leygardagur 2. juli 2005síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 2. juli 2005
55
Brúðarmyndir
Hjartaliga takka vit øllum, sum á
ymsan hátt gleddu okkum á hjúna-
bandsdegnum tann 25. sept. 2004.
Sóllind og Áki
Hjartaliga takka vit øllum
sum á ymsan hátt gjørdu
hjúnabandsdag okkara
8. jan. 2005 so
minnisríkan. Takk
fyri gávur, fjarrit,
blómur og alla ta
hjálp, ið vit fingu.
Ynskja Sóley,
Jóhan og Poul
Sundskarð
Hjartaliga takka vit øllum, sum á
ymsan hátt gleddu okkum og vóru við
til at gera brúdleypsdag okkara, 01.
januar 2005, so minnisríkan.
Súsanna og Jónleif Lydersen
Av hjarta takka vit øllum tykkum, ið
vóru við til at gera silvurbrúðleypsdag
okkara, ið varð hildin 19. juni 2005 so
hugnaligan og minnisríkan. Takk fyri
blómur, gávur, fjarrit og fyri alla
hjálpina. Uttan tykkum lat tað seg ikki
gera. Enn einaferð stóra tøkk.
Kærar heilsanir
Anna Petra og Karlon Winther
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo
Almannastovan søkir KT-leiðara
til Vitanardeildina.
Starvið umfatar í høvuðsheitum
- at ráðgeva og vegleiða leiðsluni
í KT-viðurskiftum
- at KT verður gagnnýtt við atliti
til m.a. at effektivisera manna-
gongdir á stovninum
- ábyrgdina av at skipa leiðslu-
hagtøl og almenn hagtøl,
umframt greinignarverkætlanir
- ábyrgdina av KT-trygdini á
Almannastovuni
- ábyrgdina av og víðari menning
av kjarnuskipanini á stovninum
- at leiða verkætlanir, eisini
tvørfakligar
- at skipa mannagongdir á
KT-økinum og
- aðrar ad hoc uppgávur
KT-leiðarin verður partur av einum
stovni, ið alla tíðina má tillaga seg
broytingunum í samfelagnum og taka
við avbjóðingunum, sum liggja í
tíðini og í framtíðini.
Okkara ynski er at KT-leiðarin er
virkisfúsur og eltir uppgávurnar frá
byrjan til enda, hevur góð samstarvs-
evni og er sinnaður at menna seg bæði
fakliga og persónliga.
Vit sóknast eftir einum fólki, sum
hevur viðkomandi prógv frá hægri
lærustovni, so sum polit, oecon, cand.
merc. ella aðra hóskandi útbúgving.
Einum fólki, sum hevur leiðslu-
royndir og royndir innan økið, hevur
góðan førleika innan KT og hevur
evni til at raðfesta og tilrættisleggja
arbeiðið.
Starvið verður sett og lønt
sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi fakfelag.
Nærri upplýsingar um
starvið fáast við at venda sær
til Petru Johnsdóttir Joensen,
stjóra, á telefon 35 35 10.
Skrivlig umsókn skal vera
Almannastovuni í hendi í
seinasta lagi 12. juli 2005
kl. 12.
Send umsóknina til:
Almannastovuna,
Smyrilsvegur 20,
Postboks 3096,
110 Tórshavn.
Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka
krøvini frá politiska myndugleikanum og viðskifta-
fólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastu-
støði, rættartrygdina og virðingina fyri ein-
staklinginum, eins og virkað verður fyri áhaldandi
at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á
stovninum.
Vit søkja eftir KT-leiðara til nýstovnaðu Vitanar-
deildina á Almannastovni til setan skjótast gjørligt.
Á deildini koma at starvast trý fólk og leiðarin
hevur beinleiðis tilvísing til stjóran. Starvsøkið hjá
Vit- anardeildini er at menna grundarlag fyri
skipaðari vitanardeiling, at menna prosessir innan
KT, integratión av KT og virkisgongdum, at
umsita og menna KT-økið og at effektivisera
mannagongdir í tøttum samstarvi við stáps- og
rakstrardeildirnar á Almannastovuni.