hósdagur 7. juli 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 7. juli 2005
3
Bygdaráðið í Hvalba
átalar harðliga, at
borgarar í kommun-
uni hevur bíðað meiri
enn eitt ár eftir svari
úr innlendismálaráð-
num og bygdaráðið
mælir eisini til, at tey
fáa uppihaldsloyvi í
Føroyum
ÚTLENDINGA-
POLITIKKUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Natasha Vukotic í Hvalba
og 11 ára gamla dóttir
hennara, Vanja, eru nú
blivin eitt mál í bygda-
ráðnum í Hvalba.
Í Sosialinum í farnu
viku fortaldu vit, søguna
um Natashu úr Jugoslav-
ia, sum er enn eitt dømi
um syndarliga útlend-
ingapolitikkin í Føroyum.
Tað er nú meiri enn eitt
ár síðani, at Natasha søkti
um at fáa arbeiðsloyvið í
Føroyum longt, men enn
hevur hon hvørki hoyrt
orð ella eið aftur úr inn-
lendismálaráðnum og nú
stúrir hon fyri, at hon og
dótturin verða rikin av
landinum.
Hetta
hevur
fingið
bygdaráðið í Hvalba at
ressast og at taka málið til
viðgerðar.
Á fundi í bygdaráðnum
týskvøldið,
samtykti
bygdaráðið einmælt at
senda innlendismálaráð-
num eina harðliga átalu
fyri at tað skal hava tikið
so langa tíð at avgreiða
umsóknina.
Bygdaráðslimir vita, at
teir ongan myndugleika
hava, men bygdaráðið
samtykti eisini einmælt at
viðmæla, at Natasha og
Vanja sleppa at verða ver-
andi í Hvalba.
Bygdaráðslimir vístu á,
hvussu væl tey eru fallin
til í Hvalba og tey hildu
tað verða stóra synd at
koyra tey av landinum
aftur.
Serliga hildu bygda-
ráðslimir, at tað hevði
verið eina vanlukku fyri
dóttrina Vanju, sum er 11
ár og sum hevur búð
næstan átta ár av sínum
lívi í Føroyum og tey
seinastu seks árini hevur
hon búð samanhangandi í
Hvalba og tí kennir hon
ikki til nakað annað
heim.
Natasha og Vanja fáa fullan
stuðul frá bygdaráðnum
TÍÐINDASKRIV
Fríggjadagin 1. juli endaði
serliga forsølutilboðið uppá
vikuskiftispass til G! 2005
og fleiri ábendingar vóru í
vikuni um, at sølan fór at
verða metstór. M.a. høvdu
fleiri sølustøð ringt eftir
fleiri atgongumerkjum, tí
útselt var. Fríggjadagin var
so gjørt upp, hvat var selt
síðan 8 mai. Og tað kann
staðfestast, at atgongu-
merkjasølan hevur gingið
væl betur enn væntað. Alt í
alt eru væl omanfyri 3.000
fólk longu nú, sum koma á
G!, tá Gøtufólk, tónleikarar
og børn verða roknað við.
Sølan í ár er sostatt mun-
andi størri enn í fjør, og
heldur sami vøkstur fram
móti festivalbyrjan, sum
higartil í ár, so verður út-
selt – helst áðrenn, ella í
øllum førum undir festival-
inum. Í mesta lagið 5.000
fólk verða loyvd inn á økið
í senn.
Hósmorgun í seinastu
viku boðaðu vit frá, at
tjaldingin hevði sett met
mikudagin við 80 bílegg-
ingum eftir einum degi.
Men hósdagur-in sló so
dyggiliga metið frá degnum
fyri. Omanfyri 200 bílegg-
ingar vóru til tjalding á G!
bara hósdagin. Tilsamans
vóru omanfyri 300 bílegg-
ingar til tjalding í seinastu
viku. Plássini ganga skjótt
undan, so tað ræður um at
bíleggja sum skjótast. Bíl-
egging
fer
fram
á
camping@gfestival.com
ella við at ringja 441653
Heimasíðan eisini met-
stóra vitjan
Metstóri áhugin fyri G!
Festival sæst eisini aftur á
internetinum.
Almenna
heimasíðan
hjá
G!
www.gfestival.com
setti
við 53.000 vitjanum fyri
ein mánað nýtt met í juni.
Hesar 53.000 vitjaninarr
skulu
samanberast
við
19.000 fyri juni mánaða í
fjør og 37.000 í juli mánaða
í fjør, sum var besti mán-
aðin seinasta ár.Men tað
metið frá juli í fjør bleiv
sligið longu í apríl í ár við
tilsamans 48.000 vitjanum.
Fríggjakvøldið 8. og
leygarkvøldið 9. juli
verða rokkkonsertir í
Margarinfabrikkini
TÍÐINDASKRIV
Tað er ART / Spren Rex,
sum skipar fyri hesum til-
tøkum til tess at fyrireika
framførslurnar hjá fleiri av
bólkunum á G Festivalin-
um.
Her er talan um tað
nýggjasta og mest spenn-
andi innan føroyskan rokk-
tónleik.
The Dreams eru ávegis
upp eftir tindunum m.a. í
MTV. Men fyrstu stig teirra
vóru sjálvandi í rokkmið-
depli Føroya í Magnus
Heinasonargøtu í Havn.Við
teirra glaða upptempo slagi
av punki ætla teir at seta
dám á konsertirnar.
Paradox nokk kendasti
ungpunkbólkurin í landin-
um verða eisini við og teir
fara at skrúva frá soleiðis,
at onki eyga er turt.
Synerchy fara við sínum
villu tónum og melodiska
Gothic rokk at skapa sín
egna stemning.
The Headliners eru ein-
asti bólkur enn, sum bland-
ar D J og rokk, í einum sera
spennandi
blandi,
sum
rokkar totalt.
The story ends, sum hev-
ur sín heilt egna stíl, skal og
má upplivast.
Fake it er ein spildur-
nýggjur gentubólkur, sum
traðkar á pallin fyri fyrstu
ferð.
Three Colours er ein
nokk so nýggjur regeabólk-
ur, sum fær dansigólvið at
brenna.
Øll tey, sum keða seg í
Havn hesi bæði kvøldini,
eiga at hyggja framvið
Margarinfabrikkina. Tí har
er tað einasta staðið í Før-
oyum, har originalur Før-
oyskur framtíðartónleikur
verður framførdur.
So ver við til at stuðla
Rokkinum og øllum hinum
við at koma til konsertirnar
Fríggjakvøldið og Leygar-
kvøldið.
Stuðulskonsert á
Margarinfabrikkini
Fleiri spennandi bólkar
eru á skránni, tá
Margarinfabrikkin
hevur konsert um
vikuskiftið
Í royndunum at sleppa at verða verandi í Føroyum, fáa
Natasha Vukotic og dóttir hennara, Vanja, nú fullan
stuðul frá bygdaráðnum
Meira enn 3.000 fólk á G! higartil