hósdagur 7. juli 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 127 - 7. juli 2005
Ellisakfør
til Gjáar
ELLISAKFØR
tíðindaskriv
Leygardagin komandi
fara ellisakfør útferð til
Gjáar. Tað er Føroya Ell-
isakfør sum skipar fyri
útferðini, sum er í sam-
bandi við vikuskiftistúr-
in, sum foreldrabólkurin
hjá krabbameinssjúkum
børnum skipar fyri. Tey
eru á Gjáargarði við
Gjógv hetta vikuskiftið -
og ætlanin er, at børnini
skulu sleppa túr við
ellisakførum
hendan
dagin við Gjógv.
Ellisakførini fara frá
felagshølunum hjá Før-
oya Ellisakførum yvir
við Strond í Havn leyg-
ardagin 9. juli kl 15.
Ellisakfør, sum koma
aðrastaðni frá, kunnu
møta við Gjógv. Fleiri
upplýsingar kunnu fáast
á www.ellisakfor.com
ella við at ringja til for-
mannin á tel 228680.
Við gjógv fáa fólkini frá
Føroya Ellisakførum ein
góðan kaffimunn frá
foreldrabólkinum.
Bilasølan rýkur
uppeftir
BILASØLA
Jákup Mørk
Sammett við juni mánað
í fjør, vórðu nærum tví-
falt so nógvir persónbil-
ar vórðu innfluttir í juni
í ár
Hetta framgongur av
hagtølunum hjá Bileftir-
litinum, sum skrásetir
innflutning av akførum.
Í alt vórðu í juni mánaði
í ár innflutt 240 akfør
mótvegis 152 í juni
mánaði í fjør. Serstak-
liga á persónbilum er
talan um stóran vøkstur
- 182 mótvegis 104.
Og roknað yvir árið,
er talan eisini um ein
hampuliga stóran vøkst-
ur. 22,3% fleiri akfør eru
innflutt higartil í ár.
Somuleiðis er inn-
flutningurin av prutlum
nógv øktur. Higartil í ár
eru innflutt 210 prutl, og
tað talið skal sammetast
við tey 102 prutlini, sum
komu til landið í fjør.
At fólk keypa nógvar
nýggjar bilar tykist tó
eisini merkja, at inn-
flutningurin av brúktum
bilum minkar. Her siga
hagtølini, at føroyingar
higartil í ár hava innflutt
220 brúkt akfør. Talið
fyrstu seks mánaðirnar í
fjør var 346.
Villmenn á G!
Herfyri kundu vit av-
dúkað at størsta tónlist-
arliga samstarvið í Vág-
um "Vágaverk" verður
at
hoyra
á
ársins
G!Festivali. Nú er vorð-
ið kunnugt, at eisini hitt
stóra samstarvið í Vág-
um; "Villmenn" eru við.
Vilmenn vóru bál-
orkestur á MjúS, og
spældu eina rimmar
konsert har. Talan er um
skitnan kontripunk, sum
luktar eitt sindur av
Vágasoundi.
Jón Tyril sigur, at tað
er ikki orsaka av fram-
førsluni á MjúS, at bólk-
urin er valdur. Tí avtalan
við Villmenn varð gjørd
langt áðrenn MjúS.
-nud
Gongutúrur
hvønn leygar-
dag í Suðuroy
GONGUTÚRUR
tíðindaskriv
Leygardagin
9.
juli
skipa kunningarstovur-
nar
í
Suðuroy
fyri
gongutúri úr Víkarbyrgi
til Akrar.
Bussur
koyrir
av
Kunningarstovuni
á
Tvøroyri kl. 10.00 og av
Kunningarstovuni í Vági
(býráðsskrivstovan) kl.
10.30.
Koyrt verður til Vík-
arbyrgi og farið verður
út um bøgarðin har
varðagøtan byrjar. Ging-
ið verður eftir varða-
gøtuni niðan á fjallið
"Brúgvin" (249 m), síð-
ani oman eftir "Akra-
vegnum" framvið Ærg-
isá og oman til Akrar.
Túrurin tekur umleið 1
tíma og er ikki roknaður
at verða tungur at ganga.
Staðkent heimildar-
fólk er við á gonguferð-
ini.
Eftir loknan gongutúr
verður koyrt við bussi av
Økrum
til
ávikavist
Kunningarstovurnar á
Tvøroyri og í Vági. Vit
leggja dent á at allir
luttakararnir koyra í
bussi frá og til kunning-
arstovurnar.
