týsdagur 26. september 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 184 - 26. september 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Jústinus Eidesgaard
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
»Rættar« og fak-
ligar meiningar
Óansæð um man er samdur ella ikki, so
sóu vit í farnu viku eitt áhugavert sjónarmið
frá tveimum búskaparfrøðingum. Búskap-
arfrøðingarnir funnust millum annað at, at
landsins virði verða forerd nøkrum fáum,
ið so enntá kunnu selja hesi virði aftur fyri
vinning. Nú fara vit ikki at viðgera sjálva
greinina í smálutum, tað fer vónandi ein
konstruktiv og mennandi faklig debat at
gera. Hóast hettar, so loyva vit okkum at
seta spurningin, um ikki tað er eitt skilagott
grundsjónarmið, at um nakað skal kunna
seljast, so skal tað eisini keypast. Hetta er
eisini nakað, sum var frammi á landsfundi
javnaðarfloksins í vikuskiftinum.
Tað er tíverri framvegis soleiðis í Føroyum
í ár 2000, at fakligar meiningar bert verða
tolereraðar av ávísum kreftum, um hesar
fakligu meiningar eru “tær røttu”. Vit sóu í
Dagblaðnum eitt álop á tveir navngivnar
búskaparfrøðingar, bara tí hesir dittaðu sær
at hava eitt sjónarmið, ið ikki hóskaði til
“vertin á hvat annar fær, eg skal nøra sjálv-
um mær — grundsjónarmiðið” hjá hesum
blað. At tveir búskparfrøðingar seta fram
eitt sjónarmið kann í summum førum elva
til kjak, men harmiligt er, um farið verður
eftir monnunum, heldur enn bóltinum. Vit
sóu eisini hettar, tá Jørgen Niclasen uttan
haldgóða argumentatión leyp á formannin
í búskaparráðnum í fimmaranum fyrr í ár.
At Dagblaðið kemur við populistiskum
skvaldri um Cand ditt og datt átti einans at
fingið føroyska serfrøði og borgarar í allari
almindiligheit at fingið eyguni upp fyri hvat
Dagblaðið og Fólkaflokkurin stendur fyri.
Tað er alla æru vert, at fólk tora at standa
fram við sínum fakligu meiningum. Harmi-
ligt er, at man ikki kann gera hettar í Før-
oyum, uttan at verða persónliga hunddálk-
aður, og tí er uppaftur størri grund til at
taka hattin av fyri fólki, ið tora hettar. Vit
kunnu eisini skoyta uppí, at hesir báðir
búskaparfrøðingarnir ikki eru í ringum sel-
skapi, tá tað kemur til at verða hunddálk-
aður í Dagblaðnum. Tað hevði verið øll
møgulig grund til at verið á varðhaldi, um
hálv forsíðan á Dagblaðnum fór til at rósa
teimum.
Hvar eru føroyskir búskaparfrøðingar? Hvat
sigur búskapar- og løgfrøðingafelagið til,
at fólk innan teirra fakumráði ikki kunnu
gera sítt arbeiði, uttan at verða hunddálkað
alment og tað entá í blaðnum hjá sjálvum
løgmanni. Hettar átti at verið eitt upplagt
evni til umrøðu í einum slíkum felag. Málið
má vera at menna fakligt kjak við at eggja
fólki at koma við sínum meiningum, uttan
at tey skulu frykta fyri at verða persónliga
útspilt alment.
Viðmerking:
Á Internetinum hevur Dan-
marks Radio eina heima-
síðu, “DR online”, har tey
millum annað spyrja ymisk-
ar kendar danskarar, mest
sjónleikarar, um støðuna til
Evruna. Tann 22.9.00 svar-
aði Annika Hoydal, at hon
atkvøddi nei, og tað er alt í
lagi. Tað verður kanska ein
meiriluti fyri nei í Danmark.
Men so spyrja teir: “Dit
bedste argument for et nej?”
Og eg loyvi mær nú at end-
urgeva svarið, alt sum tað
er. Citat:
“Jeg kommer fra Færøer-
ne, der jo altid har været i
konflikt med Danmark. Jeg
ved, hvordan det er at kom-
me fra et lille land, der er
under andres varetægt, og
jeg synes man forsvinder og
at demokratiet drukner. Jo
større hatten er, jo mere for-
svinder man, og især når
man bliver styret fra Langt-
bortistan. Det er nemmere
at gennemføre et politisk
system i et lille samfund.”
