mikudagur 6. juli 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Umstøðurnar at
rógva kapp á Skála-
fjørðinum eru sera
góðar. Kortini vilja
Skála Ítróttarfelag og
Skála Róðrarfelag
tryggja sær, at hesin
fyrsti FM-róðurin
gongur so væl, sum
yvirhøvur tilber
Fjarðastevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á
Fjarðastevnuni,
sum
verður á Skála komandi
vikuskiftið, verður á fyrsta
sinni nakrantíð skipað fyri
FM-róðri.
Ikki tí; kappróður er ikki
nakað nýtt fyribrigdi á
Skála. Í eini 30 ár hevur
Skála Ítróttarfelag skipað
fyri bygdastevnu, har eisini
kappróður hevur verið ein
fastur táttur í skránni.
Bygdastevnan á Skála
hevur vanliga ligið seinasta
vikuskiftið fyri norðoya-
stevnu, og tí hevur hon fyri
mong verið tann seinasta
styrkiroyndin, áðrenn FM-
stigini í kappróðri fara at
rulla.
FM-róður
Leygardagin verður soleið-
is fyrsti FM-róður á Skála.
Fyri skálafólk verður
hetta sjálvandi ein stórur
dagur, tí kappróður er
gomul
ítrótt
á
Skála.
Sambært
hagtølum
hjá
Róðrarsambandi
Føroya
hava skálabátarnir vunnið
níggju meistaraheitir síðan
1973.
- Men hetta sigur ikki alla
róðrarsøguna hjá okkum, tí
fyri 1973 høvdu vit vunnið
hópin av róðrum í egnum
og læntum bátum, siga
Skála Ítróttarfelag og Skála
Róðrarfelag í tíðindaskrivi.
Lagt verður aftrat, at
skálamenn fara at gera
nógv burtur úr fyri at fáa
róðurin at ganga, sum hann
skal á Fjarðastevnu.
- Til varmakeldu-róðurin
gav trolvirkið, Vónin í
Fuglafirði,
Róðrarsam-
bandi Føroya ein nýggjan
og sterkari fastan start – og
hesin verður eisini brúktur
á Skála.
Á Skála er nevniliga
ætlanin at hava tveir fastar
startir, ein innari og ein ytri.
- Innara síðan av róðrar-
økinum verður uppmerkt
við boyum fyri hvørjar 200
metrar, og eisini verða ljós
sett upp innanfyri málið at
stýra eftir hjá róðursmonn-
unum.
Feløgini siga, at fyri at
fáa FM-róðurin at ganga so
skjótt sum tilber, byrja
barnaróðrarnir
klokkan
13.30.
Góðar umstøður
Umstøðurnar at rógva á
Skálafjørðinum eru sera
góðar, og í so máta er Skála
einki undantak.
- Kortini vilja vit tryggja
okkum, at hesin fyrsti FM-
róðurin gongur so væl, sum
yvirhøvur tilber.
Feløgini vísa á, at málið
verður á Stórhúskaiini, har
útsýnið yvir róðrarøkið er
serstakliga gott.
- Hetta er umleið 200
metrar innanfyri byggihøll-
ina á skipasmiðjuni, har
bátarnir
annars
verða
flotaðir. Her fara vit eisini
at hugna um, soleiðis at
áskoðarar og róðrarfólk fáa
ein góðan dag. Eitt nú
verða borð og stólar sett
upp á mál-økinum, skipað
verður fyri matsølu, og
eisini verður tivoli og hoppi-
borgir á havnalagnum.
Skála Ítróttarfelag og
Skála Róðrarfelag, sum
standa fyri hesum fyrsta
FM-róðrinum
á
Skála,
vóna, at undirtøkan fyri
kappróðrinum og stevnuni
annars verður góð.
- Vit vóna, at nógv fólk
leggja sær leiðina út á Skála
– til kappróðurin og onnur
áhugaverd tiltøk, sum vit
hava á skránni til Fjarða-
stevnuna, siga feløgini.
Fyrsti FM-róður á Skála nakrantíð
- Vit vóna, at nógv fólk leggja sær leiðina út á Skála – til kappróður og onnur áhugaverd tiltøk, sum vit hava á skránni til Fjarðastevnuna, siga feløgini á Skála
Mynd: Vilmund Jacobsen