Soleiðis
hevur gongufólki ikki
høvuðbrýgg eftir loknan
túr, at mugu fara eftir
bilinum við byrjunar-
staðið fyri gongutúrin.
Bindandi tilmelding
til túrarnar skal gerast á
kunningarstovuni í Vági
á tlf. 374342 ella á
kunningarstovuni
á
Tvøroyri tlf. 372480 í
seinasta lagi fríggja-
dagin 16.00.
Gott at hava við!
Havið heit og góð klæði,
góðar skógvar ella styvl-
ar, matpakka og ein
drekkamunn við. Hevur
tú kikara og eitt kort
yvir økið har gingið
verður við tær, gerst túr-
urin óivað meiri áhuga-
verdur.
VERKFALL
Eisini
bankarnir
vórðu
raktir, nú SEV um vikuna
gjørdi av at skamta við
streyminum. Uttan teldur
og netsamband var ikki
stórt, sum kundi fáast frá
hondini, og so hildu tey
flestu kanska, at nakrar
róligar fríløtur vóru á
skránni.
Men ikki hjá Føroya
Banka í Runavík. Leivur
Højgaard,
deildarleiðari,
helt í øllum førum, at nakað
kortini kundi gerast til
nyttu. Tí vórðu øll starvs-
fólkini eina løtu send uttar í
tún at hampa um blómu-
bedini, sum eru framvið
bankanum. Og hóast fríløt-
an soleiðis varð av ongum,
so mundu starvsfólkini
einki sum helst hava ímóti
hesum alternativa formi
fyri skrivstovuarbeiði. Í
øllum førum tóktist lagið
vera gott, tá myndamaðurin
kom fram við týsdagin.
-jm
Øðrvísi skrivstovuarbeiði
Tey tóktust bara hugna sær, nú tá veðrið kortini var somikið gott, at tað nærum ikki var sitandi innandura
Mynd: Símun J. Hansen
TÍÐINDASKRIV
Hósdagin 7. juli kl. 16.00
letur upp ein framsýning í
Smiðjuni í Lítluvík í Havn
við fotomyndum hjá Olav
Schneider. Sýningin ber
heitið »Heystsuita« – ein
søga um slakt – ein søga
um børnini.
Heystsuita
Lívsins andadráttur
ættarinnar andadráttur
Børnini
speglingin av tí farna
og tí komandi
Brúgvin
Lat tey glógvandi eygu
leiða okkum inn í núið
hygg við teirra eygum
síggj við teirra eygum
Hvat síggja tey? Hvussu
síggja tey? Minnist tú?
Minnist tú myrkrið?
Heystið?
Guvan í kjallararúmi
vásaklæddir menn, sum
biðja tey smáu bíða
uttanfyri,
meðan svævað verður.
Blóðið! Sveitin!
Deymurin,
dampandi blóð.
Barnið, sum við
alspentum sonsum fylgir
hvørji rørslu
meðan urheimur
fullur av vitan
letur seg upp.
Vitan um lív og
ósvitaligan deyða
og mammubeiggin
við skálkabrosi:
»Tí hvør av øðrum
liva má …»
Soleiðis skal lítlin
læra lívsins treytir.
Í spølni og kæti
og djúpum álvara –
eygleiða tey vaksnu
gera sum tey vaksnu.
(Brot úr yrking eftir Sonju Schneider)
Heystsuita er ein søga um
slakt; men hon er fyrst og
fremst ein søga um børnini.
Hvat síggja barnaeygu?
Hvat
uppliva
børnini?
Hvussu luttaka tey í hesum
serliga universi, sum eitur
slakt? Hvusus hava tey tað
saman við teimum vaksnu?
– Í Kaldbak verða tey tíð-
liga tikin upp í arbeiðið við
slaktinum.
Her er eisini ein spurn-
ingur
um
samleika
–
hvussu er samleikin hjá
hesum børnunum saman-
borin við tann hjá børnum í
býarumhvørvi?
Myndirnar eru tiknar í
Kaldbak, Kaldbaksbotni og
á Sundi í tíðarskeiðnum
2001–2004.
Á sýningini eru 48 svart/
hvítar fotomyndir.
Sýningin er í húsinum til
mikudagin 13. juli, og opið
er hvønn dag frá kl. 11–18,
sunnudag tó frá kl. 13–18.
Í døgunum 5.–31. august
verður sýningin at síggja í
Leikalund í Klaksvík.
Schneider
í Smiðjuni