Makan til svass, lygn og
idioti havi eg aldri hoyrt.
Lesið, vinarliga, alt citatið
eina ferð aftrat! Fyrsta er,
at har er einki argument,
sum hevur við evruna at
gera. Atkvøðan tann 28.
sept. í Danmark snýr seg
ikki um samveldi ella uni-
ón. Tað snýr seg um felags
gjaldoyra. At tingini í
“evsta” enda hanga saman,
er sjálvsagt.
“Jeg kommer fra Færøer-
ne....” Ja, longu her rodni
eg. Hava fólk, sum koma úr
Føroyum nakrar viðføddar
fyrimunir, tá dømast skal
um evruna? Ella nakrar við-
føddar fyrimunir yvirhøv-
ur? Eg haldi, at ofta (ikki
altíð) vísir tað seg at vera
beint tvørturímóti.
“Færøerne, der jo altid
har været i konflikt med
Danmark”. Eg eri púra ov-
farin av einum slíkum út-
talilsi. Hvat meinar hon við?
Hvørja konflikt? Kríggj?
“Altid???” Legg merki til
lítla orðið “jo”, sum skal fáa
lesaran at trúgva, at hesa
“konflikt” vita øll um. At
politisk osemja valdar í
vissum lutum, er ein banal
sjálvfylgja. Men Føroya og
Danmarkar ímillum hava
Grundlógin og Heimastýr-
islógin hesi seinastu fimti
árini regulerað viðurskiftini
á góðan demokratiskan hátt.
Og eg haldi, at konfliktirnar
føroyinga sínámillum hava
verið nógv sjónligari og til
tíðir álvarsligari. Har hava
bæði verið bumbur og riflu-
skot uppií. Nakað heilt ann-
að er so, at tjóðveldismenn
hava roynt at uppfunnið
konfliktir. Tað mugu teir
um, men teir eru ikki “Fær-
øerne.”
“Jeg ved, hvordan det er
at komme fra et lille land,
der er under andres vare-
tægt, ...”
Hvat meinar hon við?
Danskt diktatur í Føroyum?
“Varetægt”? Varetægt er
annars eitt positivt orð. At
tage vare på; hetta merkir
at røkja, varðveita og verja:
Men var tað hetta hon
meinti?
“..og jeg synes, man for-
svinder og at demokratiet
drukner.” Lesur tú setningin
sum heild, eisini fyrra part
omanfyri, so er hann uttan
meining. Er tað í tí lítla
landinum, at man druknar?
Tað er nokk ikki meiningin,
men soleiðis stendur tað
skrivað. Ella meinar hon
við, at einki demokrati er í
Føroyum. At demokratiið er
druknað, tí at landið er skip-
að eftir Heimastýrislógini er
í Ríkisfelagsskapinum, og
ikki amt longur?
“Jo større hatten er, jo
mere forsvinder man,...” Eg
meini at hatta er nakað gass,
ella í besta føri eitt romant-
iskt villfárilsi. Hví munnu
nógvir føroyingar halda, at
tað er liviligari í Havn enn
á Slættanesi. Hatturin er
størri í Havn, møguleikarnir
størri. Ella hví munnu nógv-
ir føroyingar halda tað
verða gott at búgva í Dan-
mark (einir 15.000) ella
Norra ella Íslandi? Hatturin
er størri, møguleikarnir
fleiri.
“Det er nemmere at gen-
nemføre et politiskt system
i et lille land.” Nú skal eg
ikki royna at leggja ov nógv
í henda setning. Men hann
kundi tulkast á ógvuliga
negativan og ódemokratisk-
an hátt. Har stendur einki
beinleiðis um demokrati,
sum annars var um at
drukna. Har stendur nakað
um at “gennemføre et pol-
itisk system.” Og tað kann
skiljast á mangan hátt.
Men, meg lysti at frætt
meira um hesa konflikt,
sum “jú” altíð hevur verið
millum Føroyar og Dan-
mark.
Rolf Guttesen
23 September 2000
Hvat billar hon sær inn?
