hósdagur 7. juli 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 127 - 7. juli 2005
- Vit hava roynt at víst at
eitt virki andstøðuarbeiði
seinastu mánaðirnar, og
hetta er ger óivað sítt til at
vit ganga fram í veljara-
kanningini, Høgni Hoydal.
Nýggjasta veljarakann-
ingin gevur Tjóðveldis-
flokkinum vind í seglini.
Flokkurin
fer
sambært
kanningini hjá Gallup Før-
oyum úr 21,7 % á seinasta
løgtingsvalið til 23,7 %.
Formaður
Tjóðveldis-
floksins, Høgni Hoydal,
sigur í stuttari viðmerking,
at tað er altíð hugaligt at
ganga fram í veljarakann-
ingum.
- Landsstýrið hevur gjørt
so nógvar brølarar seinastu
mánaðirnar, at tað hevur
verið lætt hjá okkum at
gjørt traditionelt andstøðu-
arbeiði. Vit hava verið sjón-
ligir, og víst okkara ónøgd
við yvirtøkulógina, rækju-
stuðulin og vantandi rað-
festingina á sosiala økin-
um, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal leggur
afturat, at hann vónar, at
Tjóðveldisflokkurin
fær
betri stundir í heyst at
leggja síni egnu uppskot
fram um loysnir á ymiskum
málum, heldur enn bert at
vísa sína ónøgd við fram-
ferðarháttin hjá sitandi
samgongu.
Formaður
Tjóðveldis-
floksins vísir eisini á, at
úrslitið av kanningini av-
gjørt skal takast við fyri-
varni. Hann sigur seg ong-
antíð hava havt veruligt álit
á úrslitini á veljarakanning-
unum.
- Eftir mínum tykki eiga
veljarakanningar at verða
samanbornar við hvørja
aðra, og ikki við val. Tá vit
í Føroyum ikki gera velj-
arakanningar nóg regluliga
hvørvur grundarlagið fyri
at samanbera kanningarnar,
og tískil vísa kanningarnar
ikki ein veruleika, men
meira ein tendens, heldur
Høgni Hoydal.
páll
±- Eg gjørdist meira glaður
enn keddur, tá eg sá úrslitið
av kanningini.
Formaður
Sambands-
floksins, Kaj Leo Johanne-
sen, heldur ikki tað er ein
stórvegis trupulleiki, at
Sambandsflokkurin fram-
vegis gongur aftur í velj-
arakanningunum. Sambært
nýggjastu veljarakanning-
ini hjá Gallup Føroyar
gongur
Sambandsflokk-
urin - sum einasti sam-
gonguflokkur
-
aftur.
Flokkurin fer úr 23,7% á
seinasta løgtingsvalið til
23,1 %
- Eg síggi fyrst og fremst
úrslitið sum um, at vit hava
stabiliserað okkum. Eg havi
skeitt í hagtølini hjá Sam-
bandsflokkinum frá 1970
til í dag, og síðan 1970 hava
vit ligið millum 18 og 26
prosent av atkvøðunum.
Við úrslitinum 23,1 % vil
eg siga, at vit eru yvir mið-
al, og at vit hava stabili-
serað okkum, heldur Kaj
Leo Johannesen.
Formaður
Sambands-
floksins leggur dent á, at
úrslitið av eini veljarakann-
ing altíð skal takast við
fyrivarni, og at ein skal
ansa eftir ikki at yvirtulka
eina afturgongd á 0,6%.
Tung málsøki
Sambært veljarakanningini
ganga samgonguflokkarnar
Javnaðarflokkurin
og
Fólkaflokkurin fram, með-
an Sambandsflokkurin aft-
ur.
Spurdur um Sambands-
flokkurin ikki hevur mar-
kerað seg nóg væl í sam-
gonguni, svarar Kaj Leo
Johannesen:
- Tað kann gott vera.
Sambandsflokkurin hevur
ongantíð verið ein flokkur
sum hevur verið frambræs-
in. Okkara vørumerki hev-
ur hinvegin verið stabilitet-
ur og róð. Tú kanst heldur
ikki siga, at Sambands-
flokkurin umsitir mest um-
tóktu økini í landsstýrinum.
Fíggjarmál og fiskivinnu-
mál er ikki populerastu
landsstýrissessirnir, tá nið-
urgangstíðir eru í Føroyum.
páll
Javnaðarflokkurin
styrkir sína støðu
sum stjórnarflokk-
urin, meðan Sjálv-
stýrisflokkurin liggur
á markinum fyri at
detta úr løgtinginum.
Hetta er úrslitið av
nýggjari veljarakann-
ing hjá Gallup Før-
oyar
VELJARAKANNING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í gjárkvøldi almannakunn-
gjørdi Kringvarp Føroya í
Degi og viku eina nýggja
veljarakanning hjá Gallup
Føroyar, sum styrkir um
støðuna hjá sitandi sam-
gongu.
Sambært
kanningini
ganga samgonguflokkarnir
Javnaðarflokkurin
og
Fólkaflokkurin fram, með-
an
Sambandsflokkurin
missir nakað av undirtøku
sammett við seinasta løg-
tingsval.
Løgmaður og formaður
Javnaðarfloksins, Jóannes
Eidesgaard vísti í Degi og
viku á, at fleiri kjarnumál
hjá Javnaðaðarflokkinum
hava fingið harða viðferð í
vár, og tí var tað eitt sindur
undrunarsamt, at flokkurin
gekk so nógv fram í velj-
arakanningini.
Hann frøddist tí bæði um
framgongdina hjá flokkin-
um, og um undirtøkuna hjá
samgonguni, tí sum hann
málbar seg, so ganga flokk-
ar ofta aftur, sum stjórna
einum landi.
Tjóðveldið eisini
framgongd
Størsti
andstøðuflokkur,
Tjóðveldisflokkurin, gong-
ur eisini fram. Flokkurin
fer úr 21,7 % til 23, 7 %.
Hevði val verið nú var
Tjóðveldisflokkurin næst-
størsti flokkur á tingi.
Verri stendur til hjá teim-
um báðum smáu andstøðu-
flokkunum, Miðflokkinum
og Sjálvstýrisflokkinum.
Sammett við løgtingsvalið
20 januar í fjør fer Mið-
flokkurin úr 5,2% niður í
5,0 %, meðan Sjálvsstýris-
flokkurin fer úr 4,6 % niður
í 3,7 %.
– Brølararnir styrkja um støðuna
– Vit hava stabiliserað okkum
Nýggj veljarakanning:
Javnaðarflokkurin
størsti flokkur
Val 04
Juli 05
Fólkaflokkurin
20,6%
21,3%
Sambandsflokkurin
23,7%
23,1 %
Javnaðarflokkurin
21,8%
23,9%
Sjálvstýrisflokkurin
4,6%
3,7%
Tjóðveldisflokkurin
21,7%
23,7%
Miðflokkurin
5,2%
5,0%
FAKTA