hósdagur 7. juli 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 127 - 7. juli 2005
5
Landsstýrið:
Neyðloysn í neyðstøðu
Landsstýrið metir
streymslitini orsakað
av verkfallinum sum
neyðstøðu. Tískil
verður aftur ljós yvir
landið
LÒGARVERK
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Teir borgarligu úr Fólka- og
S a m b a n d s f l o k k i n u m
gjørdu saman við teimum
vinstravendu úr Javnaðar-
flokkinum
at
lóggeva
maskinmeistararnar aftur
til arbeiðis. Samgongan er
samd, varð boðað frá. Í
skrivandi stund hevur løg-
tingsfundur ikki verið, men
uppskotið varð beint niðan
í tingið, og samgongan
hevði avtalað, hvussu leik-
ur skuldi fara.
Tað er synd at siga, at
stemningurin var so øgiliga
spentur uttan fyri fundar-
hølið, har landsstýrið hevði
kvett verkfallið hjá maskin-
meistarunum.
Grundgevingin hjá lands-
stýrinum er, at talan er um
eina neyðstøðu í landinum
orsakað av verkfallinum.
- Hetta er ein óvirðilig og
ósømilig støða, sum vit ikki
kunnu liva við, sigur Bárð-
ur Nielsen, landsstýrismað-
ur í fíggjarmálum, sum setti
hol á rokið, tá hann ikki
vildi góðkenna sáttmálan
millum maskinmeistararnar
og SEV.
- Tað hevði verið betri, um
partarnir sjálvir funnu eina
loysn, ið landsstýrið kundi
góðtikið. Men hesa støðuna
kunnu vit ikki liva við, og
tískil verða vit noyddir at
leggja uppskot fyri tingið,
sigur
Bjarni
Djurholm,
virkandi løgmaður.
Sáttmálin
framlongdur
Lógaruppskotið snýr seg í
stuttum um, at verandi
sáttmáli millum Elfelagið
SEV og Maskinmeistara-
felagið verður longdur til 1.
desember. Sostatt fáa allir
føroyingar aftur streym,
men
maskinmeistararnir
fáa ikki meira enn tað sama
í samsýning fyri veitingina.
Tað stendur beinleiðis
staðfest í lógaruppskotin-
um, at arbeiðssteðgur, sum
stavar frá ósemjuni skal
halda uppat, og tískil noyð-
ast maskinmeistararnir hjá
SEV aftur til arbeiðis.
Sáttmálin kann í fyrsta
lagi sigast upp til 1. des-
ember. Ætlanin er at kunn-
gera lógina á almennu út-
varpsrásini, og lógin verður
harvið sett í gildi.
Eitt null er eitt null
Maskinmeistararnir
og
SEV fingu greið boð frá
landsstýrinum um at seta
seg niður og finna eina
loysn innan kl. 16 týsdagin.
Men tað bar ikki til, og í
roynd og veru vóru teir
heldur ikki nærhendis ein-
ari semju. Tí tað einasta
Bárður Nielsen sigur seg
kunna góðtaka er ein null
loysn - við ongari lønar-
hækkan - ella okkurt heilt
nær tí.
- Tað er ikki pláss fyri
nakrari lønarhækkan. Og
tað er í prinsippinum líka-
mikið, um tey á privata
arbeiðsmarknaðinum fáa
eina lønarhækkan ella ikki.
Landið klárar ikki eitt økt
trýst á útreiðslunum, sigur
Bárður Nielsen.
Landsstýrið vil ikki siga,
hvør hansara støða verður í
desember, tá maskinmeist-
ararnir og SEV aftur skulu
til samráðingarborðið.
Løgmaður hevur møgu-
leikan at trumfa avgerðina
hjá Bárði Nielsen, men
hetta krevur, at løgmaður
tekur málsøki frá lands-
stýrismanninum.
Full
semja hevur verið í lands-
stýrið um avgerðina hjá
Bárði Nielsen.
Tingið kann gera
skjótt av
Í skrivandi stund er upp-
skotið ikki samtykt á ting-
ið. Vanliga taka tingmál í
øllum førum eina viku at
avgreiða, men í morgin
verður væntandi øðrvísi.