Tað kann ikki fara aftur við
borðinum, at onkur ónevnd-
ur (hesaferð torir viðkom-
andi ikki eingong at seta
dulnevnið undur) í odda-
greinini í Dimmuni tann 19
sept. 2000, fer so við menta-
fólkinum í Føroyum.
Eftir at hava lisið odda-
greinina, er ongin ivi um,
at hesin/hendan hvørki hev-
ur skil fyri mentan ella
hvussu tað nú einaferð
gongur fyri seg, tá ið sjálv
skriviprossesin ferð fram.
Tað er nú einaferð so við
mentan sum við øllum øðr-
um, at summi hava betur
skil fyri hesum enn onnur.
Tá ber ikki til at spyrja ein
bakara, hvussu siglast skal
út á Føroya Bankan, og so-
leiðis er eisini innan lista-
heimin, summi hava betur
ættarsans enn onnur, sjálvt
um tað finnast fólk, sum
halda seg hava betur skil
enn tey hava.
Og so hetta evindaliga
jabbið um, at rithøvundar
skulu vera fátækir sum
kirkjurottan fyri at fáa nak-
að sum helst á skaftið. Tað
er tað býttasta, sum sigast
kann. At tey listarligu evnini
blóma, tess meir ólukkulig-
ur mann er, er nakað tvætl,
tí um onkur brúkar síni list-
arligu evni til terapi, mangl-
ar áhugin fyri listini sum
arbeiði. Hvussu við Jostein
Gaarder, Peter Høeg, Step-
hen King, Per Kirkeby, Ge-
orge Michael? Eru teir
minni listaliga begávaðir, tí
at teir eiga nakrar milliónir
á bankabók? Nei, tað vildi
eg ikki meint. Mann kann
ikki koyra allar sjangur, list-
agreinir og listarlig rák í ein
sekk. Sjangrur eru so ym-
iskar. Tað finnast triviellar
sjangrubøkur, so sum cow-
boybøkur, Morten Korch,
Jane Aamund og eksperi-
menterandi sjangrur, so sum
surrealisman, modernisman
og postmodernisman. Tað
eru eisini ymisk mørk innan
aðrar listagreinar og so
sanniliga innan listarlig rák
eisini, sum ikki kunnu koyr-
ast í ein kassa. Fyri at gera
hetta nemmari at skilja, so
er tað tað sama sum at siga,
at Uni Arge er Føroya besti
fótbólsleikari. Nemliga, tað
ber heldur ikki til. Tað kann
vera, at hann er Føroya besti
framherji. Hann er í hvussu
so er ikki Føroya besti
bakkur, ella málmaður.
List er ikki ein kapping
um, hvør er fátakastur, hvør
hevur mest sinnisligar trup-
ulleikar at dragast við, og
hvør, ið sigur minst (sigur
minst; tað er sum ein
svenskari einaferð segði við
meg. „Tað er sum føroying-
ar fáa pengar fyri at halda
kjaft“). Nei, tað er um nak-
að heilt annað! Í mínum føri
er tað, hvussu føroyskar
bókmentir kunnu mennast,
so at tær kunnu metast javnt
við bókmentir í øðrum
londum. Og fyri at hetta
nøkulunda kann lata seg
gera, mugu rithøvundar
onkursvegna verða løntir, tí
pengar skulu á borðið til
akkurát tey somu tingini,
sum onnur brúka pengar til.
Er veruliga tann áskoðanin
í Føroyum enn, at fátækari
ein listamaður er, og størri
pirru hann hevur á sálini,
betri verður listin, so má
okkurt elementert gerast
fyri at broyta hesa áskoðan.
Og um viðkomandi, ið hev-
ur skrivað oddagreinina
heldur, at rithøvundar fáa
nakað sum helst fyri tað,
sum skúlarnir brúka sum
undirvísingartilfar, ja, so má
viðkomandi stórliga hugsa
seg um, ella í besta føri
spyrja onkran rithøvund. Eg
kann í hvussu so er siga fyri
mítt viðkomandi, at eg í ár
havi fortjent uml. 55.000
krónur fyri mítt listarliga
ískoyti, og tá havi eg fingið
M. A. Jacobsen virðislønina
omaná. Hetta er metár hjá
mær. So spyrji eg bara;
hvussu nógv smør, og
hvussu nógva leigu kann eg
gjalda fyri hasar pengarnar?
