu ÚTLENDINGAMÁL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er ein skandala, so- leiðis sum útlendingar í Føroyum verða viðfarnir. Tað heldur Høgni Hoy- dal, løgtings- og fólkatings- maður. Tað var eisini hann, sum umsat útlendingamál í undanfarna landsstýrið. Hann leggur afturat, at hetta er ein skandala, sum samgongan sjálv hevur skapt og sum alt landsstýrið má bera ábyrgdina av. – Men tað allarringasta er, at hetta er ein skandala, sum sum vit kundu sloppið undan, tí tjóðveldisflokkur- in hevur alla tíðina ávarað júst ímóti hesi støðuni, sum nú er íkomin. Høgni Hoydal sigur, at tá ið hann umsat útlendinga- politikkin í landsstýrinum, gjørdi hann eina avtalu við donsku stjórnina um, hvussu útlendingapolitikk- urin skuldi skipast, sam- stundis sum viðgerðartíðin varð stytt niður í tríggjar ella fýra vikur. – Ein partur av avtaluni var at geva ítróttarfólki eina smidliga skipan og ein ann- ar partur var, hvussu farast skuldi fram ímóti ólógligari, útlendskari arbeiðsmegi. Men samgongan slitnaði beint áðrenn avtalan varð undirskrivað. – Endamálið var at út- lendingamálið skuldi yvir- takast. Men samgongan, sum nú situr, hevur altso ikki viljað yvirtikið útlend- ingamál. Samstundias hev- ur hon vavt allan útlend- ingapolitikkin upp í ein ellubita. Gera útlendingar til ein trupulleika Høgni Hoydal sigur, at hann sær bara eina orsøk til tann útlendingapolitikk, sum hendan samgongan førir og tað er, at fólkaflokkurin hevur í valstríðnum til løg- tingsvalið og fólkatingsvalið gjørt útlendingamálið til ein trupulleika. Hann sigur, at ein orsøk til ruðulleikan er, at sam- gongan royndi at seta Jógvan við Keldu upp á pláss við at kunngerða, at hereftir skuldi politikkurin vera, at teir útlendingar, sum vóru í Føroyum, skuldi sleppa at verða verandi, men at tey, sum ætlaðu at koma fyrstu fer, mugu bíða, til greiðar reglar eru gjørdar. – Hetta hevur skapt ómetaligar trupulleikar, tí nú fær embætisverkið í innlendismálaráðnum, hjá løgregluni og hjá útlænd- ingestyrelsen ongar saklig- ar fortreytir at viðgera umsóknirnar eftir. Úrslitið er, at útlendingar í Føroyum verða ikki viðgjørdir eins og tí er tað ein vónleys upp- gáva hjá embætisfólkunum. Sakliga kunnu embætisfólk ikki viðgera summar um- sóknir og ikki aðrar. – Avleiðingin er at rættar- trygdin er fullkomiliga sett til viks, tí grundarlagið undir rættartrygdini er, at øll verða viðgjørd eins. Samstundis er avgreiðslu- tíðin farin at taka mánaðir og ár. Eitt syndarligt dømi Høgni Hoydal sigur, at sum fólkatingsmaður hevur hann hjálpt einum 30 út- lendingum at fáa gongd á málini. – Men júst tað at tað skal vera neyðugt hjá einstøkum politikarum at taka málini upp,vísir hvussu illa tað er statt við rættartrygdini á økinum, tí tað kann ikki vera meiningin, at bara tey, sum kenna onkran, kunnu fáa málini avgreidd. – Men orsøkin er, at sam- gongan hevur skapt slíkan ruðulleika á økinum, at øll málsviðgerð er at kalla steðgað. Ein trupulleiki við út- lendingamálinum er, at tað eru so nógvir myndugleikar uppií, bæði Landsstýrið, løgreglan og útlændinge- styrelsen. Tí mælir Høgni Hoydal enn einaferð til at út- lendingamálið verður yvir- tikið á føroyskar hendur ongantíð ov skjótt, so at vit fáa eina greiða skipan. Sjálvur heldur Høgni Hoydal, at málið um Nat- ashu Vukotic í Hvalba, sum vit greiddu frá í Sosialinum í gjár, er eitt syndarligt dømi um tann ruðulleika sum valdar í útlendingapol- itikkinum hjá samgonguni. – Onnur lond hava trup- ulleikar av flóttafólki og av stórum bólkum av útlend- ingum, sum hvørki hava arbeiði og sum savnast í eina getto, uttan at verða integrerað. Teir trupulleik- arnar hava vit ikki í Føroy- um. Útlendingarnir í Før- oyum, skulu hava arbeiði og íbúð og so har tær treyt- irnar eru lúkaðar, hava vit bara dømi um væleyndaða integratión í samfelagnum. – Fyrsta treytin fyri at sleppa undan trupulleikum, er at hava púra greiðar reglur á økinum. Sjálvur heldur Høgni Hoydal at tað er púra burt- urvið at senda fólk sum Rapa-hjúnini og Natasha Vukotic í Hvalba landinum, so leingi tey ikki bróta lógina, men lúka treytir. John Johannessen, tingmaður úr sam- gonguni, hevur ikki álit á útlendingapol- itikkinum hjá lands- stýrinum ÚTLENDINGAMÁL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg havi ikki álit á útlendingapolitikkinum hjá samgonguni. Tað sigur John Johannes- sen, tingmaður fyri javnað- arflokkin og sostatt eisini tingmaður fyri samgong- una. Hesi seinastu tíðina hevur eitt stríðsmál fyri og annað eftir verið frammi um, hvussu útlendingar verða viðfarnir av Landsstýrinum. Seinasta málið var í Sosi- alinum í gjár, har vit for- taldu søguna um jugoslav- an, Natashu Vucotic, sum býr í Hvalba og sum nú hev- ur bíðað í eitt heilt ár eftir svari úr Innlendismálaráðn- um upp á eina umsókn um at fáa arbeiðsloyvið longt. John Johannessen er ein av teimum tingfólkum, sum hava gjørt mest vart við seg seinastu tíðina í sambandi við útlendingamálini og vit hava spurt hann, um hann góðtekur tað viðferð, sum úytlendingar fáa frá landsstýrinum. Tað ger hann ikki og hann sigur, at nú má sam- gongan av álvara taka mál- ið upp til fyri at fáa greiði á, hvat tað er, sum hendir á útlendingapolitikkinum, tí hann hevur ikki álit á tí, sum fer fram. – Útlendingamál hava javnan elvt til stríð og sum støðan er nú, havi eg ikki álit á, at tann útlendinga- politikkurin, sum verður førdur í løtuni, er ein polit- ikkur, sum samgongan er samd um. Tí heldur hann at tað hevur sera stóran týdning, at samgongan tekur málið til viðgerð av álvara fyri at fáa greiði, hvønn útlend- ingapolitikk, vit skulu hava í hesum landi. Umisitingin í innlendis- málaráðnum førir fram, at ein orsøk til at tað gongur so seint at viðgerða um- sóknir frá útlendingum, er, at miðfyrisitingin varð so nógv skerd fyri hálvum øðrum ári síðani og at tey tískil ikki hava arbeiðsorku til at avgreiða málini skjót- ari. Er tað so ikki tykkara egna skyld í samgonguni, at tað gongur so seint? – Eg haldi ikki, at fyri- sitingin er so nógv skerd, at fólk ikki kunnu fáa svar, so at tey vita, hvar tey flóta. Eg ivist í um tað yvirhøvur er loyvt eftir fyrisitingarlógini at fólk ikki fáa svar. Um tað ikki bar til at viðgera um- sóknina, kundu umsøkjarar fingið eina váttan um at umsóknin er móttikin og eina frágreiðing um, nær tey kunnu vænta, at hon verður viðgjørd. Málið um Natashu Vuko- tic er so aftur eitt dømi um ómetaliga vánaliga fyri- siting. – Tað nyttar ikki at skylda uppá at hetta er eitt danskt málsøki, tí vit skulu eisini viðgera umsóknirnar og tað er okkara partur sum víkur ferð eftir ferð. John Johannessen sigur, at føroyskir myndugleikar skulu bara gera sítt tilmæli til danska udlændingestyr- elsen at taka støðu til. Hóast hetta tilmæli bara er ein lítil partur av saml- aðu viðgerðini, tekur tað so langa tíð at avgreiða mál- ini, at eg ivist í um eg yvir- høvur hevði torað at yvir- tikið alt málsøkið, soleiðis sum tað nú verður fyrisitið. Kann ikki verða koyrd av landinum Ì hesum føri er talan um Natashu Vukotic, sum hev- ur búð og virkað í Føroyum í seks ár uttan slit og sum er 100% integrerað í føroyska samfelagnum. Er tað rætt at koyra slíkt fólk av landin- um aftur? – Tað kunnu vit ikki gera. Eg haldi ikki, at vit kunnu koyra fólk avaftur landin- um, sum hava verið her so leingi og sum fegin vilja vera føroyingar. Eg eri samdur í, at sum støðan er, eiga vit at ansa eftir, hvussu nógvar útlendingar afturat vit taka inn í landið. Men teir útlendingar, sum longu eru her og sum gera alt fyri at kunna verða føroyingar, eiga at sleppa at verða verandi. Tí væntar John Johannes- sen heldur ikki, at hon og dótturin verður send av landinum. Hann vísir á, at er tað nakar, sum hevur havt brúk fyri vælvild og virðiligari viðferð, eru tað nettupp føroyingar, tí føroyingar ar- beiða uttanlands í hópatali. – Ikki minst fóru túsund- tals føroyingar uttanlands at arbeiða í kreppuárunum og tað hevði mangan verið synd í teimum, høvdu teir fingið somu viðferð frá myndugleikunum, sum út- lendingar í Føroyum fáa frá okkara myndugleikum, sig- ur John Johannessen. Natasha Vukotic og dóttir hennara í Hvalba eru tvey syndarlig dømi um útlendingar í Føroyum, sum druknað í tí ruðul- leikakenda útlendingapolitikkinum hjá landsstýrinum, sigur Høgni Hoydal Kunnu ikki liva við at útlendingar verða soleiðis viðfarnir í Føroyum – Føroyingar skulu vera glaðir fyri at vit ikki fáa somu viðferð uttanlands, sum vit geva útlendindingum í Føroyum, heldur John Johannessen, tingmaður