Seinastu ferð eitt tílíkt mál
var fyri í løgtingið var í
1991, og tá tók málið einar
sjey tímar at avgreiða.
Tingfundir skulu setast og
leggjast niður, soleiðis at
málið kann leggjast fram,
fara í nevnd og fara til
fyrstu, onnur og triðju
viðger.
Tingfundur verður settur
kl. 16 við bert einum máli á
dagsskrá - uppskot um at
leingja sáttmálan millum
SEV og Maskinmeistara-
felagið.
Edmund Joensen, løg-
tingsformaður, sigur, at
tingið kann velja at víkja
frá vanligu mannagongdini,
um tað er ein greiður meiri-
luti fyri hesum í tinginum.
- Um tingið vil, so kann
málið avgreiðast sum reint
formalia, sigur Edmund
Joensen.
Súsanna Danielsen, stjóri
fyri løgtingsskrivstovuna,
sigur, at 3/5 partar av teim-
um møttu tingmonnum
skulu samtykja at víkja frá
tíðarfreistini. Samgongan
eigur 21 av 32 tingmonn-
um, og tað er tískil nóg
mikið til at víkja frá van-
ligu tíðarfreistunum. Ganga
3/5 partar av tinginum ikki
við til at víkja frá tíðar-
freistini, so fer málið í øll-
um førum at taka nakrar
dagar at avgreiða.
Tað er sostatt avgerandi,
hvussu sinnaðir tingmenn
eru at avgreiða málið, og
hvussu hugurin at siga sína
hugsan av tingsins røðara-
palli er.
Ætlanin er, at lógarupp-
skotið skal lesast upp í
Útvarpinum so skjótt tað er
samtykt, og tað harvið fær
gildið beinanvegin.
Súsanna Danielsen sigur,
at tey hava kannað málið,
og tey meta, at hendan
mannagongd kann nýtast,
og harvið verður lógarupp-
skotið sett í gildi so skjótt
tað er lisið á almennu út-
varpsrásini.
Løtt
avgerð
- Eg havi ikki følt
tað vera serliga
trupult at taka hesa
avgerðina, sigur
Bjarni Djurholm,
virkandi løgmaður
NEYÐLOYSN
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Virkandi
løgmaður,
Bjarni Djurholm, noydd-
ist sum tann fyrsti leið-
arin fyri landsstýrið í
nógv ár at leggja uppskot
fyri løgtingið fyri at
lóggeva arbeiðsmarknað-
arpartar aftur til arbeiðis.
Men kendist hetta sum
ein trupul avgerð?
- Eg havi ikki følt tað
vera serliga trupult at
taka
hesa
avgerðina.
Hetta er ein neyðstøða,
har tað ikki bar til at finna
eina aðra loysn, sigur
Bjarni Djurholm.
Hann sipar við hesum
til, at landsstýrið heitti á
partarnar um at finna eina
loysn, men eingin loysn
var í eygsjón.
- Støðan broyttist bara til
tað verra, og tað kunnu
vit ikki liva við, og tískil
vóru vit noyddir at leggja
uppskot fyri tingið, sigur
Bjarni Djurholm.
Ikki samband við
partarnar
Landsstýrið hevur gjørt
greitt, at teir ikki ætla at
seta seg við samráðing-
arborðið yvirav maskin-
meistarunum í framtíðini.
Landsstýrið
setti
seg
heldur ikki í samband við
stríðandi partarnar.
- Tað er ikki okkara upp-
gáva, sigur Bjarni Djur-
holm.
Virkandi løgmaður met-
ir, at landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum hevur gjørt
alt rætt í hesum málinum,
og bæði SEV og maskin-
meistararnir vóru greiðir
yvir, hvat landsstýrið
kundi góðtaka.
Landsstýrið hevur held-
ur ikki verið í samband
við andstøðuna um málið.
Viðmerkingar frá and-
støðuni
kunnu
lesast
aðrastaðni í blaðnum.
Bjarni Djurholm við borðendan á landsstýrisfundi. Eitt samt landsstýrið og ein samd samgonga stevndi niðan í løgtingið at lóggeva maskinmeistararnar aftur til
arbeiðis.
Mynd: Bárður