Ikki tað stóra. Og tískil má
eg hava okkurt annað ar-
beiði fyri at yvirliva. Við
hesum er nærliggjandi at
spyrja; hvat nú um summi
blaðfólk á Dimmu vórðu
noydd at fáa sær arbeiði í
einum barnagarði, tí at tey
ikki fingu nóg nógvar peng-
ar fyri sítt yrki? Nei eg veit
ikki. Tað kann eisini vera,
at eg eri alt ov lukkuligur
til at skilja sovorði møsn og
vass.
PS: Til Betau: Um Zach-
arias Wang ikki kann brúka
hátíðarhaldið í Sjónleikar-
húsinum til „politiskt prop-
aganda“, tá ið hann nú eina-
ferð hevur skrivað eina pol-
itiska bók, so kann blað-
fólkið á Dimmuni heldur
ikki brúka sítt blað til at
niðurgera føroysk listafólk
á so lágum støði.
Navn: Oddfríður Marni
(ikki Marner)Rasmussen
Dulnevni: Ein virðislønt-
ur mentunnarpávi
Sjúklig mentannaráskoðan
Vit eru
stungin
í ryggin
Føroya Areiðarafelag vil ikki góðtaka
framferðina hjá Starvsmannafelagnum
og tí er samstarvið ímillum fakfeløgini
hótt
ÁKI BERTHOLDSEN
Samstarvið ímillum fleiri av
teimum stóru fakfeløgini er
nú av álvara hótt.
Tað er ein ósemja ímillum
Føroya Arbeiðarafelag og
Starvsmannafelagið, sum
nú hevur sett kílar í sam-
starvið ímillum tvey av
teimum størstu og mátt-
miklastu fakfeløgunum.
Hesi bæði fakfeløgini eru
tveir av limunum í Sjey-
mannabólkinum, sum er ein
samstarvsbólkur, sum sjey
av teimum stóru fakfeløg-
unum sita í.
Stjala limir
Men nú tekur Føroya Ar-
beiðarafelag fyrivarni fyri
samstarvinum í Sjeymanna-
bólkinum.
Orsøkin er, at Føroya Ar-
beiðafelag er sera ónøgt við
meiri enn eitt dømi um, at
Starvsmannafelagið hevur
sett seg í samband við bý-
ráðs- og bygdaráðsformenn
og biðið teir um at seta seg
í samband við leiðararnar
fyri dagrøktunum í komm-
ununi. Leiðararnir eru í
Starvsmannafelagnum og
so skulu teir royna at fáa
dagrøktarmammurnar
at
melda seg í Starvsmanna-
felagið, hóast tær longu eru
limir í Føroya Arbeiðara-
felag.
Hon veit eisini dømi um,
at Starvsmannafelagið hev-
ur boðið dagrøktarmamm-
um, sum eru limir í Føroya
Arbeiðarafelag, til kunn-
andi fund.
framferðina hjá Starvs-
mannafelagnum í spurning-
inum um viðurskiftini hjá
dagrøktarmammunum
kring landið.
Allar dagrøktarmammur,
uttan tær í Havn og í Klaks-
vík, eru limir í lokalfeløg-
um, sum eru limir í Føroya
Arbeiðarafelag.
Men nú roynir Starvs-
mannafelagið at fáa dag-
røktarmammur ymsastaðni
í landinum at melda seg úr
Føroya Arbeiðarafelag og
upp í Starvsmannafelagið
ístaðin.
– Hetta eru dagrøktar-
mammur, sum sjálvar hava
meldað seg inn í tey lokalu
arbeiðarafeløgini. Og hetta
hendir samstundis sum vit
royna at fáa sáttmála fyri
dagrøktarmammurnar, sigur
Ingeborg Vinther
Hon sigur, at hon veit
–Vit føla rætt og slætt, at
Starvsmannafelagið hevur
stungið okkum í bakið og
slíka framferð, kunnu vit
ikki góðtaka, sigur Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelag.
Hon sigur, at ónøgdin við
framferðina hjá Starvs-
mannafelagnum er so stór,
at Føroya Arbeiðarafelag nú
fer at umhugsaa støðu sína
í Sjeymannabólkinum.
– Tað er ein spurningur
um vit yvirhøvur kunnu
taka lut í einum samstarvi
saman við einum felag, sum
stingur okkum so meint í
ryggin, sum Starvsmanna-
felagið hevur gjørt.
Hon sigur, at í hesi vikuni
fer nevndin í Føroya Ar-
beiðarafelag at gera støðuna
upp.
– Í hesum fundinum fara
vit at taka limaskap okkara
í sjeymannabólkinum upp
fyri at vita, um vit fram-
haldandi skulu vera við har.
– Síðani mugu vit hava
fund við Sjeymannabólkin.
Hon sigur, at sjálv gevur
hon lítið fyri slíkt samstarv,
tá ið tað eina felagið kann
bera seg so óloyalt at ímóti
einum øðrum felag og tí
mugu viðurskiftini takast
upp.
– Tað, sum Starvsmanna-
felagið ger, er so óloyal
framferð, sum eg ikki havi
vitað áður, sigur Ingeborg
Vinther.
Umframt hesi bæði fel-
øgini, eru tað Sjúkrasystra-
felagið,
Lærarafelagið,
Havnar Arbeiðskvinnufel-
ag, Havnar Arbeiðsmanna-
felag og Havnar Handverk-
arafelag, sum eru limir í
Sjeymannabólkinum.
Ingeborg Vinther heldur,
at tað vildi verið stórt spell,
um hetta samstarv skuldi
dottið niðurfyri, tí tað hevur
verið gott og tað hevur eisini
havt slagkraft.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking til støðuna
frá Starvsmannafelagnum
áðrenn blaðið fór til prent-
ingar, tí formaðurin var ikki
at hitta.
Nú skal nýggjur studentaskúli byggjast í Vági
ÁKI BERTHOLDSEN
Nú skal nýggjur studenta-
skúli byggjast í Vági.
Torbjørn Jacobsen, lands-
stýrismaður í skúlamálum,
sigur, at landsstýrið hevur
sett eina millión av á fíggj-
arlógini komandi ár til at
projektera nýggjan mið-
námsskúla í Vági.
Ætlanin er so at seta til-
samans 21 milliónir av, um-
framt mvg, til at byggja
skúlan fyri.
Peningurin skal setast av
í 2001, 2002 og 2003, so at
skúlin skal vera liðugur í
2003.
Torbjørn Jacobsen sigur,
at ætlanin er at seta eina
bygginevnd at fyrireika ar-
beiðið. Ætlanin er at velja
bygginevndina heilt skjótt
so at hon sleppur til verka
beinanvegin í komandi ári.
Bygginevndin skal síðani
leggja arbeiðið til rættis,
men
landsstýrismaðurin
væntar, at arkitektakapping
verður fyriskipað um skúl-
an.
Miðnámsskúlin í Suður-
oy hevur havt eina umskifti-
liga tilveru. Tey fyrstu árini
var undirvísing bæði á
Tvøroyri og í Vági. Seinni
var hann fluttur til Vágs
burturav, men har hevur
hann hildið til í trimum
ymsum húsum og tað eru
ikki tær bestu umstøðurnar.
Ein orsøk til, at skúlin
ikki langt síðani hevur fing-
ið hóskandi høli, er, at suð-
uroyingar samdust ongantíð
um, antin skúlin skuldi vera,
á Tvøroyri ella í Vági.
Í áttatiárunum var neyð-
semja gjørd um at byggja
skúlan í Hovi. Skúli varð
teknaður, men so kom
kreppan og beindi fyri teirri
ætlanini.
Torbjørn Jacobsen sigur,
at ætlanin er ikki at byggja
uppí skúlan sum er, men at
byggja ein spildurnýggjan
skúla og hann skal vera í
Vági.
Fyri kortum høvdu dagrøktarmammurnar kting landið fund við leiðsluna í Føroya Arbeiðarafelag um sáttmálaviður-
skiftini. Dagrøktarmammurnar eru limir í Føroya Arbeiðarafelag, men nú roynir Starvsmannafelagið at stjala tær. Eg
havi aldrin vitað so óloyala framferð, sigur Ingeborg Vinther. Mynd: J.Kr. Vang.
Peningur skal setast av til projektering
næsta ár og so verður farið í holt við
byggingina beinanvegin í 2001